mikudagur 26. apríl 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 26. apríl 2006
11
‒ Almenna Kringvarpið átti at
fingið klipt kløðurnar so mikið á
lýsingaøkinum, at ein ella onnur
rímilig kapp ing – á jøvnum føti
– fæst í lag millum teir tríggjar
aktørarnar á kringvarpsøkinum,
skrivar Arnstein Niclasen.
Hann skjýtur upp , at ein ávísur
»náðis-moli« av teimum íalt 2-3
túsund krónunum (við panti
rætti), sum hvørt húsarhald í
landinum er tvungið at gjalda
um árið, kundi farið til hinar
báðar útvarps støðirnar
T
að var ein svalligan dag í
februar 1957, at vit fingu at
hoyra ta heimligu røddina
á nýklakta miðlinum: Útvarpi
Føroya. Ein stórhending, sum
frá fyrsta degi varð fagnað kring
landið, og fekk kvinnur og menn
at blaka frá sær bæði svintu og
hvísl og halda at húsum í sirmi og
sól – á hádegi, sum kvøldarstund
– tí ikki eitt orð mátti forsakast frá
hesum magnetiska mentanarstovni
landsins. (Sum longu nú nærkast
hálvari øld á baki. Sig so tað.)
Stórhending
Til fyrsta stjóra útvarpsins var
settur orðkringi presturin, týðarin
og skemtarin Axel Tórgarð, sum
tíbetur enn, mær vitandi, er ”still
going strong” við tí fjøltáttaða
Zacharias Wang sum skúmandi
uttanborðsmotori – men tað er ein
onnur søga.
Og tað var gott. Tí Axel dugir
tann kunstin, sum – alt annað líka
– eitt nú Victor Danielsen dugdi,
og sum kanska ger Axel til ”tann
seinasta málsliga mohikanarin” vit
eiga eftir. Hann dugir nevniliga
hetta, at skriva ein tekst, sum má
bera heitið: ekta føroyskt mál, sum
maðurin segði: ” – ið øll kunnu
skilja, fata og forstanda!”
Axel dugir at kveikja í sinni
lesarans ein melodiska veftur av
málsligum millumtónum afturvið
einari fjálgari poetiskari aftur
undirgerð, ið tíanverri tykist at
vera – við vilja ella ótilvitað – eitt
ófinniligt ella teppibumbað land
fyri tey ”lærdu”, sum halda seg
duga. (Men, lat eisini tað fara á
hesum sinni.)
Fólk kring landið vórðu vituliga
ovurfegin fyri fáligu útvarps-pis
una. Men, trællurin Dimma, sum
nokk betri dámdi ”Pressens Radio
avis” úr DK, nevndi tá - skemtandi
og við farra av sársaka – ta smædnu
tíðindasending útvarpsins fyri
”Præstens Radioavis”(!).
Siðir og tíðir broytast
Men brátt mentist hetta veika ÚF-
spjaðið til ein máttmiklan knevil
í mæti og prísi og tað enntá við
pantirætti! Tí, um tíðindatystandi
fólk – pensionistar ella Kalli Katt
– ikki betaltu til dags dato. Ja, so
stóð fútin rísin í durunum við kravi
og revsibót, vælsignað. Soleiðis
kann tað ganga!
Tó nógv var í ÚF at hoyra,
sum gleddi okkum meiri fátæk í
anda. Vit fingu t. d. Feðgar á ferð
og Bør Børsson inn á gólvið, og
ektaðir (amatørar, gaman í) upp
lesarar sum Marius Johannesen,
Einar Joensen, Benny Samuelsen
o.a., ið lósu væl og virðiliga upp
úr góðum bókmentum og gjørdust
hvørsmans vinir kring landið. (Men
nær hoyra vit aftur frá Ketil, Kálvi
og Børinum? spyrja fólk.)
Um tekstirnir nú á døgum eru ov
fjarir frá fólkinum, ella teir nýggju
”professionellu” upplesararnir
ikki makta handverkið nóg væl,
tað má onkur annar taka støðu til,
tí geisturin tykist horvin, og sløkt
verður vanliga við brestin.
