týsdagur 25. apríl 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 79 - 25. apríl 2006
Í Vestmanna fara tey
at bøta umstøðurnar
hjá bátum og
campingvognum til
Bátastevnuna, sum
verður 20. mai
BÁTASTEVNA
Leygardagin 20. mai verð
ur árliga Bátastevnan í Vest
manna, har bátar og smærri
før úr øllum Føroyum seta
hvørjum øðrum stevnu í Vest
manna. Hetta er fimta árið
á rað, at bátastevnan verður
hildin í Vestmanna í mai
mánaði, og tiltakið hevur
verið ógvuliga væl umtókt.
Undanfarin ár hava upp í 200
bátar úr øllum landinum sett
stevnu í Vestmanna.
Av tí at Bátastevnan í Vest
manna er so væl umtókt,
og nógvir bátar vitja, hava
fyrireikarnir gjørt av at
betra um atløguviðurskiftini.
Vestmanna Ítróttarfelag
hevur fingið til vega nakrar
bátabrúgvar til endamálið,
og ætlanin er at leggja
bátabrúgvarnar út í bátahylin,
soleiðis at mongu bátarnir
koma at liggja trygt og væl.
Arbeitt verður í løtuni við at
gera bátabrúgvarnar klárar.
Eisini verða viðurskiftini
hjá teimum nógvu vitjandi
campingvognunum betrað.
Campingvognarnir fáa avlagt
eitt øki við ferjuleguna Inni á
Fjørð, og har verður møguligt
at fáa vatn og el, umframt at
sanitetsviðurskiftini verða
góð.
Vestmanna Ítróttarfelag
væntar, eins og undanfarin
ár, at tiltakið fær minst líka
góða undirtøku í ár og bjóðar
hervið øllum áhugaðum
vælkomnum á Bátastevnu
2006 í Vestmanna, leygar
dagin 20. mai 2006.
8. mai gjøgnumførir
Føroya Kolvetni
kapitalhækkan á £ 25
mió. Peningurin skal
nýtast til 8 boringar
komandi tvey árini
Virðisbrøv
Jákup Mørk
Í tíðindaskrivi stafðestir
føroyska oljufelagið, at
kapitalhækkanin er bein
leiðis avleiðing av, at felag
ið komandi tvey árini fer
at økja munandi um virk
semið.
Síðani stovnanina hevur
Faroe Petroleum fyri tað
nógva arbeitt við at keypa
sær atgongd í fleiri lisensir,
men nú verður talan um
beinleiðis boringar. Sam
bært ætlan, so verður Før
oya Kolvetni partur av átta
boringum komandi 18 til 24
mánaðirnar, og tær báðar
fyrstu av hesum verða gjøg
numførdar longu í ár. Hesi
bæði eru North Halibut í
Norðsjónum og Brugdan á
Føroya-økinum.
Í tíðindaskrivi sigur
Graham Stewart, stjóri, at
tey eru sera væl nøgd við
undirtøkuna, sum kapital
hækkanin hevur havt.
– Hetta vísir álitið,
sum marknaðurin hevur
á felagnum og løgdu stra
tegi okkara. Eftir kapital
hækkanina er felagið væl
fyri at fara undir næsta part
in av virkisætlanini, sum
er sjálvt boriarbeiðið. Og
hartil vilja vit framhaldandi
arbeiða við at vaksa um
portefølja okkara við
leitingarøkjum og við at
útbyggja virksemið í Noreg,
har felagið fyri stuttum kom
ígjøgnum eina sonevndina
pre-kvalifikatión.
Bøta bátaumstøður í Vestmanna
Stór kapitalhækkan í London
Fríggjadagin hevði
IRF aðalfund, har
nevndarformaðurin
legði fram ársrokni
skapin fyri 2005
Roknskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Samlaðu inntøkurnar vóru
uml. 60,2 mió. kr., sum er á
leið tað sama sum í 2004.
Samlaðu rakstrarútreiðsl
urnar vóru uml. 41,8 mió.
kr., sum eru 350 t.kr. lægri
enn í 2004.
Rentuútreiðslurnar vóru 3
mió. kr. Samlaða skuldin í
2005 minkaði við 6,6 mió
kr.
Rakstrarúrslit
Úrslitið áðrenn avskrivingar
gjørdist 18,4 mió. kr., sum er
200 t.kr. hægri enn í 2004.
Avskrivingarnar vóru tær
somu sum í 2004. Rentu
útreiðslurnar vóru uml.
200 t.kr. lægri enn í 2004.
Úrslitið frá vanliga rakstrin
um gjørdist 6,5 mió. kr., sum
eru 500 t. kr. hægri enn í
2004.
Fíggjarstøðan
Langfreistaða skuldin er 66,1
mió. kr., meðan stuttfreistaða
skuldin er 10,4 mió. kr.
Eginognin er hækkað við
rakstrarúrslitinum og er nú
34,9 mió. kr. Fíggjarstøðan
javnvigar við 112,7 mió.
kr.
IRF hevði 6,5 milliónir
krónur í avlopi í fjør