týsdagur 25. apríl 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 25. apríl 2006
11
Grætur
Merkið
flaggdagin?
Mangar
staðir grætur Merkið –
hvønn einasta flaggdag
Aftur í ár, skal ein stór
ur partur av føroyingum
flaggdagin ”standa model”
til eina niðurgerðing.
Merkið er merkið
alra føroyinga. Mangar
staðir standa fólk ár eftir
ár spyrjandi. Hvussu
ber tað til, at tey, ið
fyri ein stóran part bera
fram flaggdagsrøðu eru
tjóðveldisfólk ella loys
ingarfólk? Hava vit eina
flaggdags mafiu, ið velur
loysingarfólk, fyri ein
stóran part, at halda røður
flaggdagin?
Ikki er heldur sørt, at
flaggdagurin eisini verður
nýttur av somu loys
ingarfólkum at senda pílar
eftir sambandsfólkum.
Undirtónin er tann, at loys
ingarfólk eiga Merkið.
Tað skal undra, um hendan
grova manipulatión ið er
farin fram flaggdagin,
ikki eisini verður at
hoyra fleiri staðir í ár. Tey
sjálvútnevndu ”reinu”,
fara enn einaferð at royna
at stjala Merkið, við at
prísa egnum dygdum,
m.a við at traðka á aðrar
landsmenn.
Nakrir sokallaðir ”stikk
pillarar” verða helst send
ir sambandsfólkum aftur
í ár.
Um bert ein lítil javn
vág skal fáast i flagg
dagshaldini, so er neyðugt,
at sambandsfólk komandi
50 árini halda hvørja
einastu flagsdagsrøðu her
á landi.
Flaggið er Merkið hjá
øllum føroyingum. Ein
kann ikki finna seg í, at
mítt Merkið verður stolið
av loysingarfólkum.
Antin SKAL skeiva
siðvenjan broytast – ella
mugu vit Sambandsfólk
skipa fyri Flaggdagshaldi
– fyri allar føroyingar.
Eg hvørki tími ella
vil longur finna meg í
loysingarsvassi sjálvan
flaggdagin.
Vit mugu koma á eitt
hægri støði. Tað hava
nevniliga bæði føroyingar
og Merkið uppiborið.
MERKIÐ MÁ IKKI
GRÁTA LONGUR.
VIÐMERKINGAR
løgtingsmaður
Marjus
Dam
Øll norðurlendsku
ítróttasambondini og
olympisku nevndirnar
uttan tey í Svøríki
hava stuðlað føroysku
umsóknini. DIF stuðlar
føroysku umsóknini
frá 1984, men ásannar
samstundis, at galdandi
reglurnar hjá IOC bert
loyva sjálvstøðugum
londum limaskap.
ÍSF hevur við atliti til 1984-
umsókina valt at vera uttanfyri
DIF-samstarvið, eftirsum vit
ynskja sjálvstøðugan lima
skap. Grønlendska Ítrótta
sambandið hevur onga vón
um sjálvstøðugan limaskap
fyribils, og hevur tí valt at
luttaka á danska OL-lands
liðinum, har tað ber til.
Trætumálið millum danir
og grønlendingarnar snýr
seg um luttøkutreytirnar,
ið verða settar donskum og
grønlendskum ítróttafólkum.
Grønlendingar ynskja ser
liga lagaligar treytir fyri
síni ítróttafólk, meðan danir
føra fram, at uttan mun til,
um ítróttafólkini koma úr
Danmark, Grønlandi ella fyri
so vítt úr Føroyum, skulu tey
uppfylla somu krøv.
Tað er í hesum høpinum,
at DIF samanber føroysk
og grønlendsk ítróttafólk.
Um føroyska ítróttarrørslen
ger av, at vit skulu royna
at fáa føroysk ítróttafólk á
danska OL-landsliði, eru tey
vælkomin sigur DIF. Men
ÍSF hevur sagt, at føroysk
ítróttarfólk einans koma
at luttaka sum føroyingar
og fyri Føroyar. Alt annað
kemur ikki uppá tal.
Skrivið frá Rogge vísir
ikki til 1984-umsóknina,
men sigur bert, at við ver
andi IOC-lóg og verandi
ríkisrættarligu støðu Føroya,
kunnu Føroyar ikki upptakast
sum sjálvstøðugir limir.
