Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 [ Nr. 79 - 25. apríl 2006 ] Frem leingir við ungar spælarar Danska felagið Frem, sum hevur tríggjar føroyskar spælarar í hópinum, hevur longt sáttmálarnar við tvey av talentunum í felagnum. 17 ára gomlu Frank Palka Jensen og Adda Djeziri hava lont sáttmálarnar í ávíkavist trý og hálvtannað ár. – Vit hava stóran talentmassa í Fram, og tað er hesar spælarar, sum vit skulu byggja eitt nýtt stórlið á, sigur Hans Hermansen, stjóri í felagnum. Todi legðist sjúkur Ætlanin var, at Todi Jónsson skuldi verða við í dystinum hjá Start ímóti Brann í gjárkvøldið, men soleiðis skuldi ikki vera. Enn einaferð var Todi óheppin, og beint undan dystinum legðist hann sjúkur. Tað gekk illa hjá Start, tí Brann vann dystin 1-0, og tí hevur Start fingið eina sera vánaliga byrjan upp á nýggja kappingarárið. Liðið hevur fingið eitt stig í trimum dystum, og tað er ikki nøktandi fyri felagið, sum var við í toppinum í fjør. Heimasíðan Soccer­ way fylgir væl við í kvinnufótbóltinum í Føroyum. Á heima­ síðuni eru dagførd úrslit og upplýsingar um føroyskan kvinnu­ fótbólt Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Heimasíðan Women Soccer­ way fylgir væl við í før­ oyskum kvinnufótbólti. Heimasíðan hevur øll dag­ førd úrslit, støðu og aðrar upp­lýsingar um føroyskan kvinnufótbólt. Tað er belgiumaðurin Hans Ijsbran­dy, sum skrivar um før­oyskan kvinnufótbólt fyri Soccerway. Hann er fót­bólts­dómari og er sera áhugaður í kvinnufótbólti. – Soccerway hevur 10 milli­ónir síðuvísingar um mánaðin, og heimsíðan telist millum 20 tær mest brúktu fótbóltssíðurnar á netinum, sigur Hans Ijsbrandy. Soccerway skrivar um allar fótbóltskappingar í Europa, og á síðuni um før­oyskan kvinnufótbólt eru leik­ara­ hóp­ar frá fleiri feløgum, hagtøl um feløgini. Og eftir hvørt umfar í landskapping­ ini er frásøgn við myndum frá einum dysti og hagtøl frá øllum hinum dystunum. Størsta úrslitatænasta í heiminum Tað, sum Soccerway skriv­ar um kvinnufótbólt kring allan heimin, er mest um­fatandi dekningurin av kvinnu­fót­ bólti, sum finnist á inter­ netin­um. Dentur verður serliga lagd­ur á norðurlendsku kapp­ ingina, men Soccerway fer eisini víða til nógv onnur lond. Samanlagt verður fylgt við í 380 ymiskum kappingum í meira enn 100 londum. Dagføringar verða gjørdar allatíðina, og útslitatænastan er tann støra í heiminum. Tey, sum hava hug at leggja leiðina fram við síð­ uni, kunnu klikkja seg inn á www.women.soccerway. com Stuðulsavtalan endurnýggjað Herfyri undirskrivaðu ÍSB og Skemman eina endurnýggjan av sínamillum avtaluni. Skemman er annar høvuðsstuðulin hjá ÍSB, og henda avtalan verður galdandi í 3 ár. Báðir partar eru væl nøgdir við samstarvið hesi undarfarnu árini og síggja fram til framhaldandi gott stamstarv. Gentur 14 ár hjá VÍF hava vunnið bæði landskappingina og steypakappingina í vetur. Tær eru aftast frá vinstru: Erla Olsen hjálparvenjari, Brynhild Seloy hjálparvenjari, Linda Davidsen,Ingilín Strøm, Liljan Djurhus, Sólgerð Joensen , Ingi Olsen venjari. Í miðuni frá vinstru Agnas Olsen, Jona Zachariasen, Oddvør Vang, Asta Múller, Sólja Thorleifsson, Tóra Seloy. Fremst frá vinstru: Liljan Petersen og Ragnhild á Heygum. Á myndini vantar Halla Durhuus Belgiumaður fylgir føroysku kvinnunum VÍF vann FM