Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 80 - 26. apríl 2006 Leygardagin verður Norð­ oyatunnilin tikin alment í nýtslu. Í hesum sambandi fer Sosialurin at gera nógv burtur úr í tveimum teimum seinastu bløðunum hesa vik­una. Vit fara í blaðnum hósdagin og fríggjadagin at umrøða hendingina og nógv av tí, sum á ein ella annan hátt hevur tilknýti til hesa eina ta størstu hendingina í søgu norðinga og fyri sam­ ferðsluna í Føroyum sum heild. Um onkur av okkara les­ arum liggur inni við tilfari, sum hann ynskir at fáa uppá prent í sambandi við hesa hending ella hevur okkurt gott hugskotið til okkara, so skal hann seta seg í samband við redaktiónina skjótast – 341800 ella post@sosialurin.fo Vit taka eisini móti lýs­ ing­­um til hesi bæði ”tunn­ ilsbløðini”. Setið tykkum í samband við lýsingadeildina 341800 ella lysing@sosialurin.fo Norðoyatunnilin og Sosialurin Vit kunnu her avdúka nakað av tilfarinum, sum verður í TUNNILSBLØÐUNUM: Ongatíð verið í Klaksvík 16 ára gamla Silja Joensen úr Hoyvík hevur ongatíð verið í Klaksvík. Ikki fyrrenn hós­ dagin í farnu viku slapp hon á fyrsta sinni við Dúgvuni – og seinastu ferð. – Við Norðoyatunlinum kunnu fólk sjálvi ráða yvir tíð­ini, sigur unga hoyvíks­ dáman Lesið meiri í fríggjadagsblaðnum Tunnilin til Gásadals kom ovseint Karl Mikkelsen er bæði føddur og uppvaksin í Gása­ dali. Hann hevur fylgt væl við gongdini í tunnils­mál­ inum til heimbygdina. – Okkara tunnil skuldi verið komin um somu tíð, sum tann til Kunoyar. Tá hann endiliga kom til okkum, var tað ov seint, sigur Karl. Lesið samrøðu og ferðafrásøgn úr Gásadali fríggjadagin