Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 79 - 25. apríl 2006 Tað eru í dag 61 ár síðan Bretland viðurkendi Merkið sum tjóðflagg okkara føroyinga. Frammanundan hevði eitt tjóðskaparligt stríð staðið í mong ár um rætt okkara til egið flagg. Í dag kennir hvørt mannsbarn hesa søgu, so tað er eingin orsøk til at endurtaka hana her á hesum teigi. Vit fara tó at loyva okkum at hugleiða eitt sindur um Merkið og týdning tess fyri okkum. Tað ber til at siga, at Merkið í roynd og veru er okkara felags samleikaprógv sum tjóð. Merkið er ímyndin, Merkið signalerar, at vit, sum her búgva, hóast politiskar og átrúnaðarligar ósemjur hava nøkur felags virði. Hesi virði eru okkara mál, mentan, søga, náttúra og umhvørvi. Hesi felags virði hava ómissandi týdning fyri okk­ um. Um vit ikki varðveita og menna hesi felags virðini, er okkum ikki lív laga sum tjóð. Væl vit­ andi, at hesir eru gamlir sannleikar, sum tey flestu ivaleyst hava hoyrt fleiri ferðir í flaggrøðum og á skúlabonki, vilja vit kortini endurtaka hesar sann­ leikar her. Orsøkin er, at vit sum tjóð eru stødd í eini nýggjari støðu. Hvat er hetta fyri ein nýggj støða? kann verða spurt. Jú, hesi seinastu árini hava broytt heimin frá botni av. Altjóðagerðin hevur grundleggjandi broytt allar tilverufortreytir hjá smáum og meðalstórum tjóðum. Heimurin er broyttur búskaparliga og mentanarliga. Nýggja kunningar- og samskiftistøknin hevur ført til eina alt meira felags mentan, har serstakliga tey ungu kenna seg sum alheimsborgarar við enskum sum felags máli, nakað sum í sjálvum sær bert er gott og gagnligt. Heimurin gerst alt meira sum ein bygd. Búskapurin gerst alt meira samanhangandi. Hetta hava vit ongatíð áður sannað so ítøkiliga sum júst nú, hvar t.d. oljuprísirnir eru avgerandi fyri okkara búskap og arbeiðspláss flyta hagar lønin er lægst. Men altjóðagerðin ber eisini nógvar møguleikar í fangi, og tann tjóð, sum dugir at síggja hesar møguleikar, kann koma langt – hygg bert eftir frændum okkara fyri vestan hav. Ein fortreyt fyri, at smátjóðir sum okkara skulu kunna koma væl burturúr hesi nýggju støðu, er, at vit ansa væl eftir máli og mentan. Skulu vit varð­ veita okkara samleika sum tjóð, mugu vit varðveita okkara mál og mentan. Tað gera vit við at lata tey ungu læra um føroyskt mál og mentan, við at læra tey at nýta málið væl í skrivt og talu. Hetta gera vit við at fara væl um okkara felags mentanararv. Hvussu støðan er á hesum økjum, skulu vit lata lesaran døma um. Ivaleyst kundi mangt verið betri. Í dag, ein illveðursdag síðst í apríl, heiðra vit Merkið og vit minnast tey, sum stríddust fyri, at føroyska tjóðin skuldi fáa sítt felags samleikaprógv. Merkið er ein støðug áminning um, at vit eiga at røkja okkara felags virði og fara væl um okkara felags mentanararv. DAGSINS MEINING Sosialurin Okkara felags samleikaprógv VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Havi altíð havt sera stóra virð­ing fyri tí arbeiði, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd stendur fyri, og bleiv tí ikki sørt skakkur, tá eg hoyrdi formannin í ráðnum, Rúnu Sivertsen útala seg um vega­føringina um Leirvík í út­varpinum á middegi leyg­ ardagin. Hetta var jú beint ímóti tí, hon segði fyri uml. 300 áhoyrarum, á almennum fundi í Bygdarhúsinum í Leirvík fyri nøkrum vikum síðani, – tá metti hon at allar vegaføringarnar vóru nóg ferðslutryggar og annars als ikki vildi blanda seg uppí, hvør loysn varð vald, tí hetta segði hon vera eina politiska avgerð. Gangi út frá, at Ráðið fyri Ferðslutrygd nú ikki bert hevur mett um nið­astu loysnina, men hevur havt eina neyva gjøgnum­gongd av øllum vega- og tunn­ ilsloysnunum um Leirvík. Gangi eisini út frá, at Ráð­ ið hevur kortlagt allar fyri­ munir og vansar, og at starvs­ nevndin kemur við eini útfør­ ligari frágreiðing/rapport, og at frá­boðanin hjá Rúnu Sivert­sen bert var ein saman­ dráttur av hesi. Taki eisini sum givið, at útalilsini hjá Rúnu Sivert­ sen ikki kunnu gerast part­ ur av nakrari viðgerð á Løg­ tingi og í Vinnunvndini hjá Løgtinginum, fyrr enn starvs­ nevndin hjá Ráð­num fyri Ferslu­trygd hevur almanna­ kunn­gjørt rapportina um vegaføringina um Leirvík. Annars undrar tað meg ikki sørt, hví Ráðið fyri Ferðslu­ trygd ikki hevur stuðlað ein­um samdum bygdarráði í Leirvík og uml. 95% av leirvíkingum í at fáa framt tunnisloysnina har niðri í bygdini, sum nevnliga hevur sum høvuðsmál at fremja ferðslutrygd, og at koma uttan um bygt øki. Tað undrar meg enn meira, at Ráðið fyri Ferðslutrygd onga viðmerking hevur til, at øll ferðslan til og frá Norðoyatunnlinum í uml. 2 ár skal koyra beint ígjøgnum Leirvíkar bygd eftir tí veg­ num, har meginparturin av øll­um skúlabørnunum í Leir­ vík skulu tvørtur um fyri at koma til og frá skúla!!!!!! Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur rætt í, at verður veg­ urin lagdur har niðri í bygd­ ini, fer hann ígjøgnum bygt øki, men gloymur at fortelja, at talan bert er um eini 3 sethús, har fólk búgva, at tað bert eru vinnuvirki á niðaru síðu á vegnum, og at stór orka annars er løgd í at gera vegin ferðslutryggan. Argumentini hjá teimum, sum vilja leggja landsvegin oman fyri bygdina niðan fyri Bygdarhúsið, er, at vegurin verður at rokna sum ein van­ligur bygdarvegur, sum skal integrerast við allar útstykkingar, hann kemur fram við. Eisini hava tey lagt stóra orku í at greiða frá, at handlar o.l. koma at hava so at siga fría atgongd til Landsvegin – ella sagt við øðrum orðum, byggjast skal fram við øllum vegnum eins og var hetta ein vanligur 50 km/h bygdarrvegur. Hetta er, sum eg skilji, beint ímóti tí, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til. Meirilutin í Leirvíkar bygdarráð hevur altíð havt ta áskoðan, at ferðslutryggasta loysnin er ein tunnil har niðri í bygdini, og at tá ið talan er um veg, er vegurin har niðri í bygdini tann besta og tryggasta loysnin, samtundis sum antin tunnil ella vegur har niðri í bygdini ótarnað loyvir okkum at útbyggja bygdina niðaneftir. Av teimum uppskotum sum fyriliggja, er tunnil ella vegurin har niðri í bygdini nærmast »0 hugsjónini«, meðan integreraða loysnin oman fyri bygdina sæð við »0 hugsjónareygum« er ein líka stór katastrofa, sum at leiða alla ferðsluna til og frá Norðoyatunnlinum beint ígjøgnum Leirvíkar bygd í 2 ár. Annars er mín hugsan, at hetta málið nú er farið fullkomuliga »út at koyra«, og er lítið hugaligt at fáast við. Fari tí inniliga at heita á Løgmann, um at eftirkanna alt hetta málið og byrja við seinasta útspælinum, nevn­ liga úttalilsinum hjá for­ mann­inum í Ráðnum fyri Ferðslu­trygd, Rúnu Sivert­ sen, leygar­dagin 22. apríl á middegi. Tvingað/tvingsil er før­ oyskt! TVINGAÐ: Ofta siga fólk, eisini fjølmiðlar, at tey eru tvungin til at gera okkurt. Tað rætta er, at tey eru tvingað! At tvinga er veikt bent og bendist tí ikki sum tey sterkt bendu, syngja ella stinga (syngja-sang-sungið/stinga- stakk-stungið)! At tvinga-tvingar- tvingaði-tvingaðu-hevur tvingað. Hann er tvingaður-hon er tvingað-tað er tvingað. TVINGSIL: Javnan hoyra vit í fjølmiðlunum, á løgtingi og annars millum manna, at onkur er tvangsfluttur, ella at onkur brúkar tvang. Púra skeivt! Hatta er danskt! Á føroyskum eitur hatta navnorðið ein tvingsil (kallkyn)! Dømi: Tey eru tvingsils­ flutt. Onkur brúkar tving­ sil. Við málkvøðu Viðmerking til Ráðið fyri Ferðslutrygd – Rúnu Sivertsen, formann Tvungið/tvang er ikki føroyskt! Á Borg á Argjum á markusarmessu 2006 Eyðun á Borg ein av teimum fýra hvølpunum í Leirvíkar bygdarráð Poul Andrias Joensen