Onnur stórhending
Men, nú er alt aftur broytt. Tí nú
er ÚF og SvF klamsað saman
til ein public-service-brimil. Og
kappingin er varpað á berajól. Og
soleiðis hvarv tað seinasta incita
mentið, sporin til kapping. Tí hvør
er at kappast við? Hóast vit nú hava
tríggjar útvarpsrásir í luftini.
Eina Rás 2, sum strevast trúliga
fyri at fáa til dagin og vegin við
privatum lýsingum og øðrum
stuðli frá feløgum. Ein onnur er
Rás 3, sum verður hildin uppi við
frívilligari hjálp og stuðli frá sjálv
bodnum fólki. Tó, sigst, at hesar
báðar amatør-støðirnar (amatørur
er ein, sum elskar) hava ein ikki
hissini og trúgvan lurtaraskara.
Og so er tað Rás 1 –hetta almátt
uga almenna mastodont-mono
polið – samansveisað av ÚF og
SvF til eitt Kringvarp Føroya
(– einasta ítøkiliga roysnið hjá
hesari samgonguni?). Sum hevur
herfylkingar av ”kvalifiseraðum”
fólki. Frálík hølisviðurskifti. Privat
ar og ikki minst almennar lýsingar
í hópatali úr vøggu í grøv. Starvs
fólkið – talsterkt sum ein fjallskipan
– muntra sær hugfarsligt um geilar
og tún, land og ríkið, við ”skemti
og fjasi” fyri almenna rokning, so
sum teimum lystir. Her er munur
á.
Segði nakar avbjóðing?
Um onkur gudsvinur skuldi komið
til hugs, um eitt er til sum eitur:
Kappingarráðið? So sig einki. Tí
teir hava heilt onnur ”stórmál” at
dragast við.
Men dygdin kundi vituliga
verðið betri hjá øllum rásunum, tí
kappingin er í løtuni beint fram:
hvørkiso.
Rás 3 sendir á kvøldi og náttartíð
við troystandi innihaldi við ugga
og balsam til fólk við mismóti,
trega og náttarvøku. Samrøður,
sangir, prát o.a.. Og mong lurta í
loyndum.
Rás 2 sendir á degi og langt út
á kvøldið við tónleiki, undirhaldi,
samrøðum, tíðindum o. ø.. Alt er
hildið á tí støði, sum ein tepur bú
skapur loyvir. Og er eitt undrunar
vert átak. Mong lýða á.
Rás 1 verður stuðlað við almenn
um pengum, og er tí best fyri fíggjar
liga. Senditíðin er mest í vanligari
arbeiðstíð. Høvuðsinnihaldið eru
tíðindi, tónleikur og undirhald.
Tíðindini eru oftani tambaðar sam
røður, og nýggjheitirnar tilvildarligar
og visnaðar, og ofta endurtiknar
gjøgnum dagin. Men tað skulu tey
eiga, at upplesturin batnar so hvørt,
sum dagurin líður og frættirnar
ræsnað (!). Okja, eg meini tað.
Og so er tað til seinast SvF,
litsjónvarpið sjálvt, sum trilvar
og hýkur á einum træbeini, har
høkjurnar báðar eru tær størstu
donsku sjónvarpsrásirnar. Tó eru
onkrar góðar serføroyskar sendingar
við samrøðum og gerandislýsing
um, meðan kritisku, politisku og
samfelagsligu greiningarnar eru
mangan lítið mætari enn ein vána
ligur ”Fimmari”. Og tað sigur ikki
so lítið (!).
Hvat við kapping?
Nú, meðan betong-citadellið í
Sortudýki (men tað halda tey nokk
ikki sjálvi) hevur stórar ætlanir um
at víðka um búgvið – í rúmd og
í tíð – í 50-millióna-krónu-íløgu-
klassanum, so hóra hinar privatu
útvarpsstøðirnar við eldsálunum
helst við mark hungursins og
vesæladómsins – og uttan at smyrja
knívin av lurtaragjaldinum. Og tað
er spell, halda fleiri.
