týsdagur 25. apríl 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 25. apríl 2006
Eftir at hava verið
við í nevndini í 12
ár, og eftir at hava
verið formaður tey
síðstu 7, hevur Atli
Hansen nú lagt frá
sær sum formaður hjá
Felagnum Nótaskip
NÓTASKIP
Heini S. Kristiansen
Heinik@sosialurin.fo
Atli Hansen í Gøtu hevur
lagt frá sær sum formaður
í Felagnum Nótaskip. Vara
formaðurin Kristian Martin
Rasmussen er virkandi for
maður, inntil nýggjur for
maður er valdur. – Hetta er
ein natúrlig gongd at trappa
niður, nú eg eri komin eitt
sindur upp í árini. 12 ár eru
nóg leingi og nú skal onkur
annar sleppa framat, heldur
Atli Hansen. Hann verður 65
ár í summar, so nú vil hann
fegin so smátt sleppa at njóta
sína pensjón. Eg havi fegin
vilja sloppið burturúr í eina
tíð nú, men tað hevur ikki
ordiliga borið til, men nú er
tíðin búgvin til at eg leggi
frá mær, sigur hann.
Tað hava verið nøkur
hendingarrík ár, meðan Atli
hevur verið við í Felagnum
Nótaskip. Tá ið hann kom
uppí fyri 12 árum síðani,
var nótaflotin í kreppu. Atli
sigur seg minnast, at nógvir
ungir menn settu allar sínar
pengar í, fyri at fáa Trónd í
Gøtu og Finn Fríða til Gøtu.
Hendan íløgan ber nú frukt,
tí nú gongur sera væl hjá
uppisjóvarskipunum.
– Okkara floti hevur end
urnýggjað seg og er í dag
ein tann mest framkomni í
heiminum. Norðhavssildin
vitjar í summarhálvuni, og
svartkjaftastovnurin er væl
fyri. Makrelurin er eisini
nógv betri fyri nú, enn hann
hevur verið, sigur Atli Han
sen.
Hóast tað hava verið nøkur
góð ár, meðan Atli hevur ver
ið formaður, so leggur hann
dent á, at framgongdin er
ikki honum at takka. Men
tað er einki at taka seg aftur
í, at hann hevur tikið eitt
stórt tak, og hann hevur
verið ímyndin av Felagnum
Nótaskip.
– Onkuntíð eru stovnarnir
væl fyri og onkuntíð minni
væl. Tað er ikki í okkara
hondum, sigur hann.
Nú Atli hevur lagt frá
sær, hevur hann møguleika
at raðfesta sína tíð øðrvísi.
– Tú fært einki gjørt við, at
tú eldist, so hóast tað er við
sorgblídni, at eg leggi frá
mær, so er tað góða í tí, at eg
fái betri tíð til frítíðarítrivið.
Mær dámar sera væl at putl
ast í bátinum, og eg fái betri
tíð at fara á flot nakrar dagar,
sigur Atli Hansen.
Harvið sleppur fyrrverandi
sjómaðurin og formaðurin
í Felagnum Nótaskip ikki
havinum og fiskiskapinum
heilt.
Føroya einasti
hondlesari, Marita,
ber orð fyri at vera
óvanliga beinrakin
í sínum útsøgum.
Um vikuskifti verður
høvi at hitta hana í
Leikalund í Klaksvík
Hondlesing
Í samband við at Norð
oyatunnulin verður tikin í
nýtslu, skipar Leikalund
fyri einum heldur øðrvísi
tiltaki um vikuskiftið.
Leygardagin og sunnudagin
verður høvi hjá fólki at
uppliva hondlesaran Maritu
í handlinum.
Sera beinrakin
Marita hevur virkað sum
hondlesari í Danmark í
nógv ár, men hevur hesi
seinnu árini eisini vitjað
í Føroyum. Her hevur
hon givið fólki møguleikan
at fáa innlit í henda aldar
gamla vísdóm við at lesa
hendur teirra.
Í Føroyum er Marita
millum annað kend frá
sjónvarpssendingini Cassio
peia. Fólk, sum hava verið
hjá henni, siga, at hon er
ómetaliga beinrakin í sín
um útsøgnum. Marita
fortelur fólki nógv um
teirra fortíð og nútíð, og
samstundis veitir hon
eisini stuðul og vegleiðing
í spurningum, sum hava
við framtíðina at gera.
Marita er at hitta í Leika
lund leygarmorgunin frá
klokkan 10.00 og sunnu
dagin frá klokkan 14.00.
Til ber at tryggja sær pláss
hjá Føroya einasta hond
lesara við at bíleggja tíð í
Leikalund longu nú.
Hvør lesing varðar á leið
12 minnutir, og gera tey
frá Leikalund vart við, at
hondlesingin er at meta sum
ein smakkroynd av hesum
aldargamla kynstri.
