Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 80 - 26. apríl 2006 Eivør spælir á G! í summar, og bara á G!, hetta almannakunngjørdi festivalurin í morgun­ sendingini hjá Útvarpi Føroya í dag Festival summarið Eins og Valravn og Teitur verður eisini Eivør Pálsdóttir milllum nøvnini á ársins G!Festivali í ár. Eivør luttók á trimum teimum fyrstu G! Festivalunum, men síðsta ár var hon ikki við. Í ár fer hon so aftur á pallin í Syðru­ gøtu. Eivør varð á Planet Awards kosin besta føroyska songkvinnan, og hevur síð­ an tá vunnið DMA-Folk heiðurslønirnar fyri bestu vísufløgu og bestu kvinnu­ ligu songrødd í Danmark. Hon hevur eisini verið á full­ komiliga útseldari konsert­ ferð í Danmark, ein sera væl­eydnaðari konsertferð í Kanada og í summar er hon við á Roskilde Festival­ inum. Eivør Pálsdóttir er eitt kent navn í føroyskum, ís­lendsk­um og donskum tón­leiki. Eivør gav í fjør vár fløg­una Trølla­bundin út saman við Dan­marks Radio Big Band. Hon var fleiri konsertferðir við hesum orkestri. M.a. spældu tey eina stórfingna konsert í Opera húsinum í Keypmannahavn. Røddin hjá Eivør er tiltikin góð. Hon vann heilt ung Ársins Songrødd, og í 2001 vann hon Prix Føroyar við Clickhaze. Hon hevur higartil givið fimm fløgur út, her telist maksifløgan við Clickhaze ímillum. Harum­ framt hevur hon luttikið á alskyns upptøkum og savns­ fløgum. Kári Sverrison fer leygar­ kvøldið kl. 23 á pallin á Skarv. Hann er enn eitt stórt føroyskt tónleikanavn, ið vitjar nýggja spælistaðið fyri føroyingar í Keypmannahavn. Eru vit til, spurdi Kári Sverrisson í sanginum, sum hann skrivaði til kappingina hjá Amnesty International fyri sløkum 15 árum síðani. Tað var tað fyrsta, sum før­ oyingar veruliga hoyrdu til sangskrivaran og sangaran Kára Sverrisson. Nøkur ár frammanundan gjørdi hann nógv við at vera málmaður í fótbólti, men hann læt seg úr handskunum og tók heldur gittar hond. Kári er sentralur limur í tónleikabólkinum Enekk, sum er ein nýskapandi fólka­ tónleikarabólkur, og millum og eftir útgávur hjá Enekk hevur Kári Sverrisson spælt sum solistur. Tað verður sum solistur, at hann spælir á Skarv leygarkvøldið. Hann hevur javnan fram­ førslur við tónleiki hjá sær sjálvum og øðrum. Hann er ein gávaður og nýskap­ andi sangskrivari, sum tel­ ist millum teir størstu vísu­ sangararnar, sum Føroyar hava átt. Eivør bara á G! Kári Sverrisson á Skarv 2. mai verður skipað fyri almennum fundi um fastan gerðarætt. Sáttmálin um fasta gerðar­ rætt kom í gildi 1. apríl 2006, og væntandi verður fasti gerðarrættur til reiðar at taka ímóti og viðgera mál antin 1. mai ella stutt eftir tann dag. Flestu partar á arbeiðs­ marknaðinum hava skrivað undir sáttmálan, løgtingið hevur samtykt lóg um mál hjá fasta gerðarrætti, og játtanarlóg er til viðgerðar á tingi, so himild verður at stuðla stovninum í fyrstuni. Tískil er sáttmálin um fasta gerðarrætt vorðin grundarlag undir viðgerð av trætumálum á arbeiðsmarknaðinum, ið viðvíkja kollektivum sátt­ málum í sáttmálaskeiðnum. Fundurin verður í Norður­ landahúsinum týsdagin kl. 10 til 13. Bjarni Djurholmm, landsstýrismaður í vinnu­ málum, leggur fyri, áðrenn formaðurin í nevndini fyri gerðarættin, Kári á Rógvi, greiðir frá skipanini. Síðani fer advokaturin Michael Berner at umrøða hugtakið, áðrenn prát, kjak og matur standa á skránni. -mørk Fundast um gerðarætt