Tí kundi tað kanska verið eitt hug
skot, í hesum einskildu, samfeldu,
fepurheitu, solidarisku, liberalistisku
og privartiserings døgum løgting
sins og samgongunar, at hugsa um,
um ikki ein ávísur ”náðis-moli” av
teimum íalt 2-3 túsund krónunum
(við pantirætti), sum hvørt húsarhald
í landinum, so at siga, er tvungið at
gjalda um árið, kundi farið til hinar
báðar útvarpsstøðirnar?
Tí, um tað so bara varð eitt lítið
nartl, so vildi tað ivaleyst útloyst
onkra kapping í tørvi, sum jú er
lyklaorð ”visións-manna” í dag og
frameftir.
Ella hinvegin, at hetta almenna
monstrummið fekk klipt kløðurnar
bara so mikið á lýsingaøkinum, at
ein ella onnur rímilig kapping – á
jøvnum føti – fæst í lag millum
hesar tríggjar aktørarnar?
Tey tilvildarligu, ið vituliga als
ikki eru tengd at nakrari av hesum
trimum rásunum, sum undirritaði
– í allari ótilstrekkiligheit – hevur
nevnt hetta fyri, halda, at hetta er
eitt gott hugskot. Men hvat siga tey,
ið alt valdið eiga?
Kringvarp Føroya – meðan vit bíða eftir »Ketli og Børinum«
24.04.06
Arnstein
Niclasen
SJÓNARMIÐ
Politiskt drál og
ódugnaskapur innan
roykifyribyrgingina kann
koma at kosta 100 tals
føroyingum lívið, heldur
Heðin Thomsen
Landsstýrið leggur nú eina
fólkaheilsuætlan fyri Løg
tingið til aðalorðaskifti. Eg
var spentur at síggja, hvat
fór at standa har um royki
fyribyrging.
Jú har stendur:
• ” Talið av teimum, sum
roykja, skal í mesta lagi
vera 20% í 2009. Í 2015
skal talið av roykjarum í
mesta lagi vera 15%.
• Talið á teimum, sum byrja
at roykja, skal minka mun
andi.
• Miðað verður eftir, at
árgangirnir hjá teimum,
sum eru fødd í 2000 og
seinni, verða roykfríir.
• Í almenna rúminum, har
fólk koma saman í sam
bandi við arbeiði ella frí
tíð, skal verða roykfrítt í
seinasta lagi í 2009.”
Her verður líkfram í prosent
um og árstølum sligið fast, at
føroyingar skulu halda á við
at roykja seg í hel.
At gera almenna rúmið
roykfrítt kann bíða til 2009.
Eitt vónbrot av tí aðru verð.
Hvussu ætlar Landsstýrið
at røkka hesum ”visjónera”
málið?:
Landsstýrið miðar eftir, at
frá 2009 verður tað roykfrítt
í tí almenna rúminum, har
fólk koma saman í arbeiðs-
ella frítíðini. Um tað ikki ber
til at røkka hesum máli við
sjálvbodnum skipanum, fer
landsstýrið at herða tubbaks
lógina, so endamálið við
henni kann verða rokkið,”
Landsstýrið ætlar opinbart
at hava eina ”observatiónstíð”
upp á trý ár fyri at vita um tey,
sum eru til dans og veitslu
í okkara dansistøðum, ikki
munnu fara at lata vera við
at roykja sjálboðin!! Um ikki
fer Landsstýrið at umhugsa
at lóggeva á økinum.
Tað tykist, sum um tey, sum
hava gjørt hetta uppskotið,
als ikki hava varnast hvat, ið
er hent á roykiøkinum her og
uttanlands.
Tey øki, sum eru blivin
roykfrí (bæði privat og almen)
eru blivin tað gjøgnum for
boð. Tak t. d. flogfør, bussar,
strandfararskip, almen mót
tøkuhøli og nakrir privatir
stovnar. Tað at Írland og onnur
lond hava bannað royking við
lóg eisini á skonkistøðum, er
júst tí, at tað IKKI letur seg
gera sjálvboðið.
Landsstýrið skyldar føroy
ingum eina frágreiðing
um, hví teir í einari fólka
heilsuætlan siga seg vilja
drála við tí neyðugu lóg
gávuni, og hví teir seta so
óambitiøs og alt annað enn
visióner mál á roykiøkinum.
Hví skal tað staðfestast
í einari ætlan at føroyingar
skulu vera eftirbátar??