Í vikuskiftinum bjóðar Leikalund fólki høvi at fáa lisið sínar
hendur av roynda hondlesaranum Maritu
Hondlesing
í Leikalund
Heimsins størsta
bókmentavirðisløn
fyri barna- og
ungdómsbøkur varð í
ár latin amerikanska
høvundanum
Katherine Paterson,
sum eisini er kend um
okkara leiðir
Virðisløn
Stóra bókmentavirðislønin,
ið verður latin til minnis um
Astrid Lindgren, er fimm
milliónir svenskar krónur,
og er hon tann størsta, sum
givin verður barna- og ung
dómshøvundum og mynd
prýðarum.
Í grundgevingini fyri at
lata Katherine Paterson virð
islønina varð millum annað
sagt:
”Katherine Paterson fer inn
undir húðina á teimum ungu,
viðkvæmu menniskjum, hon
skapar, hvørt hendingarnar
fara fram í søguligum og
fremmandum umhvørvi
ella í einum hørðum ameri
kanskum gerandisdegi. Við
eini serstakari estetiskari
kenslu sleppir hon sær und
an einføldum loysnum og
mennir í staðin íbornu styrk
ina og lívshugin í høvuðs
persónunum”
Týdd til føroyskt
Katherine Patherson er
ikki heilt ókend um okkara
leiðir. Bókadeild Føroya
Lærarafelags gav í 1989 út
bókina Brúgvin, sum er um
10 ára gamla drongin Jess.
Hann eigur 4 systrar, men
trívist illa saman við teim
um, tí tær eru so fjákutar.
Men so flytir Leslie inn í
grannahúsini, og hon er heilt
øðrvísi enn aðrar gentur.
Leslie fer við Jess inn í
loyniliga heimin Terabithia,
ein heimum á tremur við
hugflog og vitan, og har
mennist vinalag teirra. Jess
broytist og fær dirvi at taka
støðu sjálvur. Men tá verður
Leslie brádliga tikin frá hon
um…
Bergljót Joensen (av
Skarði) týddi bókina til før
oyskt, sum kom út í Barna
bókaklubbanum í oktober
1989.
At kenna seg uttanfyri
Katherine Paterson heldur
sjálv, at tað er eitt undur, at
hennara søgur onkursvegna
røkka yvir um høv, mál,
aldur, tjóðskap, ættfólk
og allar tær forðingar, vit
menniskju seta.
Hetta, at flestu høvuðs
persónar hennara eru burtur
kveistraðir og við skerdan lut,
men samstundis ikki lata seg
kúga, heldur hon kemst av, at
tá ið familja hennara kom úr
Kina til USA, kendi hon seg
fremmanda, sum kom hon
frá eini aðrari gongustjørnu.
Einastu vinir hennara vóru
bøkurnar. Hetta hevði við
sær, at Katherine Paterson
longu sum barn fekk eina
greiða fatan av, hvat tað vil
siga at kenna seg uttan fyri
tað viðurkenda samfelagið.
Katherine Paterson hev
ur skrivað 14 bøkur og
hevur fingið eitt ótal av
virðislønum. Brúgvin var
fyrsta bók hennara, og fyri
hana hevur hon fingið átta
virðislønir úr fleiri ymiskum
londum. At serliga Brúgvin
hevur havt nógv at týða fyri
hana sæst av, at heimasíðan
hjá Katherine Paterson eitur
www.terabithia.com
ave
Ungi yrkjarin
Christian Andreasen
úr Leirvík gav
herfyri út sítt fyrsta
yrkingasavn. Savnið
hevur heitið “Heart
Broke Believe”, og bera
yrkingarnar dám av
ungdómsins tankum
um lívsins stóru
spurningar
Nýtt yrkinga
savn
Drívmegin í savninum
er leitanin eftir kærleika,
Gudi og eins leikluti í
lívinum.
Í flestu av yrkingunum
hómast ein ivasom sál, sum
sera erliga og húðleyst setir
orð á sínar innastu kenslur
um stórar spurningar so
sum kærleika, svik, trúgv
ella ynski um at trúgva.
Aðrar bera meir dám av
gerandistonkum um at
drekka seg fullan, hyggja
eftir konufólki ella standa
á flakavirki og droyma um
at gerast stjørna.
“Heart Broke Believe”
er skipað í tríggjar partar.
Yrkingarnar í fyrsta parti
eru á føroyskum, meðan
tær í øðrum og triðja parti
eru á enskum.
Í alt 43 longri og styttri
yrkingar eru í savninum,
sum er givið út á egnum
forlagi.
ave
Nýggjar, ungar yrkingar
Ungdómsins kenslur
seta dám á fyrsta
yrkingasavnið hjá
Christian Andreasen
“Heart Broke Believe”,
sum kom út beint fyri
páskir
Atli lagt frá sær
12 ár er long tíð í slíkum
nevndararbeiði, heldur Atli
Hansen, sum nú hevur lagt
frá sær sum formaður í
felagnum Nótaskip
Bókmentavirðisløn Astrid Lind
grens latin Katherine Paterson
Kenslan av at vera øðrvísi gongur sum ein reyður tráður
gjøgnum nógvar av bókunum hjá Katherine Paterson