Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 25. apríl 2006 3 Ársroknskapurin hjá Føroya Shell var 1,9 mió kr. betri í mun til árið fyri Roknskapur Jákup Mørk P/F Føroya Shell rindaði landskassanum 61,9 milliónir krónur í tolli og avgjøldum í 2005, og partafelagsskatturin var 4,1 milliónir krónur – til­samans 66 milliónir krón­ur. Í miðal starvast 91 fólk hjá Shell í Føroyum, og tey fingu tilsamans 31 milliónir krónur í lønum og eftirlønum í 2005. Av hesum fekk stjórnin beint oman fyri 1 mió kr. Oljunýtslan hækkar fram­vegis um allan heim, og størsti vøksturin stavar m.a. frá búskaparligu fram­ gongdini í India og Kina. Hækkandi nýtslan hevur havt við sær hægri prísir, sum vit í Føroyum heldur ikki sluppu undan. Lægsti prísur á brenniolju frá P/F Føroya Shell í 2005 var 4.163 krónur fyri 1000 litrar í januar, og hægsti prísur á brenniolju var í september, tá oljan kostaði 6.025 krónur fyri 1.000 litrar. Hægri prís­ urin gav eisini úrslit í øktum umsetningi. Hesin var í fjør 534 mió kr. mótvegis 477 mió kr. í 2004. Kappingarráðið kannaði føroyska oljumarknaðin í 2005, og í frágreiðingini frá ráðnum vóru ongar atfinn­ ingar mótvegis oljufeløg­ unum. Nógva regnið hetta seinasta samdøgrið hevur eisini sett síni merki í føroysku náttúruna. Í Kvívík kundi støðan væl verði hættislig, tá skriðjulop kom í týsnáttina. sum tað sæst á myndini, so er skriðjan lopin rættiliga nær bygdini, og klettarnir, sum eru komnir longst oman, eru ikki langt frá bygdum øki. Lukkutíð stóðst tó eingin mansskaði av, men talan var um enn eina áminning um veldugu náttúrukreftirnar, sum vit føroyingar dagliga liva við og undir. Shell 15 mió kr. í avlopi Somikið nær bygdum øki var skriðjulopið við Kvívík týsnáttina Mynd: Jens Kr. Vang Skriðjulop í Kvívík Nú verður gylt høvið at hoyra skjótt fløguaktuellu Maria Guttesen á konsertum í hesum mánaðinum. Maria er á veg við nýggjari fløgu, og fer at hava framførðslur í Århus og Keypmannahavn. Her verður høvið at hoyra løg av komandi fløguútgávuni, men okkurt eldri lag verður eisini at hoyra. Afturat sær hevur Maria fingið føroysku Petsy Tvør­ foss sum kór­damu. Har­um­ framt fara gesta­tónleikarar­ nir Morten Ærø og Søren Bigum at taka sær av trummu og gittarspælinum á kon­sertini í Århus. Konsertirnar við Mariu Gutte­sen vera á Fatter Eskil í Århus 26 apríl kl. 22 og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn leygar­ kvøldið 28 apríl kl. 21. Meira er at frætta á www. mariaguttesen.dk Maria Guttesen konsert við føroyskari kórdamu Maria Guttesen