mikudagur 26. apríl 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 26. apríl 2006
5
Hóast eini 150
endurgjaldskrøv
higartil eru send
sponsku skipa
smiðjuni, er eingin
vandi fyri trygdini
umborð á Smyrli,
sigur Kristian
Davidsen, stjóri í
Strandferðsluni
Samferðsla
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað tykist ikki sørt ræðandi,
tá sagt verður frá, at
Strandfaraskip Landsins
hevur ein langan lista
við endurgjaldskrøvum
mótvegis sponsku skipa
smiðjuni, sum stóð fyri
byggingini av Smyrli. Vit
hava fingið eitt avrit av list
anum, og hava prátað við
stjóran á strandferðsluni,
Kristian Davidsen, um
trygdina umborð og um
endurgjaldskrøvini til skipa
smiðjuna.
Skipið altíð prototypa
Í sambandi við nógvu
negativu umrøðuna, sum
verið hevur, og ikki minst
ivan, ið er sáddur um trygd
ina umborð, er ikki so løgið,
at onkur kanska kenna seg
ótrygg at sigla við Smyrli. Tí
spyrja vit Kristian Davidsen,
stjóra, hvussu ferðafólkini
kunnu kenna seg trygg eftir
hendingarnar og umrøðuna,
sum hevur verið. Og hann
leggur fyri við at greiða frá,
at ferðafólk hava als einki at
óttast, tá tey sigla við Smyrli,
tí øll hugsandi fyrivarni
verða tikin undir sigling.
Men hann sigur samstundis,
at skipið er nýtt, og at tað
sjálvsagt er munur á einum
nýggjum skipi og eitt nú
einum bili, tí skipið er altíð
ein prototypa, meðan bilurin
verður hópframleiddur.
Sostatt eru eingi skip púra
eins, og eru tey altíð úrslit av
menniskjuligum arbeiði.
– Av tí at talan er um eitt
nýtt skip, er hetta sjálvsagt
nakað, sum skipari og
manning gáa serliga eftir
fyrstu tíðina. Og júst fyri
at forða einari vanlukku, so
sum, at skipið skuldi rent á
land, um eitthvørt tekniskt
brek skuldi íkomið, verða
øll fyrivarni tikin. Eitt nú
verða tólini roynd áðrenn
skipið nærkast kei, og skipið
siglir altíð passaliga langt
frá landi, tá rákið liggur inn
móti landi, greiðir Kristian
Davidsen frá. Og hann sigur
víðari, at júst hendingin, har
ferðin ikki fekst av skipinum
á veg inn til Havnar, var
dømi um eitt tekniskt brek,
sum varð uppdagað longu úti
á fjørðinum, har manningin
á brúnni fekk tíð til at taka
ferðina av skipinum á ein
annan hátt, sigur Kristian
Davidsen. Og hann vísir á,
at eftir hesa hendingina hava
umboð fyri undirveitaran
verið í Føroyum og bøtt um
brekið.
Í sambandi við black-
outið, har skipið sløknaði
í einar átta minuttir, sigur
Kristian Davidsen, at hend
ingin er kannað og tað vísti
seg at vera nakrar manna
gongdir í sambandi við
skiftið millum manuella
og tekniska stýring, sum
skuldu broytast - og tað eru
tær nú.
Mangar meiningar
Men tað er kanska ikki so
løgið, at fólk eru farin at ivast
í trygdini umborð, tí líka
síðani løgtingið samtykti,
at nýggjur Smyril skuldi
byggjast, hava søgur gingið
um hann og um trygdina.
Til hetta sigur Kristian
Davidsen, at tað altíð hava
verið nógvar meiningar og
hugskot um, hvussu tey á
strandferðsluni skulu leggja
arbeiðið til rættis – ikki minst
tá talan er um skipabygging
og ferðaætlanir.
– Av tí at so nógvir føroy
ingar hava dagliga yrkið sítt
á sjónum, fáa vit alla somlu
tíðina góð ráð, fyrispurningar
og meiningar hjá fólki.
Men vit skulu sjálvsagt
brúka serfrøðingar og koyra
okkara egnu professionellu
linju, tí alt annað hevði
verið óseriøst, sigur Kristian
Davidsen, sum kortini sigur
seg skilja, at fólk eru serliga
áhugað í Smyrli.
– Tíbetur kenna allir
føroyingar, at teir eiga Smy
ril, men hetta ger ikki, at teir
sleppa at ráða yvir honum,
sigur Kristian Davidsen.
Og hann vísir á allar myt
urnar, sum íkomu meðan
byggingin fór fram - nakrar
so seigar, at tær vóru settar
fram sum fyrispurningar
í tinginum. Eitt nú gingu
søgur um, at stabiliteturin
hjá skipinum skuldi vera út
av lagi vánaligur, og at rør
lógu, har sum ferðafólkini
sita. Eisini gingu søgur um,
at strandferðslan skuldu havt
spart ein cylindara burtur, og
at verkætlanin fór at gerast
100 milliónir dýrari enn
mett. Og seinasta søgan,
sum hevur verið at hoyrt
úti í býnum, var tann, at
garantiin uppá elektrisku
installatiónirnar skuldi verið
útgingin longu nú.
