Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 80 - 26. apríl 2006 Føroyskir myndug­ leikar fara nú rættil­ iga í hernað ímóti teimum, sum roykja. Nú skulu tey, sum roykja, hava munandi verri umstøður, men tað er fyri at verja tey, sum ikki roykja Fólkaheilsa Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hvørt einasta ár doyggja einir 80 føroyingar av sjúk­ um, sum hava beinleiðis samband við royking. Tað kann verða av lungnakrabba, hjartasjúkum ella øðrum sjúkum. Og hvørt einasta ár, verða eini 17 børn í Føroyum inn­løgd á sjúkrahús at fáa viðgerð, sum tey fáa av passiv­ari royking. Sam­ stund­is koma eini føroysk 20 børn um árið til ambulanta viðgerð á sjúkrahúsi fyri sjúkum, sum tey hava fingið av passivari royking, eitt nú astmu, lungnasjúkum, sjúkum í andingarleiðini og miðoyrnabruna. Hetta meta serfrøðingar, sum hava skil fyri samband­ inum ímillum tubbakksnýtslu og fólkaheilsu. Men teir meta eisini, at í veruleikanum er talið á børn­ um, sum verða sjúk av passiv­ ari royking, nógv hægri, tí tað eru bara tey børn, sum eru rættiliga sjúk, sum koma til ambulanta viðgerð ella verða innløgd á sjúkrahús. Í fólkaheilsuætlanini, sum nú er løgd fram, sig­ur Hans Pauli Strøm, lands­stýris­ maður, at helvtin av øllum teimum, ið byrja at roykja sum tannáringar og halda fram við tí sum vaksin, doyggja av onkrari sjúku, ið tey fáa av at roykja. Men tað eru ikki bara roykj­ararnir sjálvir, sum eru í vanda, tí tað er eisini staðfest, at passiv royking er heilsuskaðilig. Tað merkir, at bara tað at vera inni í einum rúmi, har roykt verður, er sera heilsuskaðiligt og kann­ ingar vísa, at passiv royk­ ing økir um vandan fyri lungna­krabba, hjartasjúkum, varandi sjúkum í andaleiðini og hevur við sær, at sjúkur so sum astma og ovurviðkvæmi gerast verri. Fleiri og fleiri stórroykjarar Men nú er ætlanin at fara undir eina miðvísa herferð fyri at minka um tubbakksnýtsluna í Føroyum. Fyribyrgingarráðið hev­ ur kannað roykivanar hjá føroyingum og tær kanning­ arnar vísa, at hóast talið á roykjarum er lækkað síðani 2003, eru tað enn nógvir før­ oyingar, sum roykja. Í 2003 royktu 36% av føroyingum dagliga, men í 2005 var talið komið niður á 27%. Men hóast færri og færri føroyingar roykja, veksur talið á stórroykjarum støð­ ugt. Ein stórroykjari roykir minst 15 sigarettir um dagin og talið á teimum er vaksið úr 49% av teimum, sum roykja í 2003, upp í 58% í 2005. Tað hevur stóran týdning, hvussu gamal ein er, tá ið ein fer at roykja. Kanningin hjá Fyribyrg­ ingarráðnum vísir, at tey flestu fara at roykja á ungum árum. 84% vóru yngri enn 20 ár, tá tey fóru at roykja. 78% fóru at roykja, tá tey vóru yngri enn 18 ár. Heili 38% byrjaðu at roykja sum 14 – 15 ára gomul. Samstundis vísir kanning­ in, at sera fá fara at roykja, tá tey eru eldri enn 20 ár. Kanningarnar vísa eisini, at føroyskur ungdómur royk­ ir sera illa samanborið við ungdómar úr øðrum lond­ um og føroyskur og grøn­ lendskur ungdómur er mill­ um teirra, sum roykja mest. Í eini roynd at tálma royk­ ingini, samtykti løgtingið fyri einum ári síðani at seta eina nýggja tubbakslóg í gildi, so at tað nú ikki er loyvt at roykja á almennum stovnum, men í serligum førum er loyvt at hava royki­ rúm. Samstundis skal mann nú vera 18 ár fyri at keypa sigarettir. Harumframt er tað nú eisini bannað at hava tubbaksvørur liggjandi á sølu­fremjandi støðum á sølu­ støðunum. Í hernað ímóti royking Hóast tað nú er 27% av føroy­ ingum, sum roykja dagliga, hevur landsstýrið sett sær sum mál, at í 2009, skal talið á roykjarum verða komið niður á 20% og í 1015 skal tað minst vera komið niður á 15%. Samstundis skal talið á teimum, sum byrja at roykja, minkast munandi og øll tey, sum eru fødd í 2000 ella seinni, skulu vera roykfrí. Harafturat ætlar lands­stýr­ ið, at allastaðni, har fólk koma saman í sambandi við arbeiði ella frítíð, skal verða roykfrítt í seinasta lagi í 2009. – Ber ikki til at røkka hesum máli við sjálvbodnum skipanum, fer landsstýrið at herða tubbakslógina, so at tað verður roykiforboð alla­ staðni, har fólk koma saman til arbeiðis og í frítíðini, sigur Hans Pauli Strøm. Tað merkir, at bæði á pri­ vatum arbeiðsplássum, á gist­ ingarhúsum og á matstovum, skal tað verða bannað at roykja, men tó kunnu serlig rúm gerast til roykjarar. Samstundis er ætlanin at fara undir miðvísa upp­ lýsing, helst til børn og ung, sum serliga skal forða fyri, at børn og ung fara at roykja. Samstundis skulu skúla­ næmingar, og onnur, hava betri tilboð um avvenjing. Landsstýrið ásannar eisini, at prísurin á sigarettum hevur stóra ávirkan á nýtsluna og tí er prísurin á sigarettum settur upp tvær ferðir. Landsstýrið fer nú at fylgja við, hvussu hetta hev­ ur ávirkað roykivanarnar, áðrenn støða verður tikin til um prísirnir skulu broytast enn meiri. Einir 80 føroyingar roykja seg í hel hvørt einasta ár Endamál og tiltøk Ì nýggju fólkaheilsuætlanini hjá Landsstýrinum verður eisini farið miðvíst í hernað ímóti royking og í tí sambandi skal endamálið vera, at: • Talið av teimum, sum roykja, skal í mesta lagi vera 20% í 2009. Í 2015 skal talið av roykjarum í mesta lagi vera 15%. • Talið á teimum, sum byrja at roykja, skal minka munandi. • Miðað verður eftir, at árgangirnir hjá teimum, sum eru fødd í 2000 og seinni, verða roykfríir. • Í almenna rúminum, har fólk koma saman í sambandi við arbeiði ella frítíð, skal verða roykfrítt í seinasta lagi í 2009. Fyri at røkka hesum endamálið, eru hetta nøkur av teimum tiltøkum, sum skulu setast í verk: • Dagføring av lógarverkinum. • Vitan um roykivanar hjá føroyingum. • Upplýsing um heilsuvandar við at roykja. • Færri (nýggjar) roykjarar. • Roykipolitikkur. • Talið av roykfríum umhvørvum skal økjast. • Tilboð um roykiavvenjing. • Tubbaksprísurin skal regulerast. Hvørt ár enda fleiri børn á sjúkrahúsi av passivari royking, bara tí at tey eru inni í rúmum, har tað verður roykt