týsdagur 25. apríl 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 79 - 25. apríl 2006 ]
Drukku tunnilsvatn á botni
Á botninum í tunlinum, góðar 180 metrar undir Leirvíksfirði,
bjóðaðu fyrireikararnir kelduvatn úr Norðoyatunlinum. Vatnið var
tappað onkrastaðni í tunlinum, og síðani varð tað latið upp í smá
plastbikør. Tey vóru nógv, sum vildu royna forkunnuga drykkin, og
talan var um gott vatn, sum gleið væl niður, tá ið troyttu rennararnir
vóru komnir hálvan tein í tunlinum.
Fleiri enn 3.000 fólk
gingu ella runnu
sunnudagin ígjøgnum
Norðoyatunnilin.
Tunnilsrenningin
gjørdist ein hátíðar
dagur, har løtt varð
til stóra skotið nú
leygardagin
Tunnilsrenning
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Spenningur var í lotinum,
sum streyk millum tey
mongu fólkini, ið savnaðust
uttan fyri Norðoyatunnilin
í Leirvík sunnudagin.
Stóra tunnilsrenningin var
á skránni, og yvir 3.000
fólk vildu royna at ferðast á
fótum ígjøgnum tunnilin til
Klaksvíkar.
Prátið gekk lívliga, fólk
vóru í góðum lag, og júst
hendan dagin vildu fólk líka
so gjarna ganga ella renna
ígjøgnum tunnilin sum at
koyra.
Hetta var ein smakkiroynd
av tí søguliga degnum,
sum bíðar fyri framman,
tá ið Norðoyatunnilin letur
alment upp.
– Next stop Klaksvík,
rópti
býráðspolitikarin
Rani Nolsøe í mikrofonina,
áðrenn startskotið ljóðaði,
og tey mongu fólkini fóru
til stroks oman brekkuna og
undir sjógvin við kós ímóti
Klaksvík.
Alt gekk upp á stás
Áhugin fyri renningin var
sera stórur. Ítróttarfelagið
Treysti í Klaksvík skipaði
fyri, og tey høvdu úr at gera
við at avgreiða tilmeldingar
og startpakkar í døgunum
undan renningini.
Sløk 3.000 fólk skrásettu
seg áðrenn renningina, og
harafturat vóru ivaleyst
eisini onnur við, ið ikki vóru
skrásett. Tí vóru tað helst
nærri 3.500 fólkum, sum fóru
ígjøgnum Norðoyatunnilin
sunnudagin.
Tiltakið gekk upp á stás.
Tey mongu fólkini úr Norð
oyggjum, sum vóru við í
renningini, vóru koyrd um
Leirvíksfjørð í bussi, men
onkur av teimum valdu at fara
við Dúgvuni eina seinastu
ferð um Leirvíksfjørð.
Fólkini úr restina av land
inum ferðaðust sjálvi til Leir
víkar, og eftir renningina
vóru tey koyrd aftur til Leir
víkar við bussum.
Teir fyrstu
runnu skjótt
Teinurin úr Leirvík til
Klaksvíkar var góðar seks
kilometrar, og fyrireikararnir
høvdu verið so umhugsnir at
hanga skelti við kilometurtali
upp undir loftið í tunlinum.
Tí vistu fólk altíð, hvussu
langt tey vóru komin, og
hvussu nógv tey skuldu
treiskast afturat.
Skjótasti rennarin kom á
mál við tíðini 23,40, meðan
tey, sum tóku sær serliga
góða tíð, brúktu slakar tveir
tímar um teinin.
Allir rennararnir vórðu
skrásettir fyri strikukotu
lesara, tá ið teir komu á
mál, og tí kundi Treysti gera
úrslitið upp eftir renningina.
Øll tey, sum vóru skrásett,
fingu at vita, hvussu langa
tíð tey høvdu brúkt ígjøgnum
tunnilin, og heiðursmerki
vóru latin til tey fremstu í
teimum ymsu bólkunum.
Kvinnurnar í
meiriluta
Kvinnurnar eru sjáldan í
meiriluta til rennikappingar
í Føroyum, men júst hendan
dagin høvdu kvinnurnar
munin á monnunum.
1587 kvinnur vóru skrá
settar á málinum, meðan
menninir vóru 1354 í tali.
Fólk í øllum aldri vóru
við í renningini. Summi av
smábørnunum lógu í vogni,
og 84 ára gamal maður av
Argjum var eisini við.
Talan var um eina fólka
fest, har fólk í góðum lag og
við sveitta á pannuni komu
á mál í Klaksvík. Og har
bar til at rinda møðina, fáa
sær okkurt leskandi og gott
afturvið.
Hetta var ein hugaligur og
søguligur dagur – tjóðstart
urin til veruliga kollvelt
ingina, sum hendir seinna
partin leygardagin.
Úrslitini frá renningini
kunnu lesast á www.treysti.fo
Trý túsund tuskaðu ígjøgnum
Kapprennararnir stóðu fremst í feltinum, og teir løgdu bragdliga fyri
Fleiri smábørn í
barnavognum vóru
við í renningini
Hesar eru til reiðar at fara
undir fjørðin
Allir rennararnri funnu vegin fram og komu á mál í Klaksvík
Klaksvíksprestur og onnur góð fólk á veg oman brekkuna
Klaksvíksmegin bar til at fáa sær okkurt leskandi og gott
afturvið, tá ið fólk komu á mál
Hesin
hundurin
helt seg
eisini
framat