mikudagur 26. apríl 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 26. apríl 2006
7
Eitt kjak um prís,
kvalitet og kvantitet
hevur tikið seg upp á
netinum. Á onkrum
almennum kjaktorgið
finnist onkur
hvassliga á kostnaðin
á G! festivalinum.
Kostnaðurin er kr.
795 í forsølu, og
hetta meta summi
verða alt ov nógv.
Eftir forsøluna fer
prísurin uppá kr.
995. Har afturat fer
eitt gjald at leggjast
á tjaldingarpláss,
men enn er ikki heilt
vist hvussu nógv tað
verður. Helst fer hetta
at liggja um kr. 150, so
at ein unglingi kann
verða noyddur at
gjalda kr. 1145 fyri at
sleppa á G! festival
Kostnaðarmikið
summar
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
G! festivalurin hevur fingið
fastatøkur á tí føroyska
ungdóminum. Fyri mong
er G! festivalurin hæddar
punktið á summarinum,
og soleiðis hevur tað verið
tey seinastu árini. Men nú
kann verða at vend kemur
í. Hetta tí, at tað í ár er
vorðið munandi dýrari at
fara á G! enn undanfarin
ár. Hetta hevur fingið fólk
á alnetinum at ilskast inná
prísin. Ført verður fram, at
nú er nærum líka dýrt at fara
á G! festival sum á Roskilde
Festival. Onkur fer so mikið
langt at rópa G! Festivalin
fyri ein »snobbafestival«.
Hóast G! festival er fyri
øll, so er tað ongin loyna,
at tað eru nógv ungfólk ið
fylla Gøtusand í juli. Nógv
av hesum ungfólki eru ikki
so pengasterk, og tískil er
tað ein dyggur smeitur fyri
tey, um tey skulu gjalda
kr. 750 fyri atgongumerki
og kr. 150 fyri tjalding.
Serliga tá hugsa verður
um, at hesi somu ungfólk
eisini fegin vilja vitja tey
flestu av hinum mongu
tónleikatiltøkunum í summar.
Tiltøk sum Summarfestival,
Jóansøkufestival, Mjús,
Asfalt og Ólavsøkukonsert.
Og tað er týdningarmikið at
leggja sær í geyma, at prísurin
á G! liggur omanfyri hini
føroysku tiltøkini. Jón Tyril
ásannar at prísurin liggur
omanfyri hini føroysku
tónleikatiltøkini, men vísur
á at á G! fært tú nógv meir
fyri pengarnar.
MVG!
Vit fingu eitt prát við Jón
Tyril, fyriskipari, um hesi
viðurskifti. Tað fyrsta, ið
hann vil varpa ljós á er, at
í ár er meirvirðisgjald lagt
á atgongumerkini, og hetta
er tann beinleiðis orsøkin
til tann størsta partin av
príshækkingini. Hetta ger at
prísurin hækkar 25%, men
hetta merkir eisini at landið
fer avstað við einum stórum
bita av vinninginum. Av
teimum 795 krónunum, ið G!
tekur fyri eitt atgongumerki,
fara 159 beint í Landskass
an. Men tó skal sigast at
tey í G! ætla, at festivalurin
verður betri á øllum økjum í
ár, og at tað er torført at gera
eina stóra uppliving upp í
pengum. M.a. annað skrivar
onkur á www.kjak.fo, at
prísurin saktans kann standa
mát við tær upplivingar,
sum viðkomandi hevði á
festivalinum í fjør.
– Í ár hava vit eisini
tvífaldað budgettið til
innkeyp av tónleiki, leggur
Jón afturat.
Ongin stuðul í ár
»Seinastu trý árini hava vit
fingið fíggjarligan stuðul frá
Nordisk Kulturfond. Hesin
stuðul hevur virkað sum
»styttehjul« meðan vit hava
ment tiltakið til tað, sum tað
er í dag”.