Støðan hjá DIF er tann
sama, sum hon altíð hevur
verið. Teir stuðla 1984-
umsóknini,
men
geva
føroyskum ítróttafólkum
møguleikan at luttaka á
danska OL-liðnum, um ÍSF
ynskir tað. Men tað hevur
ÍSF onki ynski um, tí vit
eru føroyingar undir egnum
flaggi.
Um Gibraltar vinnur rætt
armálið, fáa Føroyar og
Gibraltar sambært keldum í
IOC sjálvstøðugan limaskap
í IOC. Skrivið hjá Rogge
broytir einki í so máta. Tað
er bert ein staðfesting av
verandi støðu.
Báðir partarnir í rættar
málinum, IOC og Gibraltar,
krógva síni kort væl, og eru
tí ikki áhugaðir at siga so
nógv um gongdina í rættar
málinum.
ÍSF arbeiðir víðari við mál
inum. Í løtuni verður roynt at
fáa fund í lag við IOC. Vit
ætla framhaldandi at vísa á,
at okkara umsókn varð send
inn, áðrenn reglurnar vórðu
broyttar, og at hon tí eigur
at verða viðgjørd sambært
teimum reglum, ið vóru í
gildi, tá umsóknin varð send
inn.
Svar til Jørgen Evald Solmunde:
Takk fyri áhuga um limaskap ÍSF í IOC
Heðin
Mortensen
Uttanlandsnevndin er
samd um, at løgmaður
hevur borið seg skeivt
at í framløgu síni av
Hoyvíkssáttmálanum
Full semja er um, at tað er
skeivt at samtykkja sáttmálan
sum lóg, so sum løgmaður
hevur skotið upp.
Soleiðis sum fleiri okkara
lýstu málið undir fyrstu við
gerð fyri fimm mánaðum
síðan, soleiðs vísir tað seg
at hanga saman.
Umsiting løgtingsins og
ein røð av advokatum eru
samd í sjónamiðum okk
ara og mæla so avgjørt frá
at samtykkja uppskot løg
mans.
Íslendingar
eru
av
somu hugsan sum vit, og
íslendska Altingið fer eisini
at samtykkja sáttmálan sum
uppskot til samtyktar.
Hóast uttanlandsnevndin
er samd um sjálvan leistin,
og um framtíðarleistin fyri
sáttmálager av hesum slag,
so er hon ósamd í tilmæli
sínum til løgtingið.
Vit, sum eru í minnilut
anum, mæla tinginum til at
samtykkja málið samsvar
andi sannføring okkara.
Meirilutin er hinvegin
hoknaður undir trýstinum
frá løgmanni, og móti síni
sannføring mælir hann løg
tinginum til at samtykkja
sáttmálan sum lóg.
Teir fýra javnaðar- og
fólkafloksmenninir í meiri
lutanum skriva søgu.
Teir viðganga enntá, at
teir mæla tinginum til at
samtykkja lógarfusk – við
víðfevndum samfelagsskaði
ligum avleiðingum fyri
altjóðagerðina.
Teir siga um tilmæli teirra
til løgtingið:
– ”at hesin háttur ikki
er framtíðar leistur og ikki
á nakran hátt skal skapa
fordømi fyri framtíðar sátt
málagerðum av hesum
slagi.”
Sjálvt barnið í vøgguni
spyr tá, hví í verðini eitt
heilt løgting skal samtykkja
nakað, sum ein heil nevnd er
samd um, er skeivt.
Svarið er, at løgmaður
hevur hótt við at taka málið
aftur, verður tað ikki samtykt
eftir hansara høvdið.
Hesir báðir heimastýris
flokkarnir mæla tí tinginum
til at samtykkja eitt mistak
hesa fyrstu ferðina, ein tílíkur
sáttmáli verður gjørdur.
Teir mæla løgtinginum til
at virka móti betri vitandi, og
at samtykkja eitt lógarkent
misfostur hjá løgmanni, sum
eftir teirra høvdið kortini
ikki skal vera nakað fordømi
frameftir.
Vit í minnilutanum vilja
ikki hava ruðulleika á økinum,
og síggja ein beinleiðis
vanda fyri samfelagið, um
vit stíga skeivt í hesum fyrsta
týdnnigarmikla stigi okkara
út í altjóðagerðina.
Samstundis sum vit nú
hoyra advokatarnir tosa um
lógarfusk í altjóðagerðini,
undrast øll nú yvir ein
løgmann, sum trýstir eitt
løgting frá at halda lóg og
landaskil.
