mikudagur 26. apríl 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 80 - 26. apríl 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føroya Felag
móti Krabba
meini havt
aðalfund
Felagið hevði ársaðalfund
mikudagin 20. apríl 2006,
har m. a. val av nevnd var
á skránni.
Í nevndini sita nú:
Jákup N. Olsen, Helena
Dahl Olesen, Agnar á
Dul, Davina Lamhauge
og Erik Wandall
Tiltakslimir eru: Jónvør
Christiansen og Birita
Ludvíksdóttir Poulsen.
Nevndin hevur skipað
seg: Jákup N. Olsen, for
maður, Helena Dahl Olsen,
næstformaður, Agnar á
Dul, kassameistari.
Í nevndini fyri Hjálp
argrunnin sita: Jákup
N. Olsen, Helena Dahl
Olesen,og Erik Wandall.
Eli á ting
fyri Poul
Fyri fyrstu ferð er Eli
Christian komin inn á ting
umboðandi Fólkaflokkin.
Hann er komin inn fyri
Anniku Olsen, sum er
næsti maður á listanum,
aftan á Poul Michelsen
í
Suðurstreymoyar
valdømi.
Poul Michelsen er
farin í farloyvið í 10
dagar. Eli Christiansen er
útbúgvin siviløkonomur
og starvast dagliga sum
umsitingarleiðari
á
Fiskirannsóknarstovuni.
Tað kennist svárt at skriva minningarorð um
teg, Ann góða. At tú bert skuldi røkka teimum
46 árunum er fyri meg púra óskiljandi, tí hóast
eg visti, at tú hevði fingið herviliga krabba
meinssjúku, so vardi tað neyvan nakran, at tú
mátti lúta stytri enn eitt ár eftir, at sjúkan varð
staðfest.
Vit báðar komu at kennast í 1975, tá ið tú
komst til Nyborg at ganga á studentaskúla og
eisini skuldi búgva á kostdeildini. Fyri okk
um fáu føroyingum, ið har búðu, gleddust
vit um, at tú komst har. Títt lætta lyndið var
sera týdningarmikið fyri okkum, nú vit vóru
í fremmandum umhvørvi. Miðvís og djørv
vart tú sum fáur, og at gera sum hini legði tú
onki í. Júst hetta sást aftur, tá ið tú valdi grein
á studentaskúlanum, har tú valdi at fáast við
grikst og hebraiskt, ið bert nakrir fáir næmingar
á øllum skúlanum fingust við.
Eftir lokið studentsprógv gekk leiðin til Keyp
mannahavnar, har tú eisini búsetti teg tvey ár
seinni. Hesa tíðina sóust vit javnan, og altíð
vart tú so jalig og skemtingarsom. Seinni fórst
tú undir útbúgving og gjørdist korrespondentur
í enskum og sponskum. Á einari námsferð í
Madrid í Spania, møtti tú so José og av hesi
orsøk flutti tú til Spania.
Hóast vit vóru flutt heimaftur til Føroyar
og tú flutti til Spania, har tú fekst familju og
arbeiddi, so hildu vit sambandið okkara millum.
Vit skrivaðu brøv, og nógv var at skriva um, nú
tú hevði átt títt fyrsta barn, sonin Einar.
Eftir seks árum í Spania treivst tú somikið illa,
at tú kendi teg noyddan at flyta til Danmarkar
aftur, har tit síðani hava búleikast og í hesum
tíðarskeiðnum eru Thor, Liv og Maj fødd.
Tú starvaðist m.a. á fyritøkuni ”Berlitz”,
har tín uppgáva í mestan mun var at týða til
enskt - skjøl, ið danska stjórnin skuldi nýta í
ES. Eisini minnist eg, at tú segði mær, at tit
sjálvi skuldu samráðast við leiðsluna um egnan
lønarsáttmála. Tær eydnaðist at fáa í lag eina
stak góða lønaravtalu, men fremst í huganum
vóru hóast alt børnini og tað var týdningarmikið
fyri teg, at fáa sum mest tíð saman við teimum.
Eftir hetta royndi tú at fáa alt tað foreldraorlov
tú kundi, sjálvt um tað hevði við sær, at tú fekst
verri fíggjarkarm og harafturat var hetta ikki
altíð vældámt á arbeiðsplássinum, men tú vart
miðvís í tíni raðfesting.
Í dag eri eg so takksom og ómetaliga glað fyri,
at eg hevði møguleika at vitja teg, tær tríggjar
vikurnar eg var í Keypmannahavn, í mars 2005.
Vit fingu tosað um mangt – eisini um sjúkuna,
børnini og nomið var eisini við evnið ”deyðan”.
Tá var tað umráðandi fyri teg at vera vónríka,
og tú royndi veruliga at vera bjartskygd, hóast
eg veit, at tú eisini hevði nógvar tungar løtur,
tá tú hugsaði um børnini, ið bert vóru 7, 9, 12
og 22 ára gomul.
Tú greiddi mær eisini frá, hvussu gott samband
tú hevði við prest, ið vitjaði teg dúgliga, og at tit
báðar fingu tosað um øll lívsins viðurskifti.
Hesa tíðina í Keypmannahavn sást, at megin
byrjaði at ganga undan, og tú gjørdist skjótt móð
og mátti leggja teg. Tungt var at siga tær farvæl,
Ann, tí vit vistu ikki, um hetta varð tað seinasta,
ið tað tíverri gjørdist.
Síðan mars 2005 tosaðu vit báðar bert í telefon
og eg minnist, hvussu glað eg varð í oktobur,
tí tú hevði tað so gott. Tit skuldu halda 7 ára
føðingardagin hjá Maj. Bert tríggjar vikur
seinni, tann 4. nov. komu so deyðsboðini og
æviskeið títt var lokið.
At enda fari eg at takka tær, Ann góða, fyri
tey góðu minnir og tær hugnaligu løtur, ið vit
høvdu saman.
Góðu foreldur, José, Einar, Thor, Liv og Maj.
Tað er mín vón, at tit finna styrki í hesu døpru
tíð.
Við hesum vil eg lýsa frið yvir minninum um
góðu vinkonu mína, Ann.
Karin Maria
10 politikarar úr Vági
Hesa myndina tók Regin Dalsgaard av politikarum, sum allir hava tað felags, at teir annaðhvørt eru heilir ella hálvir vágbingar.
Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum, Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, John Dahl uttanflokkatingmaður,
Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum, Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum, sum í løtuni hevur sæti á tingi fyri Marjus Dam, Hans Pauli Strøm úr
Javnaðarflokkinum, Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum, Henrik Old úr Javnaðarflokkinum og John Johannessen úr Javnaðarflokkinum.
Minningarorð um
Ann Larsen-Lechuga
f. 2. juli 1959 – d. 4. november 2005
Dagurin
í morgin
27. apríl. Ánanias, deyð
ur ár 375. Kristin munkur,
sum varð tikin av døgum
í Persia. Summir halda,
at her er talan um tann
Ánanias, sum er umtalaður
í Ápostlasøguni 9, 10-
19.
Fríðrikur
Petersen
doyði hendan dagin í
1917.