Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 80 - 26. apríl 2006 Í sambandi við at framsýningin ”Blaðtekning og fólka­ ræði” lat upp í Norðurlandahúsinum leygardagin varð eisini latin ársins kjakvirðisløn. Tað er Miðlahúsið, sum hevur tikið stig til hesa virðisløn, sum verður latin einum persóni, felag, felagsskapi ella stovni, sum hevur givið sítt góða íkast til at fremja samfelagsliga kjakið, ið er ein av grundarsteinunum undir fólkaræðinum. Saman við Føroya Banka letur Miðlahúsið eina virðisløn, ið er uppá 25.000 kr. Og hesa fyrstu ferðina fór hon til Óla Petersen, blaðteknara. Tað var Bjarni Djurholm, varaløgmaður, sum handaði blaðteknaranum virðislønina, eftir at framsýningin við blað­tekningum varð sett í Norðurlandahúsinum leygar­ dagin. Grundgevingin fyri at lata Óla Petersen ”Ársins kjakvirðisløn 2006” er soljóðandi: ”Óli Petersen fær ársins kjakvirðisløn fyri listarliga virksemi sítt sum teknari, har hann støðugt hevur megnað at seta fokus á evni og samfelagsviðurskifti, ið hava týdning fyri fólkaræðið. Við blaðtekningum sínum og teimum viðmerkingum, sum ofta fylgja tekningunum, megnar Óli Petersen á listarligan og sera beinraknan hátt at lýsa mangt, ið torført er at siga í skrivt og talu. Á henda hátt hevur Óli Petersen ígjøgnum eitt heilt lív á ein framúr skemtiligan hátt givið sítt góða íkast til eitt samfelagsorðaskifti, sum er grundleggjandi fortreyt fyri einum nútímans fólkaræði.” Nú kundi verið spurt, hví slík virðisløn verður latin! Tá hugsað verður um, hvussu stóran týdning kjakið, orðaskiftið og debattin hava fyri fólkaræðið er tað væl náttúrligt, at vit gera vart við og undirstrika henda týdn­ ing. Og tað er rætt at gera tað á ein slíkan hátt, at tað eisini kann virka kveikjandi og stimbrandi fyri orðaskiftið í samfelagnum. Vit meta tað eisini vera náttúrligt, at slíkt stig kemur frá nettupp einum av landsins miðlum. At Miðlahúsið tá hevur tikið hetta stig er í okkara verð eisini náttúrligt, tá hugsað verður um, at eitt av høvuðsendamálunum hjá Miðlahúsinum hetta fyrsta árið tað hevur livað sítt egna lív, hevur verið at taka stig til og stimbra almenna orðaskiftið. Í fyrsta lagi við at haa teir fysisku karmarnar til tess og síðani við at kunna varpa ljós á sama orðaskifti á teimum miðlapallunum, sum hoyra húsunum til tvs. fyrst og fremst blaðnum men eisini á internetinum. Og sjálvandi eisini at kunna borðreiða hetta fyri borgarunum og øðrum miðlum. Tað eru nøkur ár síðani, at vit fóru frá dulnevndu lesara­ brøvunum og var endamálið við tí avgerðini nettupp at menna almenna orðaskiftið. Seinni hava vit givið innivist fyri einum nýggjum kjakforum í blaðnum, ”Tinghelluni” og somuleiðis latið Miðlahúsdyrnar upp fyri einum øðrum kjakforum, nevniliga ”Trapputinginum”. Tað skal vera okkara vón, at ársins kjakvirðisløn kann menna og stimbra almenna orðaskiftið við at gera tað meira fólksligt, professionelt og náttúrligt. DAGSINS MEINING Sosialurin Ársins kjakvirðisløn VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. At Leirvíkar Bygdarráð gevur loyvi til at leggja dýrt keypt byggibúgvið ídnað­ arøkið undir koyriveg, mann vera lítið umhugsað. Skal bygdini vera lív lagað, má hon hava arbeiðspláss og bygdaráðið tey bestu ídaðarstykkini til veg, má kommunan hava onnur øki at vísa á. Ein vegaføring um havn­ ar­økið í Leirvík verður ongan­tíð gott, tí vit fáa onki aftur­fyri. Eg haldi eisini, at komm­ unan eigur at spyrja løgreglu