mikudagur 26. apríl 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 26. apríl 2006
3
26 deyðir fuglar
úr Føroyum eru
kannaðir fyri fugla
krím í Danmark, men
eingin var smittaður
FUGLAKRÍM
Heini S. Kristiansen
Heinik@sosialurin.fo
Føroyar eru framvegis fugla
krímfríar. Tað er staðfest í
einari kanning, sum var
gjørd av 26 deyðum fuglum
úr Føroyum. Fuglarnir vóru
sendir niður á eina kann
ingarstovu í Árhus. Teir
skuldu kanna, um nakar
var HPAI H5 positivur. Til
takið er ein liður í átakinum
hjá Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni, sum upplýsir um
HPAI H5-virusið.
HPAI H5 er tað nógv
umrødda fuglakrímið, sum
er vorðið staðfest í nøkrum
av londunum rundanum
okkum. Í Týsklandi er ein
ketta vorðin smittað av fugla
krím, og í Svøríki hava tvær
deyðar dunnur fingið stað
fest sjúkuna. Í Danmark er
ein fuglur nýliga deyður av
fuglakrími.
Heilsufrøðiliga Starvs
stovan tekur vandan álvars
liga, og hava tey tí sent fugl
arnar, sum eru funnir kring
landið, niður til kanningar.
Fólk hava ringt inn og boð
að frá deyðum fugli ymsa
staðni, og fólk frá starvs
stovuni hava síðani verið
eftir teimum. Eingin av fugl
unum høvdu sjúkuna, so enn
er tann herviliga sjúkan ikki
staðfest í Føroyum.
Á heimasíðuni hjá Heilsu
frøðiligu Starvsstovuni er
ein temasíða um fuglakrím.
Har er ein talva yvir allar teir
kannaðu fuglarnar, sum vísir
hvat slag teir eru, hvar teir
eru funnir og tílíkt.
Hóast vandin hjá menniskj
um at verða smittað ikki er so
stórur, so vísir Starvsstovan
á nøkur fyrivarni, sum skulu
takast, um tú kemur fram á
deyðan fugl. Tað verður rátt
frá at nerta við fuglin við
hondunum. Í staðin skalt tú
nýta eingangshandskar ella
taka hann upp við einum
plastposa, eins og tað verður
gjørt við hundaafførningi.
Meira kann lesast um hetta
á heimasíðuni hjá Heilsu
frøðiligu
Starvsstovuni
www.hfs.fo” www.hfs.fo
Fuglaslag
Tal
Finningarstaður
Kanningarstova
Greining
Úrslit
Trøllont
1
Klaksvík
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Svanur
1
Hvalba
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Svanur
1
Tórshavn
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Svanur
1
Vágur
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Svanur
1
Hvalba
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Dunna
2
Eiði
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Æða
1
Strendur
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Dunna
1
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Svartbakur
1
Depil
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Gráspurvur 2
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Lomvigi
2
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Dunna
2
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Høna
1
Sandavágur
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Likka
1
Tórshavn
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Kráka
1
Tórshavn
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Kráka
1
Tórshavn
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Villdunna
1
Tórshavn
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Dúgva
1
Tórshavn
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Grágás
1
Sandavágur
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Æða
1
Vágur
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Kvørkveggja 1
Tórshavn
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Tjaldur
1
Hvalba
DFVF, Århus
Influenza A, HPAI H5
Negativt
Framvegis
einki
fuglakrím
í Føroyum