Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 79 - 25. apríl 2006 Niðri í maskinrúmin­ um á “M/S Freedom Of The Seas” gongur ein føroyingur og hjúkl­ar um maskin­ urnar. Oliver Andrea­sen er fyrsti maskin­meistari á heim­sins størsta marg­ lætisskipi. “M/S Freedom Of The Seas” er eitt óvanliga stórt marglætisskip. Skipið er 339 metrar langt, 58 metrar breitt og 15 dekk høgt. Og so vigar tað smá 160.000 tons Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Í løtuni er M/S Freedom of the Seas ávegis móti Oslo. Skipið varð latið reiðarínum í gjár í Hamborg, so nú fer skipið á eina lýsingaherferð í Oslo, Southhampton og síð­ ani verður farið tvørtur um Atlantshavið til New York. Oliver Andreasen fortelur fyri Sosialinum at tað eru fýra ár síðan at hann varð knýttur at reiðarínum Royal Caribian. “Eg sigldi undir einum donskum reiðaríi, men so gjørdust tíðirnar ring­ar. Onkuntíð undraði tað meg, hvussu tey stóru reiða­ríini fingu hesi stóru marg­lætisskipini at bera seg, og so valdi eg bara at senda eina umsókn, eftir sum at tíðirnar gjørdust so ringar her á leiðum. Áðrenn eg visti av, var eg uppringdur úr USA. Teir vildu hava meg út at sigla beinanvegin, og eg gjørdist ikki sørt kløkkur, tí eg visti ikki ordiliga um eg meinti tað í álvara”, sigur ein flennandi Oliver Andrea­ sen. Um skipið Skipið er á norskum og ameri­kanskum hondum. Free­dom of the seas er skip nr. 30 hjá reiðarínum Royal Caribian. Hetta er heimsins størsta cruiseskip. Fyri fáum døgum síðan var tað Queen Elisabeth 2, sum hevði met­ ið, men nú tá ið Freedom of the seas er liðugt, hava tey sett eitt nýtt met. Skipið fer at sigla úr Miami. Haðani siglir Freedom of the seas á vikuferðir til Jamaika, Meksiko og Grand Cayman. Í skrivandi løtu verða tvey systirskip eisini bygd. Umborð eru allir hent­ leik­ar sum ferðafólk kunnu ynskja sær í dag. Har eru 10 matstovur, og maturin er íroknaður prísinum, so har er ongin orsøk at ganga við tómum maga. Ert tú tyst­ ur, so eru eisini ráð fyri tí. Heili 16 barrir eru umborð, og á hesum barrum kanst tú dansa til 5 ymiskar tón­ leikabólkar. Eisini er rúmur møguleiki fyri at shoppa. Ein gongu­ gøta er umborð, og hon er 100 metrar til longdar. Gongu­gøtan er fýra dekk høg, og hon er eitt kopi av eini gongu­gøtu í Italia. Marglæti Tú noyðist ongantíð at keða teg umborð á Freedom of the seas. Har er eitt risa baði­­land sum er hóskandi til alla familjuna. Svimjihyljar, gosbað og rutsjebanar eru at finna har. Eisini er nakað heilt nýtt ið rópast Flow Rider. Hetta er skipan sum ger, at tú kanst surfa innandura. Um tú ikki líður av hædd­ ar­ræðslu ert tú eisini væl­ komin at royna tíni kynstur á einum 12 metrar høgum klatriveggi. “Har er eisini eitt stórt kasino umborð á Freedom of the seas. Har eru eini 300 maskinur at spæla á, og eisini eru 20 spæliborð”, sigur Oliver Andreasen. Føroyingurin í maskinuni “Vit eru einir 50 ið arbeiða í maskinuni. Her eru seks høvuðsmotorar, og vit hava umleið 100.000 hestakreftir”, sigur fyrsti maskinmeistarin Oliver Andreasen. “Umborð arbeiða 1400 fólk, og vit um­boða nógvar ymiskar tjóð­skapar. Vit kunnu hava 4300 ferðafólk við umborð, so tá ið skipið er fullsett, er tað sum Norðoyggjar fara ein túr til sjós”, sigur Oliver Andreasen skemtandi. “Hetta eru øgiligar stórar kreftir, sum vit hava við at gera. Tá ið skipið siglir við fullari ferð, brennir tað 340 tons av tungolju um samdøgrið. Hetta sigur eitt sindur um hvussu stórt skipið er”, sigur Oliver Andrea­sen. “Eisini hava vit tørv á nógvum feskvatni. Vit umgera 2500 tons av sjógvi til feskvatn um sam­ døgrið”. “Hetta er eitt marglætis­ skip. Prísirnir liggja frá kr. 4.000 til kr. 10.000, fyri eina viku á tí Karibiska havi­num. Tey sum ferðast við skipinum eru tey flestu frá 45 og niðureftir”, greiður Oliver Andreasen frá. Spurdur um starvsfólkið hevur loyvi til at njóta hent­ leikarnir umborð á skipinum, sigur Oliver soleiðis. “Vit offiserar kunnu ferðast sum vit hava hug, men tað krevur at vit eru í búna”, sigur Oliver Andreasen at enda. Føroyingur starvast á heimsins størsta marglætisskipi Oliver Andreasen 42 ár Argir 1. maskinmeistari á Freedom of the seas FAKTA Olivur Andreasen M/S Freedom of the seas