týsdagur 25. apríl 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 79 - 25. apríl 2006
Klaksvíkingar sleppa
ókeypis til stóra DJ-
Showi á Kambsdali
komandi leygarkvøld
UNDIRHALD
Stórt tiltak við DJ-SHOW og
The Dreams verður í Høllini
á Kambsdali Leygarkvøldið
29. apríl. Og av tí at tunnilin
til Klaksvíkar júst er opnaður,
sleppa
klaksvíksingar
ÓKEYPIS við bussi aftur
og fram til tiltakið, um nóg
nógv teknað seg.
Gjaldast skal fyri atg.merki
til tiltakið í bussinum.
Og sjálvandi er tað eingin
annar enn Martin Kjærbo,
helst Føroya besti DJ, sum
fer at leggja fløgur á. Men
tað er enn meira tónaguff á
skránni, tí vit skulu eisini
hoyra nýggju fløguna hjá
The Dreams »LIVE«. Teir
hava júst verið í Studio (í
Klaksvík sjálvandi) og spælt
inn nýggju fløguna.
Her er talan um góðar gaml
ar slagarar, so sum 80´ini hjá
Frændum, sa sa sa sa hjá
Georg Eystaná, summer of
69 hjá Bryan Adams og nógv
onnur framúrskrandi góð
løg í nýggjum The Dreams
sniði. Teir framførdu nøkur
av løgunum í SMS herfyri
og tað má sigast, at gomlu
slagararnir verðuliga hava
fingið nýtt lív.
Sum nevnt so fáa klaks
víksingar eina stóra gávu og
kunnu koyra ókeypis báðar
vegir, úr og til Klaksvíkar
aftur, men sum nevnt, at
goldið verður fyri atg.merki
til tiltakið á kambsdali,
áðrenn fráferð úr Klaksvík.
Í samband við at
Teknmálstulka
tænastan í Føroyum
hevur 10 ár á baki,
verður í hesum
sambandi skipað fyri
ymiskum tiltøkum
gjøgnum árið
TEKNMÁLSTULKING
Fyrsta tiltakið er ein kunn
ingarferð í Føroyum, har
endamálið er at varpa ljós á
hesa tænastu og hvussu hon
virkar. Kunningarferðin
byrjar í Klaksvík, síðani
verður farið til Suðuroyar,
Eysturoyar og til Vágar,
og endað verður við ein
um kunningarfundi í Tórs
havn.
Tulkatænastan virkar við
støði í Fyrimyndarreglunum
hjá ST, ið siga: Javnbjóðis
rættindi til øll menniskju
– og fyri okkum merkir
hetta, at fólk, bæði deyv og
hoyrandi hava rætt til tulk
fyri at kunna samskifta í øll
um lívsins viðurskiftum.
Tulkatænastan, sum er
ein almenn tænasta á fíggj
arlógini, var sett á stovn 1.
januar 1996. Tulkatænastan
heldur til í MBF húsinum, á
Ìslandsvegi 10 í Tórshavn.
At byrja við var bert eitt
hálvt tulkastarv á Tulka
tænastuni, men í dag telur
Tulkatænastan 1 ½ tulka
starv og eitt ½ tíðar skriv
stovustarv.
Hesi 10 árini hevur Tulka
tænastan veitt teknmálstulk
til samskifti millum deyv
og hoyrandi. Hetta tíðar
skeið hevur tørvurin á
tulki verið vaksandi og eru
tulkingarnar tí eisini vorð
nar meira fjøltáttaðar.
Á rundferðini fara vit
at kunna um tulking frá
ymsum sjónarhornum. Vit
fara at tosa um tulking sæð
frá tí deyva brúkaranum,
frá teknmálstulkinum, og
vit fara at kunna um tær tæn
astur, sum Tulkatænastan
veitir.
Henda kunning er ætlað
øllum, ið á ein ella annan
hátt hava tørv á – ella áhuga
fyri tulking. t.d í samskifti
millum deyvar og hoyrandi
brúkarar. Arbeiðspláss,
starvsfelagir,
familja,
avvarðandi, heilsuverkið,
fakfólk/mynduleikar, og
onnur ið hava samband við
deyv – ja øll, ið kunnu hava
áhuga í hesum.
Fyrilestrarhaldarar eru:
Gudrun Olesen, sum er
deyv. Hon fer at siga frá
um hennara royndir at
brúka tulk.
Rannvá Eiriksdóttir, tekn
málstulkur, fer at greiða
frá tulkaarbeiði. Og Edny
Poulsen, teknmálstulkur,
fer at greiða frá Tulkatæn
astuni, bygnaði og virk
semi.
Á fundunum verður, um
framt fyrilestur, ein kaffi
munnur at fáa, og møgu
leiki verður fyri práti og
spurningum.
– Byrjað varð í Norður
oyggjum hóskvøldið 20.
apríl. Síðani varð farið til
Suðuroyar. Í morgin, miku
kvøldið 26. apríl verða vit í
Eysturoy í Hæddini í Runa
vík kl. 19:30
Hóskvøldið 27. apríl
verða vit í Vágoynni í Hús
møðrafelagshúsinum í Sør
vági kl 19:30.
Seinasti kunningarfundur
verður hóskvøldið 11. mai
á Streymoynni í MBF-
húsinum í Tórshavn kl
19:30.
