Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 25. apríl 2006  Í farnu viku byrjaðu tey aftur at arbeiða fisk á virkinum í Sørvági, har Vestís áður virkaði saltfisk. Pf. Vesturvón var partaeigari í Vestís, og eru tað teir nýggju eigararnir av pf. Vesturvón, sum saman við m.a. norska felagnum Friomar ætla at salta fisk í Sørvági. Fiskaarbeiði Snorri Brend Sørvágur: Friomar rekur í dag fleiri fiskavirkir í Noregi, og hevur tí gott samband við marknaðin úti í heimi. Ætlanin er í fyrstu syftu at salta upsa, bæði flaktan upsa og upsafløk. Tað er tó rættiliga sannlíkt, at onnur fiskasløg eisini fara at verða arbeidd á virkinum seinni. Ætlanin er eisini, at partrolararnir, sum í fjør vórðu seldir av Sørvági, saman við øðrum par- og djúpvatnstrolarum, regluliga skulu leggja veiðuna upp í Sørvági. – Á henda hátt kann virkið fáa tey umleið 50 tonsini av rávøru, ið teir miða eftir at arbeiða um dagin, verður sagt úr Sørvági. Fyrsta lastin Dagligur leiðari á virkinum verður Poli Hansen av Strondum. Hann hevur áður verið leiðari á virkinum, men seinastu tíðina hevur hann starvast fyri Fariga í Letlandi. Sagt verður, at fyrstu tíðina verður arbeiði til seks fólk á virkinum. Seinast í farnu viku var Vesturleiki á Sørvági og landaði. Henda túrin høvdu teir roynt eystanfyri, og høvdu umleið 60 tons inni, har meginparturin var upsi. Nýggja virkið keypti 50 tons av hesi lastini, meðan restin varð seld øðrum. Vesturleiki er farin aftur til fiskiskap. Fólkið í Leynum, Stykk­inum og í Skælingi ynskja at teirra økið skal mennast og útbyggjast. Tá einki er hent í málinum ynskja tey nú bæði samstarv og møguliga sam­ an­­­legging við Vest­ manna komm­unu. Tey hoyra ann­ars undir Kvívíkar kommunu Kommunu­ samstarv Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Leynar: Tað er neyvan á hvørjum degi at borg­ ara­fundur verður hildin í Leynum. Tá so fundur endi­ liga verður hildin er uttan iva talan um eitt mál, sum upptekur fólk. Tað gjørdi tað so sanniliga eisini. Á borgarafundi fyrr í mánaðinum varð nevniliga tosað um at taka seg úr Kvívíkar kommunu og heldur fara upp í grannakommun­ una í Vestmanna. Skúlin á Leynum var nevni­ liga fullsettur av fólki hetta týskvøldið fyri júst tveimum vikum síðani. Boðað til fundin høvdu trý fólk á Leynum. Við hesum fundi ynsktu tey at vísa á sína misnøgd við førda politikkin í Kvívíkar kommunu. Tvey av hesum fólkunum sita í bygdaráðnum, men hava ikki følt at ynskini um menning og framburð í økinum verða hoyrd. Tí varð avgjørt at kalla inn til fundin, sum vendi sær serliga til fólkið á Leynum, Skælingi og á Stykkinum. Á fundinum var breið semja um, at neyðugt er við samstarvi í økinum. Tá sagt verður økinum so verður í fyrsta lagi hugsað um økt samstarv við Vestmanna kommunu. Tosað varð eisini um at bygdirnar skuldu fara upp í hesa kommununa. Enntá nevndi onkur møguleikan at fara upp í Tórshavnar kommunu. Semja varð tó kortini um at rættast er at samstarva við Vestmanna kommunu, soleiðis at hetta økið kann verða ment í framtíðini. Eingin framburður Stigtakararnir til borg­ara­ fundin í Leyna skúla vóru Soffi Egholm og Palle Rasmussen, sum sita í bygda­ ráðnum í Kvívík. Saman við teimum var eisini Tórarin Didriksen innbjóðari til henda fundin. Í skrivi, sum varð sent í øll húsini í bygdunum varð sagt, at ynski teirra var – og er – at leggja upp til menningar- og framburðsætlanir í økinum. Soffi Egholm hevur búð í Danmark í nógv ár. Men tá hon fyri nøkrum árum síðani flutti aftur til Leynar gjørdist hon stórliga bilsin. – Øll hesi árini meðan eg búði í Danmark var einki hent í Leynum. Tað sá út næstan á sama hátt, sum tá eg fór, sigur Soffi við Sosialin. Meðan hon búði í Dan­ mark var hon virkin í politikki, og tí veit hon nógv um, hvussu tað er at arbeiða við at menna eitt øki uppá allar mátar. Afturkomin til Føroyar kundi hon snøgt sagt stað­ festa, at tað ikki er soleiðis á øllum støðum og økjum her á landi. Tað sær út til, at ein hevur arvað eina ósemju millum kommununa, og sum forðar fyri allari menning í økinum! Samstarv neyðugt Eitt av málunum, sum fekk nógva umrøðu á borg­ arafundinum