Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. apríl 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 25. apríl 2006 19 AME Reykjavík var ein mentanarligur sigur fyri Føroyskan tónleik, men hetta var eisini vinnufremjandi átak, eitt greitt signal um, at politiski myndugleikin er til reiðar, at síggja tónleikavinnuna sum útflutningsvinnu. AME-Reykjavík Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Á risa stóru føroysku sýnis­gluggakonsertini í Reykjavík leygarkvøldið vóru umleið 100 fólk úr íslendsku tónleikavinnuni og miðlunum. Fyrireik­ar­ arn­ir høvdu boðið hesum fólkum at koma á konsert, og næstan øll tey innbodnu komu. Hetta varð gjørt fyri at skapa neyðugu handils­sam­ bondini millum føroysku og íslendsku tónleikavinnuna. Íslendski marknaðurin er munandi størri enn tann føroyski, men tó ikki so stórur, at hann er vónleysur at sleppa inn á. Tí tyktist hetta sum eitt sera skilagott tiltak hjá Menningarstovuni at stuðla. Fyri ein føroyskan bólk, kann ein rímilig søla í Íslandi merkja upp til fýrfaldan av sølutølunum í Føroyum, og hetta er munurin á undirskoti og skilagóðum yvirskoti. Kjartan Christiansen um­boðaði Menn­ing­ar­stov­ una á ferðini, og hann segði við Sosialin, at hann ikki metti, at hetta var talan um eina nýggja kós hjá politiska myndugleikanum. Tí man hevur roynt at stuðla undir tónleikavinnuna, og at fáa vinnuna við í fleiri ár. Vit síggja potentialið, og vilja tí fegin vera við at hjálpa tónleikavinnuni, at útliva hetta potentialið. Her er talan um at selja upplivingar og har er íslendski marknað­ ur rættiliga upplagdur, greiddi Kjartan Christiansen frá. Íslendski marknaðurin hevur altíð verið ein part­ ur av føroyska heima­ marknaðinum, vit hava áður havt bólkar sum Viking Band, Faroe Boys o.a., ið eru farnir til Íslands við sínum tónleiki, og tí er hesin marknaður ikki so ringur at koma til hjá føroyingum. Kjartan var frásøgumaður á AME tiltakinum, og hann var stak væl nøgdur við kvøldið. Hetta var positivt, og vit vóru væl móttikin, segði hann og greidd frá, at hann varð steðgaður í býnum sunnudagin av fólki, ið kendu hann aftur og vildu takka honum fyri tiltakið. Hetta er stuttligt, og vísir, at hetta tiltakið hevur sett síni spor. Føroyksu tónleikur hevur eisini verið, at hoyrt nógv í miðlunum, og tí hevur hetta jaligar avleiðingar. Men Kjartan Christiansen ásannar eisini, at hetta er bert eitt stig á vegnum og verður ikki arbeitt víðari, so kólnar áhugin aftur. Hann sigur, at um tú ikki hevur eitt lag, sum t.d. Ormurin Langi hjá Týr, ið veruliga gerst eitt hitt, so mást tú vera arbeiðssamur, sum Høgni Lisberg fyri at sláa í gjøgnum. Vinnulig atlit vóru við í avgerðini um hvørjir bólkar skuldu við til AME Reykjavík. Fróði Vestergaard fyriskipari sigur, at bólkarnir, ið vóru bodnir við, skuldu hava eina vøru at selja AME Reykjavík Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fróði Vestergaard, ið fyri Norðurlandahúsið fyriskipaði AME Reykjavík, var ein væl nøgdur maður, tá vit fingu orð á hann í flogfarinum á veg til Føroyar. Hann greiddi frá, at fyriskipanin av AME- Reykjavík byrjaði í heyst, men trupulleikar við tíðar­ ætlanum og fígging, høvdu seinkað tiltakið fleiri ferðir. Ætlanin var upprunaliga, at tiltakið skuldi verða í desember á Grand Rock, men síðan er tað flutt fleiri ferðir. Men tá Íslandssáttmálin varð undirskrivaður kom gongd í og fokus var veruliga sett á íslendska marknaðin. Tá Menningarstovan og Vinnuframagrunnurin komu við bar til. Fróði segði, at hann heldur, tað vera sera gleðiligt, at hesir stovnar fara virkið inn og stuðla undir arbeiðið við at víðka um marknaðin hjá føroyskum tónleiki. Hetta er í trá við álitið um rútmiskan tónleik. Fróði rósti eisini Ásgeir Eyþorsson, ið samskipaði AME Reykjavík, hann syrgdi fyri, ótrúliga nógv­ um fjølmiðladekningi, all­ir bólkarnir vóru í onkr­um miðli, og fleiri vóru í sjónvarpinum. Út­varpsstøðirnar Rás 2 og XFM hava spælt nógvan føroyskan tónleik, og serliga Morning Dew hjá Høgna Lisberg hevur verið nógv spældur í útvarpinum. Fróði greiddi frá, at Ásgeir kom við í tiltakið í mars, og tá var tað eingin í Íslandi, ið veruliga trúði, at hetta tiltak fór at eydnast. Men við dugnaligu fyriskipanini hjá Ásgeir, eydnaðist avbera væl. Fróði vísti á, at hetta bert er eitt stig á vegnum, nú skal arbeiðast víðari. »Vit mugu duga betur at marknaðarføra, tær góðu føroysku útgávurnar«, skipa fyri fleiri smærri tiltøkum, og gera tað til ein part av marknaðarføringini av føroyskum fløgum, at bólkurin ferð til Íslands at spæla. Fróði segði, at hann metur, at tiltakið eigur at vera afturvendandi eina til tvær ferðir um árið, men møguliga skal tað býtast upp í fleiri kvøld. Fyriskipararnir tóku vinnulig atlit, tá tey bjóðaðu bólkum við, hetta skuldi vera bólkar, ið høvdu eina vøru at selja, antin við at ein fløga var útkomin fyri stuttum, ella at ein var á veg. Fróði greiðir frá, at fleiri aðrir bólkar vóru bodnir við, eitt nú Prix Føroyar vinnarin Go Go Blues, Eivør og 200, men eingin av hesum bólkum hevði møguleika fyri at luttaka. AME bólkarnir høvdu eina vøru at selja Tá tónleikur gjørdist vinna Kjartan: Kjartan Christiansen frá Menningarstovuni var frásøgumaður á AME Reykjavík Fjórði hvør keypti eina fløgu Jens Guð og Kristian Blak frá Tutl seldu 100 fløgur í NASA leygarkvøldið Tutl var umboða á Atlantic Music Event í Reykjavík av íslendska TUTL umboðnum Jens Guð og av Mr. TUTL, Kristani Blak, hesir báðir seldu 100 fløgur til tey 400 fólkini, ið vóru á AME Reykjavík. Serliga vóru tað Lena og Høgni Lisberg, ið stóðu fyri stórum parti av søluni. Í miðal keypti fjórði hvør, ið var á konsert eina føroyska fløgu. Kristian Blak segði við Sosialin, at hann var sera væl nøgdur við hesa søluna. Hann vísti á, at tað tyktist, sum um fólk høvdu dámt tónleikin væl, tá tey vildu ogna sær hann á fløgu. Eisini Jens Guð tyktist væl nøgdur. Hann vísti á, at hetta var bert eini partur av søluni, tí TUTL var eisini umboða á konsertunum á Grand Rock, og her vóru eisini fløgur seld­ ar, somuleiðis hevði størsti tónleikahandilin í Reykjavík nógvan før­ oysk­an tónleik liggjandi frammi hesa vikuna. nud