týsdagur 25. apríl 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 79 - 25. apríl 2006
Væl skipað brots
mannalið selja
trælir úr meiri enn
100 londum, og tað
stendur ikki á at finna
keyparar
Trælahandil
Árni Joensen
ST-deildin, sum tekur sær
av rúsevnahandli og øðrum
lógloysi, UNODC, mælir nú
øllum heimsins londum til at
viðurkenna, at trælahandil er
ein heimsumfatandi trupul
leiki, og at tað tí áliggur
altjóða samfelagnum at gera
nakað við trupulleikan.
Sambært ST verða fleiri
milliónir fólk seld sum trælir
á hvørjum ári, og 77 prosent
av teimum, sum verða seld,
eru kvinnur. Næstan allar
verða misnýttar kynsliga
ella noyddar at arbeiða sum
skøkjur.
– Tað er einki minni enn
ein skomm fyri altjóða sam
felagið, at vit framvegis hava
trælahandil, sigur leiðarin í
UNODC, Antonio Maria
Cosat, við BBC. Hann ásann
ar, at ymiskt er gjørt fyri at
steðga hesum handli, men
at nógv restar í. Eitt nú eru
myndugleikarnir í nógvum
londum alt ov trekir við upp
lýsingum, sum kunnu tálma
handlinum.
Sambært ST koma teir
seldu trælirnir úr 127
londum, men teir flestu
koma úr Afrika og Eystur
evropa. Keypararnir eru
nógvir, tí sambært ST eru
keyparalondini ikki færri enn
137 í tali. Tølini hjá ST vísa,
at teir flestu trælirnir enda í
Evropa og Norðuramerika,
men at fleiri enda í londum
sum Ísrael, Kina og Japan.
UTTAN ÚR HEIMI
Tingast um stjórn
Í Ísrael høvdu tey flestu
væntað, at samráðingarnar
millum Kadima og Arbeið
araflokkin um at skipa
nýggja stjórn fóru at ganga
bæði skjótt og væl, men so
varð ikki.
Í gjár noyddist Ehud
Olmert, forsætisráðharri
og formaður í Kadima, at
viðganga, at samráðing
arnar vóru truplari, enn
hann hevði væntað, og
at hann og formaðurin
í Arbeiðaraflokkinum,
Amir Peretz, vóru so mikið
ósamdir, at teir høvdu gjørt
av at útseta samráðingarnar
nakrar dagar. Ísraelsk bløð
skriva í dag, at teir báðir
formenninir eru millum
annað ósamdir um, hvussu
ráðharrastørvini skulu být
ast teirra millum.
– Vit skulu hava stundir
til at hugsa okkum um,
sigur Haggai Merom úr
Arbeiðaraflokkinum við
bløðini, men hann sigur seg
vænta, at ósemjan verður
loyst seinni í vikuni.
Kadima vann tjóðar
tingsvalið í síðsta mánað,
men kann kortini ikki
skipa stjórn einsamallur.
Umframt Arbeiðaraflokkin
er ætlanin at fáa Pensjon
istaflokkin upp í samgong
una.
Kongurin slakaði
Í nepalska høvuðsstaðnum
Katmandu tustu fólk út á
gøturnar í gjárkvøldið,
eftir at Gyanendra kongur
hevði kunngjørt, at hann
hevði gjørt av at endurreisa
tjóðartingið, sum hann
sendi til hús fyri fýra árum
síðani.
Í seinastuni hava túsund
tals fólk hava mótmælt
einaræði kongs, og and
støðan og fakfeløgini
høvdu boðað frá stórum
mótmælisgongum í dag.
Tær eru nú avlýstar, men
tann politiska støðan er
kortini ikki greið enn. Ætl
andi skuldu umboð fyri
andstøðuflokkarnar hitt
ast í dag at taka støðu til,
hvussu teir skuldu svara
teirri seinastu avgerðini
hjá kongi.
Amerikanska uttanríkis
ráðið kunngjørdi í gjár, at
tað hevði biðið nøkur av
sínum umboðum í Nepal
fara av landinum, men
boðini vórðu tikin aftur
aftan á røðuna hjá kongi í
gjárkvøldið. Talsmaðurin
hjá uttanríkisráðnum í
Washington, Adam Ereli,
rósti samstundis nepalska
fólkinum fyri tess stríð fyri
demokratii og frælsi.
Abbas ávarar Hamas
Palestinski
forsetin,
Mahmoud Abbas, ger
nú vart við, at sambært
palestinsku grundlógini
hevur hann heimild til at
koyra ta nýggju Hamas-
stjórnina frá. Hann leggur
tó afturat, at sum er hevur
hann ongar ætlanir um at
nýta heimildina.