var sonevnda sam­starvs­nevnd­in. Endamálið við hesi nevndini, ið hevur tríggjar limir, var at øll økini í Kvívíkar kommunu skuldu mennast nú og í framtíðini. At síggja til er hetta arbeiðið nærum steðgað upp, tí ein frá ávísum síðum ikki hevur so stóran áhuga í hesum. Tað er kanska heldur so, at ein roynir at mót­arbeiða hesum arbeiðinum. Hetta hevur fólkið tikið at sær, og ynskir nú at okkurt skal henda í málinum – at ein fær eitt betri og størri samstarv við Vestmanna kommunu. Í løtuni er samstarv millum kommunurnar á ymiskum økjum, men ikki á nóg nógvum. – Frá byrjan av fingu vit eina avtalu um eina samstarvsnevnd. Henda nevndin skuldi tosa um samstarv við Vestmanna kommunu, soleiðis at øll økini skuldu kunna mennast til felags loysnir og grundarlag. – Hetta skuldi føra til ein berandi framburð fyri øll. Men soleiðis er veru­ leikin tíverri ikki, varð sagt í innbjóðingini til borg­ arafundin. Samstundis varð harmast um, at persónar beinleiðis mótarbeiddu hesi nevndini í tí arbeiðinum, sum hon skuldi gera. Hetta hevur so aftur ført við sær, at fólkið í hesum trimum bygdunum nú sjálvt fer at taka støðu til samstarv og møguliga samanlegging við Vestmanna kommunu. Enn verður einki sagt um, hvussu hetta reint formelt skal gerast. Men sum skilst er áhugi í Vestmanna fyri eini slíkari samanlegging. Í Leynum stendur alt í stað Fiskaarbeiðið byrjar aftur í Sørvági Lítil menning hevur verið í Leynum og á Stykkinum tey seinastu mongu árini. Nú er nóg mikið heldur fólkið í hesum bygdum, sum ynskir bæði samstarv og samanlegging við Vestmanna kommunu (savnsmynd) Lindin fer at senda alt samdøgrið Minka ferðina við elektroniskum skelti Havn: – Tað hevur verið ein dreymur heilt frá byrjan av, og nú kann hann gerast veruleiki hjá Lindini: At senda 24 tímar um samdøgrið, sigur Dánial á Dul Jacobsen. Hann er ein av fólk­ unum aftanfyri kristnu útvarpsrásina Lindin, sum byrjaði sendingar sínar fyri seks árum síðani. Higartil hava teir bert sent ein part av degnum, men nú verður møguleiki at senda alt samdøgrið. Hetta hendir ikki minst eftir eitt væl­ eydn­að stuðulstiltak leygarkvøldið, har fólk høvdu møguleika at tekna seg sum stuðlar hjá rásini. – Vit lovaðu lurtar­un­ um, at fingu vit 60 nýggj­ ar stuðlar, vildu vit seta hesa ætlanina í verk. Vit fingu nógv fleiri enn tað – upp móti 70 -, og tí eru vit til reiðar at seta hesa ætlanina í verk, sigur Dánial við Sosialin. Enn er ikki avgjørt, nær hetta verður gjørt. Men ætlanin er at lurtararnir ikki skulu bíða leingi eftir, at Lindin, sum tann fyrsta føroyska útvarpsrásin nakrantíð fer at senda 24 tímar um samdøgrið. sb Gøtugjógv: Tá Norð­ oyatunnilin letur upp fer fólkið í Gøtu uttan iva at merkja sera nógv til ta øktu ferðsluna gjøgnum bygdirnar. Hetta vita tey hjá Landsverki eisini, og hava tey í eina tíð arbeitt við ein loysn, sum miðar eftir at tálma ferðsluna gjøgnum økið við Gøtugjógv. Her liggja stovnar av ymiskum slagi eisini liggja, m.a. ein barnaskúli. Hósmorgunin er ætl­ anin at taka í nýtslu eitt sokallað elektroniskt skelti við Gøtu skúla. Líknandi skelti sum hetta verða somuleiðis sett upp í Søldarfirði, Sandavági og á Skipanesi. Til tess at markera hetta verður kunnandi fundur um hesa verkætlanina í Gøtu hósmorgunin, har umborð fyri løgregluna, Ferðslutrygd, Landsverk, skúlarnar og kommununa verða við. sb. Skúladepilin verður boðin út Suðuroy: Nú verða fyrstu ítøkiligu stigini tikin til nógv umrødda skúla­ depilin í oynni. Í hesum døgum er nevniliga jørðarbeiðið boðið út í almennari lisitasjón. Hetta arbeiðið umfatar byggibúning og gerð av atkomuvegi. Sagt verður, at áhugaðir tilboðsgevarar kunnu fáa hetta tilfarið útflýggjað frá Landsbyggifelagnum. Hetta tilfarið verður síðani sent út í næstu viku. Týsdagin 16. mai kl. 15 verður so lisitasjónin á skrivstovuni hjá Landsverki. sb. Kvívíkar kommuna fevnir um fimm bygdir. Tær eru Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingur. Í kommununi búgva 570 fólk. Av teimum búgva umleið 360 í Kvívík, umleið 50 á Válinum, umleið 30 á Stykkinum, umleið 100 í Leynum og 14 á Skælingi. Kelda: Føroya Kommunufelag FAKTA