Hava teir ”berørings
angst”? Tora kanska ikki.
Missa atkvøður? (Roykjarar
eru í øllum flokkunum,
sjálvt prestar og missionerar
roykja). Ella kanska onkur
hevur økonomisk áhugamál
í tubbaksinnflutningi og
– sølu?
Politikararnir vaska sínar
hendur og lata uppgávuna
upp í hendurnar á ráðum og
stovnum og sjálvbodnum.
Ein lyftur fremstifingur,
sum biður føroyingar taka
seg saman og renna meira,
eta meira frukt og roykja
minni.
Hví ikki lóggeva á økinum
beinanvegin og uttan drál?
Eitt so einfalt lógaruppskot,
sum tað, ið fyri stuttum
var til viðgerðar í tinginum
viðvíkjandi príshækkan av
tubbakkinum, sum ferðafólk
hava við sær til landið, fall
og fekk eina sera óseriøsa
viðgerð. Her er jú talan um
eitt álvarsligt ”smutt-hol” í
lóggávuni. Ferðafólk kunnu
hava bíligt tubbak við sær,
sum eitt serligt ”previ
legium”. Hví samtykti tingið
ikki at steðga skipanini við
toll-fríum tubbakki? hvat er
endamálið við at varveita
hesa skipanina?
Lóggáva (innklusivt prís
hækkingar) er effektivasti
og bíligasti mátin at steðga
roykingini. Um politikararnir
høvdu mót og vilja til tað, so
kundi trupuleikin faktiskt
verið loystur heilt við einari
stuttari lóg, sum bannaði inn
flutningi og sølu av tubbaks
vøru. Soleiðis at hon kom í
bólk við heroin og kokain,
har hon í veruleikanum
hoyrir heima.
Vit skulu minnast til at, tess
longri tíð gongur at steðga
roykingini, tess fleiri fara
at doyggja. Hvussu kunnu
politikarar forsvara at 20% av
føroyingum roykja ár 2009
og 15% í 2015. Er tað ”gott
nokk”?
Ein tann tápuligasta frá
greiðingin, eg havi hoyrt
onkrar sokallaðar serkønar
føra fram, er tann, at vit
skulu bíða eftir einari ”hug
burðsbroyting” ella ”at tað
skal ein hugburðsbroyting
til”. Hvat meina teir við?
Hvør skal broyta hugburð?
Øll bæði roykjarar og ikki-
roykjarar eru á einum málið
um, at royking og tubbak
er nakað, sum samfelagið
skal sleppa sær av við, sum
skjótast. Enntá teir flestu
roykjararnir royna at leggja
av, (uttan at tað eydnast). So
tí slagi av hugburði mótvegis
tubbakkinum feilar onki.
Trupulleikin er tann, at fólk,
sum eru nikotin-bundin,
megna ikki at lata vera við at
keypa og brúka vøruna, sum
verður seld við politikarana
aksept og vælsignilsi. Og tey
roykja, har sum politikararnir
loyva royking.
(Her er tað áhugavert, at
lóggávan líkafram slær fast,
at almennur peningur kann
nýtast til ”serlig rúm at roykja
í”, altso skattapeningur til
heilsuskaðiligt endamál.
Enntá í Føroya Løgtingi, har
fermetrarnar eru millum teir
dýrastu í landinum, hava teir
fólkavaldu roykjararnir teirra
egna ”fix-rúm”.)
Tann avgerandi hugburðs
broytingin má fara fram á
Føroya Løgtingi. Tað er har,
fyribyrgingin skal setast í
verk. Við lóggávu. Um tey
ganga undan og eru pro-aktiv,
vísa, at tey meina tað í álvara
við roykifyribyrgingini, so
økist undirtøkan millum
fólk. Royndirnar aðrastaðni,
har forboð eru innførd,
vísa, at tey, sum vóru ímóti
forboðum og restriktiónum,
broyta hugburð og fara at
taka undir við forboðum og
fleiri forboðum. Latið okkum
taka við læru av londunum,
sum eru fremri enn vit á
fyribyrgingarøkinum.
Meðan vit bíða eftir hugburðsbroytingini
Yvirlækni
Heðin
Thomsen