týsdagur 25. apríl 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 25. apríl 2006
Landsstýrið er til
reiðar at taka óvanlig
stig verk fyri at forða
fyri at rúsevni verða
smuglað til Føroyar
Smuggling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Mú skulu munandi stig
takast fyri at forða fyri, at
rúsevni verða smuglað til
Føroyar.
Tað er ein partur í
fólkaheilsuætlanini, sum
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í almanna- og
heilsumálum, legði fyri
Løgtingið í farnu viku og
sum tingfólk fara at hava
aðalorðaskifti um fríggja
dagin.
Hans Pauli Strøm ásannar,
at tað neyðugt við einum
virknum, munadyggum og
fjøltáttaðum eftirliti fyri at at
fyribyrgja, at rúsevni verða
innflutt ólógliga til Føroya.
Løgreglan skal fáa
betri amboð
Í hesum sambandi er tað
umráðandi
við
einum
neyvum eftirliti við ferða
fólki og ferðagóðsi, sum
koma til Føroyar.
Og fyri at kunna hava
betri eftirlit við ferðafólki
og ferðagóðsi, er landsstýrið
nú til reiðar at taka óvanlig
stig.
Í hesum sambandi er
ætlanin at geva løgregl
uni atgongd til ferðafólka
listarnar hjá skipum og flog
førum.
– Løgreglan hevur gjørt
vart við, at ynskiligt er at fáa
møguleika fyri at fáa fatur á
ferðafólkalistum frá skipum,
bátum og flogførum, sigur
landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at hetta fer at
geva løgregluni møguleikar
at gera regluligar kanningar
av ferðafólkamynstrinum
hjá ávísum fólkum.
Hetta ber ikki til í dag, tí
tað er ólógligt í Føroyum.
Men landsstýrið ásannar
nú at ferðafólkalistar eru eitt
týðandi amboð í arbeiðnum
hjá løgregluni í sambandi
við kanningar og avdúkingar
av narkotikabrotsverkum.
– Tí fer landsstýrið í
næstum at taka neyðug stig
til at veita løgregluni atgongd
til ferðafólkalistarnar, sigur
Hans Pauli Strøm
Hann sigur, at í øðr
um londum hevur løg
reglan atgongd til ferða
fólkalistarnar
fyri
at
kunna fylgja við ferð
ingarmynstrinum hjá fólki
í narkotikaumhvørvinum
og hjá fólki, sum annars eru
undir illgruna.
Men hann sigur, at tað er
eisini umráðandi við neyvum
samstarvi ímillum løgreglu
og tollvald á eftirlitsøkinum
og tað er eisini umráðandi
at hava eitt neyvt eftirlit við
farminum og postinum, sum
kemur til Føroyar.
– Eitt styrkt eftirlit við
fleiri narkotikahundum er
týdningarmikið, tí tað er
hundurin, sum finnur tað
mesta av teimum rúsevnum,
ið hald verður lagt á.
Men ein einsamallur
hundur hevur ikki orku at
leita leingi ísenn og kann
sjálvandi bert vera á einum
staði ísenn, sigur Hans Pauli
Strøm, so spurningurin um at
útvega fleiri narkotikahund
ar er sostatt eisini eitt mál,
sum verður tikin upp.
– Hetta er ein roynd at
tippa tey hol, sum smuglarar
brúka, leggur Hans Pauli
Strøm afturat.
Mest hassj
Annars ásannar Hans Pauli
Strøm, at tað er torført at
vita, hvussu umfatandi
misnýtslan av rúsevnum er
í Føroyum.
Men Løgreglan sigur, at
hassj tað rúsevnið, sum er
vanligast í Føroyum. Men
eisini sterkaru rúsevni sum
amfetamin, speed, kokain
og ecstacy, verða funnin í
Føroyum.
– Ecstacy er rættiliga
nýtt rúsevni í Føroyum.
Uttanlands verður ecstacy
javnan brúkt í sonevndum
tekno-veitslum. Í Føroyum
hava vit enn ikki slíkar tekno-
veitslur, men løgreglan
sigur, at ecstacy er í umfari
í diskotekumhvørvinum.
– Tað eru serliga ung
dómar, ið ofta bróta mørk
eru í vandabólki fyri at nýta
slík evni.
– Í fjør legði løgreglan
hald á 537 ecstacy tablettir.
Í 2004 varð hald lagt á 30
ecstacy tablettir.
Í Føroyum eru tað eis
ini nøkur fá, sum brúka
heroin.
Smugglarar
brúka snildir
Løgreglan sigur, at nógvar
snildir verða brúktar í
royndunum at smugla
hesi rúsevni til Føroyar.
Smuglingin kann býtast í
tveir høvuðstættir: Tað eru
fólk, ið smugla rúsevni uppi
á sær ella í viðførinum, tá ið
tey koma til Føroyar, men so
verða tey eisini send í posti
ella sum farmur við skipi
ella flogfari.
Hættirnir, sum persónar
nýta, tá teir smugla rúsevni
við sær til Føroyar, eru
eisini fjølbroyttir. Løgreglan
sigur, at í 2005 vóru fleiri
dømi um at fólk royndu at
smugla rúsevni til landið
innvortis. Tað merkir, at tey
høvdu antin svølgt evnið,
ella stungið tað upp í seg í
neðra frá.
- At goyma sterk evni
innvortis kann fáa álvarsligar
avleiðingar, tí evnini kunnu
leka út í maga ella tarmar
og verða upptikin av
kroppinum.
Løgreglan sigur, at eisini
ungar kvinnur verða nýttar
til at smugla rúsevnir til
Føroyar.
– Ómakslønin kann vera
eitt vikuskiftisuppihald í
Danmark við eitt sindur av
lummapeningi, sigur løg
reglan.
Skal vera torførari
at smugla til Føroyar
Løgreglan fær nú fáa nýggj amboð í royndunum at avdúka narkotikabrotsverk. Ein týðandi táttur í hesum er at geva løgregluni betri møguleikar at fylgja við, hvussu
fólk, sum eru undir illgruna, ferðast ímillum Føroyar og umheimin
Endamál og ætlanir
Landsstýrið heldur, at endamálið við einum
rúsdrekka- og rúsevnapolitikki skal vera, at:
• Rúsdrekkamisnýtslun sum heild skal minka.
• Byrjunaraldurin tá ung byrja at drekka rúsdrekka, skal
útsetast.
• Børnum og teimum ungu skal tryggjast ein uppvøkstur,
sum er fríur fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu.
• Rúsevnisfríar Føroyar.
• Medisinsku og sosialu skaðaárinini av rúsdrekka- og
rúsevnismisnýtslu skulu minka.
Og fyri at røkka endamálinum, skulu hesi tiltøk
setast í verk:
• Vitan um rúsdrekka- og rúsevnisvanar skal fáast til
vega.
• Upplýsing um heilsuvandar við rúsdrekka- og
rúsevnismisnýtslu.
• Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur skal orðast á øllum
arbeiðsplássum.
• Talið av rúsdrekka- og rúsevnisfríum umhvørvum skal
økjast.
• Viðgerð fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu.
• Fyribyrgjandi átøkini móti rúsdrekka- og rúsevnis
misnýtslu skulu styrkjast. Hetta er serliga galdandi
fyri tiltøk, sum eru ætlað børnum og ungum.
• Eftirlitið við innflutningi av ólógligum rúsevnum skal
gerast munadyggari og virknari.