týsdagur 25. apríl 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 25. apríl 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Svenn Brimheim
fer úr Landssjúkrahús
kapellinum í kvøld kl.18.
Jarðarferðin verður úr
Havnar Kirkju mikudagin
kl. 13. Tey, ið vilja minnast
Svenn, kunna lata eina
gávu til Føroya felag móti
krabbameini. Konta í
peningastovnunum.
Hans við Neyst, føddur
Poulsen, ættaður úr Hvalba,
búsitandi í Klaksvík and
aðist í heiminum 23. apríl,
83 ára gamal. Farið verður
úr kapellinum mikukvøldið
kl. 18 heim í Betesda. Jarð
arferðin verður úr Betesda
hósdagin kl. 13.30. Tey, ið
vilja Hans kunnu lata eina
gávu til Akurin, konta í
Norðoya Sparikassa.
Nelly Mortensen, Tvøroyri,
andaðist á Suðuroyar Ellis-
og Røktarheimið í gjár,
24. apríl, 87 ára gomul.
Jarðarferðin verður kunn
gjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæri sonur, beiggi, mammu-
og pápabeiggi okkara
Jan í Eyðansstovu
Sandavágur
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til prestarnar Sverra Steinhólm
og David Johannesen, fyri troystandi orð
í kapellinum og kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravara.
Øllum tykkum á Landssjúkrahúsinum
og Pensionatinum, sum hjálptu Jan
og tóku hond um, tá til trongdi.
Tykkum sum hjálptu til við ervið,
hjartans tøkk øll somul.
Takk fyri peningagávu til " Sinnisbata".
Tøkk til tykkum, sum fylgdu Jan
til seinasta hvíldarstaðið á fold.
Fyri tey avvarðandi
Foreldur og systkin við familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu,
tá kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Vitalis Elias Vitalis
Klaksvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Tøkk til heimarøktina.
Tøkk til Niels Paula Danielsen prest, organist,
kirkjutænarar, sangarar og gravara.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað og annars øllum tykkum,
sum á ymiskan hátt hjálptu til í sambandi við
jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Marjun og Poul Jakki
Tað er altíð tungt at fáa deyðsboðini
av einum, tú heldur av, einum ið
stendur tær nær ella einum hollum
vini. Og henda sunnumorgunin, hesi
ófrættaboðini komu sum skelkandi
vábrestur, var tað ikki meira, enn
at tú fótaði tær aftur í øllum sorgar
leikinum.
Kundi tað veruliga bera til, at Dánial,
sum tú dagliga hevði umgingist, ikki
var okkara millum longur? So seint
sum hóskvøldið høvdu vit báðir etið
náta inni í nýggju húsum hansara.
Og at kalla hvønn dag í hoyggingini
hevði hann tikið hondina í við okkum,
og hann og sonurin, Magnus, høvdu
hentað alla lesullina, hvønn nipil, upp
sum ærnar høvdu kastað.
Hesin fryntligi maðurin var nú ikki
longur okkara millum.
Dánial var sonur Poulu og Magnus
Ennistíg; hon var ættað av Oyrini í
Norðdepli og hann úr Kunoy. Dánial
var av góðum bergi brotin. Hann vaks
upp úti á Sand á Stongum í tvíhúsum,
har abbin, Sivar í Kunoy, og omman
Sanna, ættað úr Brekkuni í Klaksvík,
búðu áfast teimum. Her nam hann
mangt gott gamalt, sum børn, ið ikki
liva nær abbanum og ommuni, ikki
fáa inn við móðurmjólkini. Og ofta
var hann norðuri á Oyrini, har omman
Luffa og abbin Jóan Jákup búðu, og
hvat kundi vera betri fyri drong sum
Dánjal enn at uppliva fjørulívið í
Hvannasundi og at flota bát har?
Dánjal var fittur og gløggur skúla
drongur, nærlagdur og ágrýin, ið
lærarar løgdu til merkis. Eftir skúla
gongdina fór hann á HF og tók prógv
har. Tínæst fór hann á Haslev Seminar
ium, har hann gekk tey fyrstu trý árini
og tað fjórða árið á Føroya Lærara
skúla og tók lærara prógv í 1988.
