Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 80 - 26. apríl 2006 Borgarstjórin í Kví­ víkar kommunu, Boje Chris­tensen heldur ikki, at tær smærru bygdirnar í kommununi hava verið fyri vanbýti. Ein kann heldur ikki taka seg úr einum kommunufelagsskapi soleiðis uttan víðari Kommunu­ samstarv Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kvívík: – Alt tekur sína tíð. Ikki minst tá ein skal ogna sær jørð til útstykkingar, sigur borgarstjórin í Kvívík. Hann var fyrr í mánaðinum kunnaður um borgarafundin í Leynum, sum umrøddur varð í blaðnum í gjár. Sjálvur var hann ikki við til fundin. Hann hevur tó trupult við at skilja tosið á borgarafundinum um, at tær smærru bygdirnar í Kvívíkar kommunu umhugsa at taka seg úr hesi og heldur vilja leggja saman við grannakommununi í Vestmanna. – Tað skal helst meiri pappírsarbeiði til eitt slíkt stig, enn til at báðar kommunurnar leggja saman, staðfestir hann í stuttari viðmerking. Tað vóru annars fólk á Leynum, Stykkinum og á Skælingi sum 11. apríl tóku stig til borgarafundin á Leynum. Á fundinum kom týðiliga fram ein misøgd við samstarvið og menningina við hesar smáu bygdirnar í kommununi. Grundøki í umbúna Umrøddi borgarafund­urin fyrr í mánaðinum staðfesti, at sera lítið er hent í hesum trimum bygdunum í Kvívíkar kommunu. Borgarstjórin í Kvívík heldur tó, at hetta er kanska í so rívan tikið til. Arbeitt verður nevniliga við m.a. útstykkingum í øllum hesum bygdum – bæði í Leynum, Stykkinum og Skælingi. – Tá ein arbeiðir við slíkum útstykkingum, har neyðugt er at keypa jørð til endamálið, so tekur tað altíð sína tíð. – Slíkt má fyrireikast til fulnar, og má taka ta tíð, sum krevst til slíkt, sigur Boje. Hesar ætlanir hjá komm­ un­uni fevnar m.a. um eina stóra útstykking í Leynum har eini 20 grundøki skulu útvegast og eina størri út­stykking á Stykkinum og eina á Válunum. – Haraftrat hava vit oman­fyri 15 fólk, sum ynskja sær grundøkir, sigur borgarstjórin. Semja má til Á borgarafundinum í Leyna skúla var eisini nortið við møguleikan hjá teimum trimum bygdunum at taka seg úr Kvívíkar kommunu. Víst varð á, at tað longu er eitt gott samstarv við Vestmanna kommunu. Hetta mátti tí metast at vera tann mest natúrliga kommunan at samstarva við og helst eisini leggja saman við í framtíðini. Sambært løgtingslógini um sjálvbodnar kommunu­ samanleggingar er ein slíkur møguleiki til staðar, um ávísar treytir verða fylgdar. Ein av treytunum í hesi ætlan er, at bæði Kvívíkar kommuna og Vestmanna kommuna eru samdar um hetta. Sjálvur vil Boje Chris­ten­ sen ikki gera við­merkingar til ætlanirnar um at taka seg úr Kvívíkar kommunu, men vísir til tað sum á sinni varð sagt frá politiskari síðu. Her varð sagt, at sum kommunal eind vóru hesar báðar kommunurnar ov smáar til at leggja saman. Skuldi talan gerast um sam­anlegging so var tann natúrliga eindin øll Vágoyggin, Vestmanna og Kvív­ík. Meiri er ikki at siga um tað! .   