Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 79 - 25. apríl 2006 ] Dúgvan sigldi fram við Strandfaraskipið Dúgvan flutti ein lítlan part av rennarunum úr Norðoyggjum um Leirvíksfjørð undan tiltakinum, men tey flestu nýttu høvi at koyra í bussi úr Klaksvík. Ferðirnar hjá Dúgvuni um Leivíksfjørð eru nú av álvara farnir at fækkast, og leygardagin verður sagt farvæl til farleiðina, sum hevur álitið hjá norðoyingum. Sunnudagin sigldi Dúgvan framvið tunnilsmunnanum í Leirvík og heilsaði teimum mongu fólkunum, sum vórðu savnað har. tunnilin Fleiri enn 3000 rennarar og gongufólk vóru við í renningini ígjøgnum Norðoyatunnilin sunnudagin, og tað var ein serstøk sjón, tá ið øll fólkini gjørdu seg til reiðar uttanfyri tunnilsmunnan í Leirvík