– Men allar hesar mytur
eru gjørdar til einkis, sigur
Kristian Davidsen, sum
tó viðgongur, at tað var
natúrligt, at fólk og miðlar
settu fokus á byggingina, tí
strandferðslan hevði nógvar
trupulleikar at dragast við í
samstarvinum við sponsku
skipasmiðjuna undir allari
byggitilgongdini.
– Men vit skulu sam
stundis ikki gloyma, at tað
er ómetaliga óheppið fyri
okkum, tá mytur og søgur
gerast veruleikar. Tí tað eru
nógv fólk, sum eru bangin
fyri at sigla, og sum verða
óneyðuga hart rakt og illa
órógvað av, at søgur verða
blástar upp í miðlunum. Tí
skal javnvág vera millum at
kunna og at blása mál upp,
sigur Kristian Davidsen.
150 endurgjaldskrøv
Annað, sum vit hava sett
okkum fyri at fáa burturúr
strandferðslustjóranum í
dag, er eina frágreiðing um
nógv umrødda listan yvir
endurgjaldskrøv til sponsku
skipasmiðjuna. Og hann
leggur fyri við at greiða frá,
at eitt ára garanti eru uppá
alt skipið – eisini elektrisku
installatiónirnar.
– Innan eitt ár eftir
yvirtøkuna, skulu vit hava
ávíst øll brek og manglar,
sum eru við skipinum.
Fyri okkum er tað sjálvsagt
neyðugt at fáa endurgjald
fyri ein so stóran part av
brekunum sum gjørligt, tí tá
tíðin er farin, hanga vit sjálvi
uppá allar útreiðslurnar, sigur
Kristian Davidsen. Og hann
greiðir frá, at listin, sum tey
arbeiða við, er í tveimum,
har annar eru fráboðanir av
brúnni, meðan hin listin er
úr maskinrúminum.
– Higartil hava vit fingið
75 fráboðanir av brúnni og
eini 75 úr maskinrúminum,
sigur hann, og vísir okkum
listan.
Men eru hetta ikki
ómetaliga nógvar fráboð
anir, og skulu vit nú vera
tryggari, hava vit hug at
spyrja stjóran, sum tó er
skjótur og svarar áðrenn
hann verður spurdur.
– Nú gongur tíðin og
vit eyðmerkja alla tíðina
smá brek og manglar við
skipinum. Um okkurt er,
sum gongur út yvir trygdina,
so verður hetta gjørt
beinanvegin, og tey krøvini
mugu vit so samráðast um
aftaná. At talið nú, vit hava
havt skipið í eitt hálvt ár, er
komið upp á 150, er ikki so
galið, og enn kunnu nógvar
fráboðanir koma afturat,
sigur Kristian Davidsen,
sum ætlar at stríðast fyri at
fáa øll krøvini ígjøgnum.
Tá vit lesa listan nærri
sæst, at meginparturin av
fráboðanunum snúgva seg
um máling, sum skallar
av, glastrevju, sum flosnar
í kantunum, punkteraðir
rútar og handtøk, hurðar
og wc, ið ikki rigga. Hetta
eru sjálvsagt ikki brek,
sum hava nakra ávirkan á
trygdina, men onkur teirra
ávirka ferðafólkini, so sum,
at kloakkluktur og at lyftin
ikki riggar.
– Í mun til, hvat vit kundu
vænta, eru hetta ikki nógvar
fráboðanir, tí tað er vanligt
innan skipabygging, at nógv
krøv verða sett til smiðjuna
eftir at nýggja skipið er latið
eigaranum. Í okkara sam
starvi við skipasmiðjuna,
hava vit lagt arbeiðið
soleiðis til rættis, at umboð
fyri sponsku skipasmiðjuna
koma til Føroyar annanhvønn
mánað, og tá samráðast vit
um krøvini, sigur Kristian
Davidsen.
Norrøna 1000 krøv
At fáa onkran at váttað
upplýsingarnar frá Kristiani
Davidsen, um at 150 krøv
er tað, sum vit kunnu vænta
og mugu góðtaka, settu
vit okkum í samband við
hitt stóra ferðafólkareiðarí
føroyinga, Smyril Line.
Har fingu vit samband
við Jógvan í Dávastovu,
sum er sonendur Maritime
Operation Manager hjá
Smyril Line, og var tað
hann, sum stóð fyri trygdini
hjá Norrønu, tá hon varð
bygd. Og hann greiðir frá,
at krøvini lættliga gerast
ein hópur, tá talan er um
nýbygt ferðafólkaskip. Og
hann sigur, at í sambandi við
Norrønu er ikki burturvið at
nevna talið 1000 krøv, sum
vórðu send veitarunum,
áðrenn garantitíðarskeiðið
gekk út.
– Tað snýr seg um at fáa
alt við beinanvegin – og tað
í ríkiligum máti – áðrenn
garantitíðarskeiðið rennur
út. Tí verður alt fráboðað,
eisini smáting. Í okkara føri
vóru kanska í miðal einar
tríggjar fráboðanir í hvørjum
av teimum 300 kømrunum,
so tað er ógvuliga skjótt, at
tað rennur upp, sigur Jógvan
í Dávastovu, sum ikki
metir 150 krøv til sponsku
skipasmiðjuna verða nógv,
nú eitt hálvt ár er fráliðið.
Trygdin á Smyrli er í lagi
ferðafólk hava als einki at óttast, tá tey sigla við Smyrli, tí øll hugsandi fyrivarni verða tikin undir sigling