– Hetta er fyrsta árið ið vit
ikki fáa stuðul frá Nordisk
Kulturfond, og tískil eru
vit noydd at fáa pening
inn á annan hátt. Men tað
er týdningarmikið at fólk
skilja at tað sum vit vilja
er, at geva G! festivalinum
eitt fíggjarligt grundarlag í
framtíðini. Tískil mugu vit
royna at tryggja okkum eitt
ávíst hall, greiður Jón Tyril
frá.
Kapping úteftir
Eftirsum at atgongumerkini
eru vorðin so dýr, kann ein
undrast á, um G! festivalurin
ikki fær sær størri og meiri
eftirspurdar kappingar
neytar. Um ein t.d. velur
at fara á Roskilde festival,
fært tú eina viku av tónleiki,
og tað er rættiliga vist, at tú
fært nógv fleiri heimskendar
bólkar fyri pengarnar.
Atgongumerki til Roskilde
Festivalin kosta kr. 1395,
og tá eru tjaldingarplássini
íroknað.
Sostatt
kann
Roskilde Festivalurin gerast
ein natúrligur kappingar
neyti hjá G! festivalinum,
um príslegan fer at liggja
tætt uppat hvørjari aðrari.
Hetta kann gerast ein
stórur gloypibiti hjá G!
festivalinum, tí at t.d. hjá
teimum ið ferðast heim úr
Danmark á sumri, kann tað
gerast aktuelt at velja t.d.
Roskilde festivalin framum
G!, tí at tú hoyrir meiri
tónleik, yvir eitt longri tíð
arskeið.
Jón Tyril sigur við
Sosialin, at hann metur
teir útlendski festivalarnar
longu eru kappingarneytar.
– Vit meta so absolutt, at
teir útlendsku festivalarnir
rundan um okkum eru
beinleiðis kappinganeytar.
Vit kappast hvørt ár við
teir útlendski festivalarnar
um at fáa tey stóru nøvnini
hendaveg. Allir festivalar
vilja hava einarætt uppá
bólkarnir, og hetta kann
eisini gerast dýrt. Men vit
megna hetta. Millum annað
fingu vit Nephew framum
Roskilde Festivalin í fjør, og
hetta gleðast vit um, sigur
Jón Tyril.
– Atfinningarnar
eru burturvið
– At fólk kunnu finna
uppá at rópa G! fyri ein
snobbafestival er púra
burturvið. Vit áseta prísin
eftir tí sum vit meta vera
rímiligt, og vit royna altíð
at bjóða gestunum eina
kvalitetsvøru, sigur Jón
Tyril um skuldsetingarnar
sum verða gjørdar á www.
kjak.fo. Jón Tyril sigur við
Sosialin, at hann metur at G!
festivalurin stendur sterkur
í kappingini við hinar
føroysku festivalarnar. – Vit
meta at vit eru betri fyri enn
hinir festivalarnir. Vit eru
og vilja verða tað leiðandi
tónleikatiltakið í Føroyum.
Og grundin til at eg eri so
vissur í, at eru betri enn hinir
festivalarnir er, at vit brúka
meiri orku og pening uppá
hvønn einstakan gest.
Spurdur um tann høgi
prísurin ikki er um at kvala
teir føroysku festivalarnar,
sigur Jón soleiðis: – Nei,
als ikki. Eg haldi ikki at
marknaðurin er mettur enn.
Hvørt ár stingur okkurt nýtt
tiltak seg upp, so hetta ber
brá av at marknaðurin ikki
er mettaður, og at áhugin
fyri tónleikatiltøkum er
ovurstórur. Kanska er tað
dýrt hjá ungum fólki, um tey
skulu á allar festivalarnar,
men eg meti at fólk raðfesta
kvalitet framum kvantitet, og
har standa vit á G! sterkast,
sigur Jón Tyril at enda.
Prísir í forsølu fyri alt vikuskifti:
Jóansøkufestivalurin: kr. 395
Summarfestivalurin: kr. 495
G! festivalurin:
kr. 795
Asfalt:
kr. 425 fyri innandura
og uttandura konsertir
Mjús:
ikki upplýst
FAKTA
– G! er ongin snobbafestivalur
Gøtusandur kókar
Mynd: Jens K. Vang
Jón Tyril, fyriskipari
Mynd: Jens K. Vang