Mahmoud Abbas hevur
ikki dult fyri, at hann vil
hava Hamas-stjórnina at
viðurkenna ísraelska ríkið,
men ávaring hansara fekk
umboð fyri Hamas at siga,
at eina slíka viðurkenning
kann forsetin ikki kroysta
oman yvir stjórnina.
Tvørturímóti hótti ein av
Hamas-leiðarunum við at
seta vápnahvíldaravtaluna
við Ísrael úr gildi, um for
setin leggur ov stórt trýst á
stjórnina.
– Eg vóni ikki, at forsetin
koyrir okkum frá, tí ein slík
avgerð hevði gjørt nógv
størri skaða enn gagn,
segði Hamas-leiðarin.
Myrdi mammuna og beiggjan
Løgreglan í amerikanska
statinum Maryland hevur
skuldsett ein tólv ára
gamlan drong fyri at hava
stungið mammu sína og
ein níggju ára gamlan
beiggja sín so meint, at
tey doyðu.
Grannarnir hava greitt
frá, at tann tólv ára gamli
drongurin er sera snarsint
ur, og at hann ofta gjørd
ist púra frá sær sjálvum,
um tað ikki gekk honum
eftir vild, tá hann spældi
við sínar javnaldrar. Hví
hann gjørdi av við mamm
una og beiggjan, veit
løgreglan ikki enn, men
drongurin er nú sendur til
eitt sinnissjúkrahús til kann
ingar, og har fer løgreglan
eisini at avhoyra hann.
Tann tólv ára gamli er
tann yngsti, sum nakrantíð
er skuldsettur fyri morð í
Maryland. Staturin hevur
deyðarevsing fyri morð,
men hon kann ikki brúkast,
um drápsmaðurin er yngri
enn fjúrtan ár, skrivar AP.
Verður drongurin dømdur
sekur, skal hann helst sita
í fongsli, til hann verður
21.
Handilin við sex-trælum skal steðgast
Egyptisku myndug
leikarnir leggja al-
Qaeda undir at hava
lagt bumburnar,
sum brustu í Dahab í
gjárkvøldið
Yvirgangur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað var ikki av tilvild, at
yvirgangsmenninir søktu at
málum í Dahab, tí býurin
er eitt av teimum væl
umtóktu frítíðarplássunum
í Egyptalandi. Málini vóru
eisini væl vald, tí tær tríggjar
bumburnar brustu beint við
tvey av hotellunum í býnum
og oyðiløgdu eina kaffi
stovu, eina matstovu og ein
matvøruhandil.
Teir fyrstu tímarnar ljóð
aði, at næstan 100 fólk
høvdu latið lív, men seinni
kunngjørdu egyptisku mynd
ugleikarnir, at atsóknirnar
høvdu kravt 23 mannalív,
og at 62 onnur vóru særd.
Millum tey særdu eru fimm
danir. Teirra millum er ein
smádrongur, og tíðindastov
an AFP skrivaði í morgun,
at hann hevði mist annan
armin.
Nógvir ísraelsmenn plaga
at halda frí í Sharm el-Sheikh
og Dahab, og sambært
ísraelska uttanríkisráðnum
vóru fleiri hundrað ísraelsk
ferðafólk í Dahab, tá bumb
urnar brustu. Beint eftir
spreingingarnar beyð Ísrael
sær til at senda læknar og
bjargingarfólk um markið
at hjálpa egyptum, og fleiri
ísraelskir bussar komu til
Dahab eftir ferðafólki.
Al-Qaeda?
Egyptiski forsetin, Hosni
Mubarak, segði í gjárkvøldið,
at tað vóru yvirgangsmenn,
sum høvdu søkt at málum
í Dahab, men hann nevndi
ikki, hvørjir teir kundu
vera. Fjølmiðlarnir vistu har
afturímóti at siga frá ónevnd
um embætismonnum, at tal
an helst var um ein bólk hjá
al-Qaeda.
Summir eygleiðarar ivast
kortini í, at tað var al-Qaeda.
Teir vísa á, at tað finnast
sterkar kreftir í Egyptalandi,
sum kenna seg kúgaðar av
myndugleikunum, og sum
hava hótt við yvirgangi. Tað
er tí ikki óhugsandi, at tað var
onkur tílíkur felagsskapur,
sum legði bumburnar í
Dahab, halda teir.
Í fjør vóru tríggjar bumbu
atsóknir í Egyptalandi. Tann
7. apríl doyðu trý ferðafólk
av einari bumbuspreinging
í Kairo, tríggjar vikur
seinni vórðu sjey fólk særd
av einari aðrari bumbu í
høvuðsstaðnum, og tann 23.
juli drupu fýra bumbur 88
fólk í Sharm el-Sheikh.
Al-Qaeda fær skyldina