og Ráðið fyri ferðslutrygd um, hvat tey halda um hesa ætlan. Kommunan má eisini spyrja Landsverk um tað er loyvt at neyðtaka havn­ ina soleiðis, tí tað má vera hansara avgerð, tá ið samanum kemur. Og tað verður eisini hans­ ara skomm, tá ið Ytribogi í Leirvík verður gjørdur til landsins størsta køst, tí tað verður avleiðingin, tá ið alt verður byrgt av, har tvær stórar áir renna oman í, serliga tá ið tað er so stórur munur á flóð og fjøru, sum tað er her. Vísast kann eisini á, at Leirvík er brimpláss, men nú er havnin fingin so fræg, sum hon kann verða. Eg stúri fyri, hvussu havn­ in verður, nú alt skal fyllast uppaftur. Sum støðan er nú, er ein­ asta loysn at gera ein veg oman fyri bygdina, sum skal vera ein bygdarvegur, har tað bert verður loyvt at koyra 50 km/t. Tí verður tað verður ikki ein rasarabreyt, men ein vegur, ið lýkur øll vanlig trygdarkrøv. Hesum mugu vit taka til takkar við, sum støðan er. Men eg fari at minna politikarar á, at tit hava svik­ið tykkara lyfti til leir­ víkingar og tað er skomm at vera orðloysingar, sjálvt hjá politikarum. Runavíkar kommuna skip­aði aftur í ár fyri politiskum flaggdagshaldi, har Tórbjørn Jacobsen helt tjóðveldisrøðu. Í fjør var tað Signar á Brúnni, í fyrraárið eisini Tór­bjørn Jacobsen og fyri nøkrum árum síðani var tað Zacharias Wang, sum hildu politisku røðurnar Triðja árið á rað hevur Runavíkar kommuna skip­ að fyri politiskum flagg­dags­ haldi, har tjóðveldismenn hava hildið politiskar røður. Zacharias, Tórbjørn, Signar og aftur Tórbjørn Fyri nøkrum árum síðan var tað Zacharias Wang og í fjør Signar á Brúnni, ið helt eina so partapolitiska røðu, har hann fór heilt niður í smá­ lutir og greiddi frá atkvøðu­ greiðslu á tingi. Í fyrra árið og aftur í ár var tað Tórbjørn Jacobsen, sum við buldur og braki tos­aði um fullveldi, hjálanda­veldi, Nyrup, blokk og niður­bind­ ing. Bert vakri og vælklingandi ljómurin frá Nes Sóknar Musikfelag við sínum sera vælspælda horntónleiki setti hátíðardám á løtuna, Tað tykist ikki sum, at tjóð­ veldisfólk duga sær hógv, tá ið tey sleppa framat, tá ið hátíðarhald eru og sum skuldu kunna verið fyri all­ ar føroyingar, óansæð polit­ iskan lit. Og tíverri tykist tað, sum um tey altíð sleppa framat at niðurgera tey, sum ikki eru politiskt samd við tey. Hvør minnist ikki, tá ið Karin Kjølbro fyri nøkr­um árum síða setti ólav­søku­ røðuna – heldur ikki hon kundi halda sær og bar fram tjóðveldis- og fullveldis­boð­ skap. Vanvirða Merkið? Er Merkið við tess kristnu ímynd ikki samleikatekin alra føroyinga? Er tað ikki at vanvirða Merkið, tá ið tað verður drigið niður á eitt so lágt støði, sum tjóð­veldis­ politikkur er? Spurningur til Vága­ tunnilin Kann leiðslan fyri Vága­tunilin siga, um tey, sum hava árshald hjá Vága­tunlinum og hava goldið eitt mánaðargjald frammanundan, fáa hetta endurgoldið, nú gjørt er av, at koyringin gjøgnum tunnilin skal vera ókeypis eina viku? Spurningur til Jacob Vester­gaard Kann landsstýrismaðurin við samferðslumálum siga, um tey, sum hava goldið mánaðarkort fyri dagliga ferðing við bussunum hjá Bygdaleiðum, fáa ein part endurgoldnan, ella um seinasta gjaldið verður galdandi eina viku longri, nú talan er um, at fólk, sum ferðast við Strandferðsluni, fara at sleppa at ferðast ókeypis eina viku? Edvard Joensen Edvard Joensen Skomm at gera landsins størsta køst í Leirvík Skammilig flaggdagsrøða triðja ár á rað í Runavík Johan Petersen Leirvík Fredrik Gøte