týsdagur 25. apríl 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 25. apríl 2006
21
Innan Heimarøktina og Serforsorgina
er eitt tíðaravmarkað starv sum leiðari
á Sambýlinum á Bóndaheygi 14 leyst
at søkja til setan skjótast til ber.
Starvið er tíðaravmarkað fram til 29.
februar 2008.
Sambýlið
Sambýlið á Bóndaheygi er heim fyri
fólk við serligum tørvi, umfatandi
menningartarn og sálarsjúku. Á sam-
býlinum búgva í løtuni 5 fólk.
Sambýlið er karmur um heimalívið
hjá húsfólkunum. Tey hava øll egna
inntøku (pensión) og gjalda húsaleigu
og allar vanligar húsarhaldsútreiðslur
sjálvi.
Uppgávan
hjá
starvsfólkunum
er at veita húsfólkunum stuðul og
hjálp í teimum viðurskiftum í ger-
andisdegnum, sum tey, ikki megna at
taka sær av sjálvi.
Á sambýlinum eru tilsamans 9 fólk í
føstum starvi.
Sambýlið á Bóndaheygi hevur í ár
eina játtan uppá uml. 3,5 mió kr.
Starvið
Leiðarin
á
sambýlinum
hevur
ábyrgdina fyri dagliga rakstrinum
á stovninum. Hetta umfatar fakliga,
fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd.
Lagt verður upp til, at leiðarin skipar
sítt starv soleiðis, at hann/hon ikki er
við í vaktarskipanini fyri stovnin.
Leiðarin á sambýlinum vísir til leiðaran
fyri Serstovnadeildini, sum er deild
undir Heimarøktini og Serforsorgini.
Um leiðaran
Tú skalt hava eina viðkomandi
útbúgving innan sosialpedagogik og/
ella –psykiatri og fakligan kunnleika
til starvsøkið.
Vit vænta av tær, at tú hevur hug og
hegni til at leiða, og at tú, við tínum
leiðsluhátti, megnar at skapa trivnað
og menning í starvsfólkabólkinum og
á sambýlinum sum heild.
Vit vænta at tú hevur ávísan førleika
innan roknskaparhald og at tú hevur
hug og áræði at leggja afturat tíni
vitan, tað sum krevst, fyri at kunna
røkja leiðarastarvið til fulnar.
Harumframt vænta vit, at tú hevur
evni og áræði at ganga nýggjar leiðir,
og at tú hevur evni og vilja til at
samstarva við starvsfelagar og leiðslu
á øllum økjum.
Eisini vænta vit at tú ert sjónlig/ur í
tínum leiðarastarvi og at tú dugir væl
at lýsa tíni sjónarmið fyri øðrum.
Um okkum
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi
og mennandi starv í einum fakliga
krevjandi umhvørvi.
Harumframt bjóða vit tær eitt starv,
har tú sleppur at taka lut í framtíðar
menningini av serstovnaøkinum í
tøttum samstarvi við starvsfelagar
tínar á øðrum stovnum og leiðsluna
fyri Serstovnadeildini.
Sum leiðari verður tú partur av einum
leiðarabólki, sum er saman umleið 10
ferðir um árið.
Harumframt fært tú tilboð um at vera
partur av einum supervisiónsbólki,
har møguleiki er fyri at fáa stuðul
og íblástur frá øðrum leiðarum undir
Serstovnadeildini.
Setan og løn
Um pedagogur, ið frammanundan er
tænastumaður verður settur í starvið
heldur tænastumannasetanin fram,
og verður lønin sambært avtalu
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag á lønarstigunum 39, 41
og 43.
Annars verður starvið sáttmálasett
og
lønt
samsvarandi
stigunum
24, 26 og 28 sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag.
Umsókn
Vilt tú vita meira um starvið kanst
tú venda tær til Jóanes N. Dalsgaard
deildarleiðara á tlf. 304020.
Umsóknir við próvskjølum, viðmælum
og CV skulu sendast til:
Heimarøktin og Serforsorgin
Serstovnadeildin
Eirargarður 2, 2. hædd
FO-100 Tórshavn
Freistin at søkja starvið er hósdagin
27. apríl 2006.
HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN
SERSTOVNADEILDIN
Endurlýsing
Leiðari til Sambýlið á
Bóndaheygi í Tórshavn
Farloyvisstarv