Hann var læraravikarur við skúlan
á Fossanesi í tvey ár og gjørdist so
lærari við Skúlan við Ósánna. Hann
tók seinni serlæraraprógv á DLH í
1999. Eitt ár hevði hann arbeiðs
farloyvi og arbeiddi vanligt fiska-
og laksaarbeiði. Og nú hann brádliga
doyði, var hann í farloyvi vikarur á
Viðareiði, har hann eisini lærdi
børnini at telva og ætlaði at stovna
talvfelag.
Sum lærari hevði hann fjølbroytta
vitan í flestu lærugreinum. Hann var
málsliga kringur bæði í útlendskum
máli og í móðurmálinum, har hann
sum ungur alvi hevði sogið sær máls
liga máttin frá fleiri ættar liðum.
Tá ið vit tóku telvingina upp í seksti
árunum, var tað skjótt, at Dánial kom
at telva, og hann var við í unglinga-
ella dreingjakappingini longu veturin
1968-69, og øll árini, burtursæð frá
tá hann hevur lisið uttanlands, hevur
hann trúfast stuðlað og verið góður
stuðul hjá Klaksvíkar Talvfelag, eins
og hann hevur luttikið í kappingum
felagsins.
Dánial var eisini íðin skóti í Skóta
liði Nólsoyar Páls, hann var í Lions
og í Skt. Jørundsgildi í mong ár, eins
og hann sang við í bæði felagskóri
og í manskóri.
Í 1991 vóru vit tveireinir í Íslandi
$á vinabýastevnu fyri kennarar. Vit
vórðu móttiknir av Bjarna Braga
Jónssyni seðlabankastjóra og Annu,
konu hansara, ið var kennari; men
vit búðu hjá Stellu Gudmundsdóttur,
skúlastjóra á Hjalla skóla, og
manninum Pálma Gisla syni, ið var
landsbankastjóri; hann doyði fyri
fimm árum síðan av ferðsluvanlukku.
Hetta var ein væleydnað og minnilig
ferð, har vit nomu nógv á ymiskum
skúlum eins og á fleiri vitjanum. Vit
vitjaðu eisini Vígdis Finnbogadóttur
forseta úti á Bessastøðum. Hon var
væl hirsin henda dagin og visti ikki,
hvussu blíð hon skuldi vera. Ásetta
tíðin á Bessastøðum varð longd, og
hon beyð okkum øllum niður í kjall
aran at síggja forvitnisliga útgrevst
urin har og prátaði nógv við okkum
øll. Áðrenn vit fóru upp aftur, kemur
Vígdis brosmynt yvir til mínsara
og Dánials og heldur fyri: »Thað er
gamalt, at færingar og íslendingar skalt
tú uppliva, hinar norðurlendingarnar
kanst tú lesa um.«
Dánial hevði havt sukursjúku, men
hevði røkt hana væl, hevði gingið námt
langar túrar hvønn dag, var lætnaður
so nógv, at sjúkan var horvin.
Hetta seinasta kvøldið, eg var
inni hjá teimum, segði Dánial, at nú
fylti hann 50 í summar, og spurdi,
um eg ikki fór at yrkja ein sang til
dagin. »Jú,« segði eg, »um eg havi
lív og heilsu, ætli eg at yrkja tær ein
føðingardagssong, tí tú yrkti mær ein
song, tá ið eg fylti seksti.«
Tey vóru júst farin í nýggj hús syðst
á Helnabrekku. Tey høvdu gott útsýni.
Her høvdu Dánial, Marjun, Sólvá og
Magnus tað gott. Men deyðin hyggur
ikki at tonnunum.
Dánial var væl dámdur av næming
um og lærarum og av teimum, hann
kendi. – Og tað vístu tey 800, ið
fylgdu honum til gravar.
Ærað veri minnið um vinmannin
Dánial Ennistíg.
Michael
Dánjali Ennistíg
til minningar
f. 10. juni 1956 - d. 30. oktober 2005
Dagurin í morgin
26. apríl. Cletus, deyður umleið ár 90. Cletus ella Anacletus var triði maður á pávastóli eftir Pætur.