Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 79 - 25. apríl 2006 Á ráðstevnuni »Rúm­ligi Arbeiðs­ markn­að­urin«, sum ALV skipaði fyri á Hotel Føroyum fríggjadagin, vórðu stovnarin av ALV, Karolina Petersen og maður hennara Petur Petersen, heiðrað. Formaðurin í ALV- stýrinum, Johann Samuelsen handaðí teimum heiðurin við hesum orðum: HEIÐUR Johann Samuelsen, formaður í ALV-stýrinum  – Eg fari fyrst, sum formaður í stýrinum fyri Alv, at takka øllum somlum, at tit møttu so fjølment her í dag at við­ gera evnið um »Rúmliga arbeiðsmarknaðin«, sum vit øll á ein ella annan hátt vara av, men serliga tit sum sita, har avgerðirnar á lógarøkinum verða tikn­ar og annars tit sum vara av almenna ar­beiðs­markn­að­ inum í Føroyum so ella so. Takk fyri at tit komu higar og søgdu tykkara hugsan um hesi viðurskifti, sum støðugt eiga at vera til viðgerðar í einum samfelagi, sum okk­ ara, har alt gongur við tí rúk­andi ferð, og vit mugu ásanna, at nógv er broytt til tað betra, síðani hesir tankar sóu dagsins ljós norðuri í Hvalvík fyri 50 árum síðani. Og ikki vóru hetta bert vakrir tankar og vøkur orð, men virkan aftan fyri vøkru hugsanirnar vórðu gjørd til veruleika – hóast ásannast má, at hugburðurin og sosiala med­vitið tá, als ikki var á okkara nútíðar vælferðarkós, har vit halda, at »rúmligi arbeiðsmarknaðurin« er bara sjálvsøgd rættindi, sum so mangt annað! Føroyska samfelagið var á einum vegamóti fyri 50 árum síðani – og hoyrdist eisini ljóð, kanska onkur tá helt mis­ljóð, vera rætta orðið, fyri at fólk við skerdum før­ leikum eisini høvdu rætt til at verða vird eins og onnur, og harvið eisini viðurkenna teimum rætt til at fara til eitt hóskandi arbeiði, sum tey megnaðu, sum einhvør annar borgari. Hugsanin aftan fyri var hon, at hava fólk við skerdum førleika ein meiningsfullan gerandisdag at fara upp til, eins og onn­ ur í okkara samfelagi, so er ein positiv motivatión skapt, og hugurin at liva og virka optimalt eftir givnum umstøðum, er skaptur. Ar­beiðs­­møgu­leikarnir verður fram­­­tíðar­­lykilin, sum opnar mang­ar dyr og gev­ur viðkom­andi møgu­­leikar at skapa sær sína egnu framtíð í einum arbeiðs­høpi, har sosiala samveran við onn­ ur eisini hevur sín stóra týdning. Og hetta at føla seg sum ein partur av einum arbeiðsfelagsskapi hev­ur sjálvsagt ávirkan á heild­ar­ støðuna hjá tí brekaða – og er vinningur fyri samfelagið alt. Alternativið er sum kunn­ ugt bara at sita úti undir vaðingini, og lata lívið fara framvið í ónøgdsemi og ein­ semi, sum kúrandi fuglur í búri. Ein persónur her á landi, sum sá hesar møguleikar fyri sær, longu fyri 50 árum síðani, var prestafrúan í Hval­ vík, Karolina Petersen – og at tað var ein einsamøll kvinna, sum slóðaði fyri á økinum – tað er neyvan av tilvild! Hon hevur verið langt framman fyri sína tíð, sum tikið verð­ur til í dag. Tað man ikki hava verið lætt at koma fram við slíkum tankum fyri einari hálvari øld síðani – Karolina visti væl, hvat gekk fyri seg í grannalondum okkara um hetta mundið – tey vóru heilar báts­longdir framm­an fyri okkum – tí væl fylgdi hon við, hvat fyri­fórst á sosiala økinum í granna­lond­un­um. Men at koma fram við hesi nýggju dimensiónini her heima, var tungt hoyggja at draga. M. a. at skapa neyðugu fíggjarligu karmarnar, fáa hølir til vega, fáa politikkarnar at skilja nýggju tankarnar, tað var ikki bara sum at siga tað, og so megna at fáa tílíkar tankar ígjøgnum poltisku skipanirnar o. s. fr. Men Karolinusa hjarta brann fyri hesi søk – og hon sigraði. Byrjaði í smáum í prestagarðinum í Hvalvík, so við Áirnar, tá tey húsini blivu tøk, seinri bleiv tað bæði til verkstað og skúla – alt hetta arbeiðið, sum hon legði lunnar undir, var so grundleggjandi, at hetta enn dagin í dag eru høvuðs­súl­ur­ nar undir tí megnararbeiði, sum Karolina Petersen loysti úr lagdi, umframt vard heim av ymsum slagi kring landið, og sjálvt Hotel Torshavn í Keypmannahavn, kent av hvørjum mansbarni í Føroyum í dag, sum staðið har føroyingar í 1000 tali á hvørjum ári búgva og av­var­andi teirra, meðan tey sum sjúk eru, fáa hægstu serfrøði innan heilsuverkið á Ríkissjúkrahúsinum, eis­ ini har var Karolina tann um­hugsna og skilagóða kona, sum greitt sá, at her var neyðugt at gera nakað muna­gott, og fekk síni ynskir ígjøg­num – uttan henn­ara nær­lagni og ágrýtni fyri hesi søk, bland­að saman við einum øgi­ligum treiskni og góðum evnum at fáa myndug­ leik­arnar í talu, so var hetta arbeiðið, teimum brekaðu at bata, ongan veg komið longu fyri 50 árum síðani, av tí einfaldu orsøk, at ongin hevði taðað jørðina. Karolina hevur verið ein av hesum eldsálunum, sum hevur strítt sítt stríð fyri teimum brekaðu í Føroy­um. Og uttan nakra nevni­verda sosial­lóg­gávu her heima at vísa á, og tað at almanna­ málini vóru danskt málsøki, sum jú ikki er ringasta fyri­ myndin av londum at hava á hesum øki, men í hesum veruleika, at so var, kom Karo­lina í samband við leiðaran á sosialu deild hjá Ríkis­umboðnum, Klaus Her­­man, sála, og sum seinri gjørdist fyrsti stjóri á Al­manna­stov­uni eftir at sosial­mál­ini vóru yvir­tikin, og sam­arbeiðið teirra mill­ um varð inspirerað av djúpa enga­mentin­um hjá Karolinu og góða for­stáils­inum frá skilamanninum Klaus Her­ man, umframt spír­andi væl­vilj­anum frá polit­isk­ari síðu. Og tí kunnu vit her í dag fegnast um, at Alv hevur 50 ár á baki, og enn stendur í besta blóma. Tað er mær ein gleði og heiður at kunna handa kvinnuni, sum slóðaði fyri og legði lunnar undir endurbúgvingina her á landi, Karolinu Petersen, og manni hennara Peturi, sum altíð heilhjartaður tók undir við ymsu hugskotunum, Karo­ lina kom við, eina heiðurs­ gávu á hesum degi. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Karolinu Petersen – slóðarin mikli á sosiala økinum