Tá stríðið í nevndini um
mánaðarskiftið februar/mars
var upp á tað hægsta gav
formaður sambandsfloksins
formanninum í uttanlands
nevndini sína treytaleysu til
søgn, tá hann í Dimmalætting
skrivaði:
– “At taka formannin hjá
okkum í Uttanlandsnevndini
av ræði, er tað sama sum at
taka Sambandsflokkin av
ræði, og tað uttan haldgóðar
grundgevingar, og tað verður
ikki góðtikið
– Formaður okkara í Utt
anlandsnevndini ger eitt
dygdargott arbeiði, og vit
stuðla honum fult í hans
ara arbeiði í nevndini, og
tað vilja vit eisini heita á
okkara samgongulimir um
at gera.”
Vit í minnilutanum halda
eisini, at formaðurin í
nevndini hevur gjørt eitt gott
arbeiði saman við okkum
øðrum.
So fáa vit at síggja, um
sambandsflokkurin verður
tikin av ræði í fyrsta lagi,
og um hann góðtekur tað í
øðrum lagi.
Hoknar sambandsflokk
urin eisini, so kunna vit ikki
siga annað enn:
- “Hoknaðu í taratøðum,
hetjurnar á Stiklastøðum.”
Lógarfusk í altjóðagerðini
løgtingslimur
Hergeir
Nielsen
Ein føroysk familja,
ið flytur uttanlands
at búgva í 4 ár, har
skatturin er lægri enn
tann føroyski, skal
tibakarvirkandi skattast
í føroyum av síni inntøku
uttanlands, um hon flytur
heim aftur til føroyar 4 ár
seinni.
Skattalógin sigur :
§ 1. Fulla skattskyldu hevur:
1) Hvør persónur, ið hev
ur bústað í Føroyum.
2) 1) 2) 25) Hvør persónur,
sum innan 4 tey seinastu
árini hevur havt bústað her
í landinum, uttan so at hann
prógvar, at hann er undir
skyldu at gjalda inntøkuskatt
uttanlands. Tað er tó ein
treyt, at skattingin ikki
fer fram eftir reglum, sum
eru eyðsýnt lagaligari enn
skattareglurnar í Føroyum.
Landsstýrismaðurin í skatta
málum avger, um inntøku
skattingin uttanlands má
metast sum eyðsýnt lagaligari
enn eftir skattareglunum
í Føroyum. Avgerðin, um
skattingin uttanlands eyðsýnt
kann metast sum lagaligari
enn eftir skattareglunum
í Føroyum, verður tikin
út frá eini heildarmetan.
Eisini hevur tað týdning
fyri metingina, um ein
verulig inntøkuskatting fer
fram, um inntøkuskattingin
sum meginregla fevnir um
allar inntøkur, uttan mun til
hvaðani tær stava, og um
inntøkuskattingin fer fram
eftir reglunum galdandi fyri
persónar búsitandi har.
Fylgirnar av hesu paragraf
eru :
Ein føroyska familja
ið flytur til eitt land har
skattaprocentið er 20 %,
og flytur heim aftur til
føroyar 4 ár seinni, fær
30 % føroyskan tilbakar
virkandi 4 ár aftur í tíðina
fyri tey árini tey vóru uttan
lands.
Henda paragraf í skattalógini
hindrar føroyingum at flyta
til onnur lond at búgva, har
skatta prosentið er lægri
enn í føroyum. Lønarlagið
ið einum landi er altíð tengt
til skattatrýstið í landinum.
Hetta er eitt stavnsband.
Tað er einki annað land
ið bindur sínar íbúgvar frá
at gerast alheimsborgarir
sum Føroyar.
Broytið tí § 1. í skattalógini
soleiðis.
§ 1. Fulla skattskyldu hevur:
1) Hvør persónur, ið hevur
bústað í Føroyum.
2) Kapital inntøkur frá
føroyskum virkjum og rentur
skattast í føroyum.
3. Føroingur ið býr uttan
lands og skattast har og
hevur familjuna í føroyum
skattast har han býr
Viðmerkingar.
Ein føroyingur skattast har
hann býr. Um dupultskatta
avtala er gjørd millum Før
oyar og viðkomandi land er
dupultskatta avtalan gald
andi.
Niðurstøða:
Um ein ynskir at arbeið
í altjóða umhvørvi skal
man ikki búseta seg í Før
oyum.
Visión 2015 er deyadømd
um ikki føroyingar á landi
ikki fáa somu treytir at
arbeiða í altjóða umhvørvi
sum onnur.
Uppskot til broytan av § 1 í føroysku skattalógini
Martin Pauli
Jacobsen