Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 79 - 25. apríl 2006 Marknaðarrák Sum mett í seinasta marknar­ ráki, hækkaði Nokia parta­ brævið enn meir. Nokia tók øll á bóli, tá tey hósdagin í farnu viku kunngjørdu ein góðan roknskap fyri fyrsta ársfjórðing. Sølan vaks meiri enn 15 mia. kr og úrslitið gjørdist 1,05 mia. kr., sum er 21% hægri enn árið frammanundan. Óvæntaða úrslitið fekk partabrævið at hækka gott 8% eftir kunngerðina. Kursurin varð 18,50, ið er tað hægsta síðan 2002. Góða úrslitið stavar serliga frá søluni í margmiðladeildini, ið hækkaði 55%. Sølan av fartelefonum vaks 30%, og tað var serliga sølan av 3G telefonini N70, ið gjørdi munin. Rentuhækkingin steðgað             Lánsbrævarentur hava staðið í stað hesa farnu vikuna. Danska 10-ára rentan liggur nú um 4,00%. Sovorðnir steðgir hava verið tvær ferðir áður í ár, og báðu ferð eru renturnar hækkaðar aftaná. Nú eru renturnar tó hækkaðar so mikið, at ein mótrørsla niður í rentu er væntandi. Partabrøv tálmað av høgum oljuprísi Seinastu tíðina hava hækkandi olju- og rávøruprísir lagt alt størri trýst á partabrøv sum heild, meðan partabrøv tengd at olju- og rávøruvinnuni hava havt undanvind. Komandi vikurnar fara fleiri virkir at kunngera roknskap, og hesir fara væntandi at ávirka kursgongdina á partabrøvum sum heild. Hesa vikuna kunngera Microsoft og Siemens umframt norðurlendsku feløgini Norsk Hydro og Novo Nordisk roknskap. Hesa vikuna Hesa vikuna er væntandi, at høgi oljuprísurin og roknskaparkunngerðir fara at seta dagsskránna. Oljuprísurin tvífaldaðist í 2004-2005, uttan at inntøkurnar hjá virkjum sum heild vórðu tálmaðar nakað serligt. Nú verður áhugavert at vita, hvat marknaðurin heldur um ein oljuprís, sum liggur um 75 dollararnar fyri tunnuna. Nokia vísti góð úrslit Vika 17 2006                                 Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.                 Hvussu kann rørsla stuðla undir viðgerðina av sálarliga sjúkum fólkum er evnið, sum verður tikið upp av Sinnisbati á temadegi í Norður­ landahúsinum miku­ dagin og á kjakfundi í Miðlahúsinum hóskvøldið Temadagur og kjakfundur Jan Müller jan@sosialurin.fo Mikudagin 26. apríl skipar felagið Sinnisbati fyri stórum temadegi í Norðurlandahúsinum um evnið »Fysiskur aktivitetur – fyribyrgjan og viðgerð av fólki við sálarbreki«. Í hesum sambandi eru fleiri fyrilestrarhaldarar komnir úr Danmark. Teir eru Jan Svensson, sum er leiðari av ítóttarhúsinum fyri sálarliga sjúk í Keypmannahavnar kommunu og Aksel Graver­ sen, sum er ítróttarsam­ skipari í ítróttarfelagnum »Kæmperne af 1998«. Temadagurin byrjar klokk­ an 9 og endar kl. 15.30. Hann er í Klingruni í Norð­ urlandahúsinum. Millum fyri­lestrarevnini eru m.a. tey ráðini, sum Heilsustýrið hevur fyri rørslu tvs. fys­ iskum virksemi í sjúkra­ húsverkinum, eisini nevnt »Modelindsats på psykiatriske afdelinger.« Síðani eru mong evni á skránni, sum fevna um »målrettet leg og idræt som en del af den psykiatriske behandling«. Temadagurin er almennur men tú skal rinda fyri temadagin og er tilmelding á telefon 721236 ella 211016. Eisini ber til at senda teldupost sinnisbati@ sinnisbati.fo. Hóskvøldið 27. apríl verð­ur so uppfylgjandi alment kjak í Miðlahúsinum í Vágs­botni um sama evni. Tann fundurin byrjar klokkan 19 og eru øll vælkomin. Fyribyrgjan og viðgerð av fólki við sálarbreki