Øll eru hjartaliga vælkom
in til fundirnar, og vónar
Teknmálstulkatænastan,
at nógv fólk koma til kunn
andi fundirnar, tí vit meta
at nógv størri samskifti
kundi farið fram millum
deyv og hoyrandi, um bert
fólk vistu meiri um hetta
økið, sum nokk ikki er so
sjónligt í dag.
Við hesi kunningarferðini
ynskja vit at fremja størri
vitan á økinum og gera
samskiftisgjónna millum
deyv og hoyrandi minni.
Eisini vóna vit, at almennir
myndugleikar vilja koma
við á fundirnar, so týdn
ingurin av, at deyv betur
kunna samskifta við mynd
ugleikarnir kann betrast í
framtíðini.
Verkstaðsbygningur
í Vági brendur
niður, og løgreglan
á Tvøroyri sigur seg
hava eina hóming av,
hvør orsøkin var til
eldsbruna. Á Argjum
varð ein bilur stolin,
og okkurt smávegis
óhapp er hent í
Suðurstreymoy. Eini
sethús í Havn eru
brend niður. Orsøkin
til eldsbrunan er
ókend
Óhapp og stuldur
Heini S. Kristiansen
Heini@sosialurin.fo
Á miðdegi sunnudagin
kom eldur í stóra verkstaðs
bygningin hjá P/F Auto Vulk
í Vági. Hálvan annan tíma
seinni var eldurin sløktur,
men tá var alt í verkstaðs
bygninginum, uttan sjálv
húsagrundin úr betongi, kol
að upp:
– Har er at kalla einki
eftir av bygninginum. Alt
má byggjast av nýggjum,
sigur vakthavandi á løgreglu
støðini á Tvøroyri við Por
talin.
Enn er ikki heilt greitt,
hví eldurin kyknaði í verk
staðsbygningin, men á løg
reglustøðini á Tvøroyri hava
tey tó ein varhuga:
– Ein maður stóð fyrr
á degnum og sveisaði bil
gáttur á ein bil tætt við verk
staðsbygningin. Tá hann var
liðugur, fór hann eitt ørindi.
Løtu seinni, tá hann kom
aftur, var longu stórur eldur í
bygninginum. Helst er eldur
kyknaður í bilin og síðan í
bygningin, sigur vakthavandi
á løgreglustøðini á Tvøroyri
við Portalin.
Bilur stolin,
ferðsluóhapp og
nógvur vindur
Á løgreglustøðini í Havn
hevur telefonin gingið heit.
Orsøkin til hetta er, at fleiri
royndu at boða løgregluni frá
einum álvarsomum óhappi á
Sundi. Men at tað í veruleik
anum bert var ein royndar
venjing hjá næmingum á
vetrarskeiðnum í dugnaskapi
í sigling, vistu tey flestu ikki
av:
– Hvørja ferð ein royndar
venjing er á skránni, ringir
telefonin í heilum, sigur
vakthavandi á løgreglustøðini
í Havn við Portalin.
Men løgreglan hevur tó
havt annað at gjørt um viku
skiftið. Eitt nú hava nøkur
ferðsluóhapp verið.
Fyri løtu síðan varð ein
maður brádliga illa fyri, tá
hann kom koyrandi niðan
eftir Sundsvegnum í Havn.
Maðurin slakaði ferðina, men
hetta varnaðist bilførarin, ið
koyrdi aftanfyri, ikki alt fyri
eitt og rendi tískil inn í aftur
partin á bilin hjá manninum.
Eingin stórur bilskaði stóðst
av hesum, men maðurin, ið
varð illa fyri, varð alt fyri
eitt fluttur á skaðastovuna á
Landssjúkrahúsinum. Sum
skilst var hendingin ikki so
álvarsom, men maðurin er
framvegis til kanningar.
Umframt hetta varð ein
persónbilur stolin á Argjum,
men hann var funnin aftur
í Føgrulíð 19 við lyklunum
í.
Tað var nógvur vindur
og regn kring landið í viku
skiftinum, og hetta sæst
somuleiðis aftur í notun
um hjá løgregluni. Eitt nú
fleyg ein leys takpláta á ein
bil í morgun í Klaksvík, og
klokkan 08.30 sunnumorg
unin koppaði ein treylari av
vegnum við rundkoyringina
í Kollafirði. Bert materiellur
skaði stóðst av óhappinum.
Eldur í gomlum
sethúsum
Klokkan 2.30 leygarnáttina
vórðu boð send eftir løg
regluni, tí eldur var kyknaður
í einum gomlum sethúsum
Yviri við Strond.
– Eingin hevur búð í
húsunum í fleiri ár. Húsini
eru úr betong, men alt
timbri innan í húsinum er
brent, sigur vakthavandi á
løgreglustøðini í Havn.
Enn veit løgreglan ikki
at siga, hvussu eldurin, ið
varð sløktur ein tíma seinni,
kyknaði.
Eldur í Vági
og í Tórshavn
DJ-SHOW í høllini á Kambsdali
Teknmálstulka
tænastan á rundferð
Sera nógvur roykur kom frá bygninginum, tá eldurin brann á tað harðasta. Eisini hoyrdist
buldur og brak