Okkurt hendir hóast alt í Leynum Løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar Borgararnir á Leynum, Stykkinum og Skælingi umhugsa at taka seg úr heimkommununi og heldur leggja saman við grannakommununi í Vestmanna. Skal slíkt gerast, má gongdin verða eftir Løgtingslóg nr. 77 frá 08.05.2001, undirskrivað av Anfinni Kallsberg, løgmanni. Henda lógin sigur soleiðis, tá talan er um Heimildir: § 4. Avtalur um sjálvbodnar kommunusamanleggingar skuldu góðkennast av landsstýrismanninum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann, eftir góðkenning frá viðkomandi kommunum, umskipa og tillaga kommunumark, har kommunusamanleggingin ber við sær óhóskilig marknaviðurskifti. Eru ivamál um kommunumark, tekur landsstýrismaðurin avgerð í málinum. Stk. 3. Avgerðir sambært stk. 1 og 2 eru endaligar innan fyrisitingina. § 5. Uttan mun til, um talan er um kommunusamanlegging, kann landsstýrismaðurin góðkenna eina umskipan av markinum í millum kommunur, um semja er í millum hesar (t.v.s. kommunurnar, blaðm.). FAKTA Klaksvík: Tá  Norð­ oya­tunnilin let­ur upp leygardagin ætlar Trucker Festivalurin somu­leið­is at skipa fyri einum spenn­ andi tiltaki. Ætlanin er at savna lastbilar í Leirvík og Klaksvík fyri at floyta og blinka Dúgvuni og manningini farvæl, og takka fyri gott samstarv. – Dúgvan og manningin umborð hava havt ómetaliga nógv at siga fyri flutningsfyritøkurnar og aðrar fyritøkur í Før­ oyum, og ikki minst fyri bilførarnar, verður sagt. Bilarnir skulu møta í Leirvík klokkan 11.30 til at seta bilarnar upp. Í Klaksvík møta bilarnir klokkan 12. Skipast skal so fyri, at bilarnir í Klaksvík koma at standa heilt norðuri á endanum á Stangabrúnni. Hetta er orsakað av at nógv onnur tiltøk eisini eru á ferjuleguni. Í Leirvík verða bilarnir á ferjuleguni, har teir fara at geva seg til kennar við floyti og blinkljósum. – Við hesum fer Trucker Festivalurin vegna bilførarnar í Føroyum at takka fyri tær góðu løturnar umborð á Dúgvuni, somuleiðis takka vit eisini fyri blíðskapin, sum manningin hevur víst, sigur Leif Eliasen, sum vegna Trucker Festivalin fyriskipar hetta tiltakið. sb. Lastbilar heilsa og takka Dúgvuni Langasandur: Á fundi mánakvøldið samtykti bygdaráðið í Sunda komm­unu at geva Bláa Krossi byggiloyvi til eitt viðgerðarheim fyri fólk við rús­drekkatrupul­leik­ um á Langa­sandi. Hesin fráhalds­fel­ags­ skapurin ætlar at leggja viðgerðarstovn sín uttanfyri Havnina, og hevur á fundi við komm­ ununa sett fram hetta ynskið á Langasandi. Ætlaða økið er annars útlagt til sethús sambært byggisamtyktini. Sagt verð­ur tó, at í samband við bústaðir ber til at innrætta høli til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar, treytað av, at hesi virki ikki eru til ampa ella lýta dámin á økinum sum sethúsaøki. Sum er, er eingin veg­ur er til grundøkið. Tekniska umsiting hjá kommununi metir, at vegurin og grundøkið kunnu planerast fyri uml. 1 mill. kr. Á fundinum mána­ kvøldið samtykti bygda­ ráðið einmælt at ganga hesi umsóknini á møti. sb. Blái Krossur fekk byggiloyvi Havn: Miðskeiðis í mai mánaði fer Tórs­ havnar kommuna at skipa fyri serstakari umhvørvisviku. Sum ein part av skránni er ætlanin at tey ferðandi við Bussleiðini skulu koyra ókeypis hesa vikuna. Á henda hátt fáa allir borgarnir møguleika at royna bussarnar hetta tíðarskeiðið. – Vónandi fara fólk at taka væl ímóti tilboðnum, so at øll børn og vaksin fara at brúka bussin ístaðin fyri bilin, verður sagt. sb. Ókeypis bussar í eina viku Hóast onkur vil halda, at lítið er hent í Leynum, arbeiðir kommunan við eini rættiliga stórari útstykking í bygdini