týsdagur 25. apríl 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 79 - 25. apríl 2006
Hús til sølu
í Oyndarfirði
Um hóskandi boð fæst, er ein ogn í Oyndarfirði
matr. nr. 92, til sølu.
Grundøkið er 280 m2 og ástandandi húsini
eru í trimum hæddum, hvarav kjallarin ikki er
innrættaður.
Miðhæddin, ið tilsamans er 34 m2, fevnir um
stovu, køk, wc og lítla gongd við trappu upp á
loft.
Á loftinum, ið er 23 m2 til støddar, eru 2 kømur
umframt ein lítil gongd.
Húsini, ið eru væl egnað til summarhús, hava tørv
á ávísum ábøtum.
Áhugað kunnu venda sær til Advokatskrivstovuna,
att.: Jens Andrias Vinther, adv. ft., e-mail jav@jura.
fo ella Birnu Joensen, skrivara, e-mail bij@jura.fo
Advokatskrivstovan
Fr. Petersensgøtu 9
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Ólavur Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Pouslen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Tlf. 311145 · Telefax 31 15 25
e-mail: jura@jura.fo
Lærarastarv í
Tofta skúla
Eitt fast fulltíðarstarv við Tofta skúla er leyst at søkja.
Starvið verður sett frá 1. august 2006. Starvið
verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at
tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari
frammanundan.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1-27.4.
Tann, ið verður settur í starv, skal kunna átaka
sær:
• flokslærarauppgávu
• undirvísing í máli
• undirvísing í handaligum lærugreinum
Vit seta í løtuni fokus á:
• virðisgrundarlagið fyri Tofta skúla
• um- og útbygging, væntandi liðugt 2008
• undirvísingarpartarnir sum sjálvstýrandi toymi
Vit vænta at tú
• ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
• ert virkisfús/ur og er hugað/ur fyri toymissam-
starvi
• í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við
til áhaldandi at menna skúlan.
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í
fólkaskúlanum.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin
16. mai kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið frá Maritu Dalsgaard,
skúlastjóra á tlf. 447332 og 747765 ella Olaf
Magnussen, varaskúlastjóra á tlf. 447332 og
270963.
Tofta skúli
Postboks 41
FO-650 Toftir
Tofta skúli hevur komandi skúlaár um 189 næmingar og
um 20 lærarar.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.
fo/tof