Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 80 - 26. apríl 2006 – The Da Vinci Code er gudsspottandi sigur Jákup Eli Jacobsen leiðari í Havnar Bio Filmsbann Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Dan Brown hevur selt 25 millionir eintøk av bókini The Da Vinci Code, ið er týdd til 44 mál kring allan heimin. Time Magazine hevur útnevnt Dan Brown, sum ein av teim 100 mest týdningarmiklu fólkunum í heiminum í dag. Bókin hevur skapt ein stór­ an áhuga fyri Leonardo da Vinci, gnostiskum skrifum, fyrstu kristnu søguni og hevur økt um ferðavinnuna í Paris, Rom og til kirkjur í Edinburg og øðrum støð­ um við. Í løtuni finnast átta bøkur, ið afturvísa alt sum Don Brown hevur sett fram, og tað finnast sjey hjálparbøkur, ið kunnu hjálpa um lesturin av The Da Vinci Code. Men bert ein bók megnar at selja fleiri bøkur enn The Da Vinci Code, sambært The Times, og tað er Bíblian. Tað eru gjørdar nógvar sjónvarpssendingar um bókina hjá Dan Brown og nú eisini ein film­ur við Tom Hanks í høvuðs­ leiklutinum. Kring heimin er niður­telj­ ingin til stóra filmin í gongd, og lesarar í milliónatali gleða seg at síggja filmin. Forboðin í Føroyum Nú er komið fram, at Havn­ ar Bio hevur gjørt av, at hesin stórfilmur ikki verður sýndur í Føroyum, tí hann er gudsspottanandi. Hetta verður eisini váttað í Havnar Bio, men víst verð­ ur til leiðaran, Jákup Eli Ja­cobsen, um nøkur viðmerk­ ing skal fáast um hetta. Tað hava vit eisini gjørt, og er hendan samrøðan prentað niðanfyri. Hví taka tit ikki The Da Vinci Kode heim? – Vit hava valt at forboðið hann. Hann er blasfemiskur. Tá vit spurdu Nordisk Film um inni­haldið svaraði til bók­ ina – og svarið var positivt – so vildu vit ikki vera teir, sum vísa nakað, ið er blas­ femiskt í Føroyum, tí hetta kann gera, at vit missa bio­ grafloyvi. Hvat í filminum er sum tit serliga ikki dáma? – Jamen hann er Guds­be­ spottandi allan vegin Byggir á tekstir (Deyðahavsrullurnar) sum ikki eru til. Eftir føroyskari lóg, so hava vit ikki loyvi at vísa nak­að sum er blasfemiskt í Før­oyum. Vit høvdu ikki loyvi at vísa Life of Brian. Men sjónvapið vísti Life of Brian? – Sjónvarpið er undantikið sensur. Hvat heldur tú um, at tit ikki vilja vísa filmin, tá nú bókin er loyvd í Føroyum? – Tað er eingin sensurur á bókum. Hvat er í filminum, ið tit ikki vilja standa inni fyri at vísa? – Eg havi fingið fortalt, hvat filmurin snýr seg um og hvat bókin er um. m.a. at Jesus fekk børn við einari kvinnu, hetta er blasfemiskt. Bara tað í sær sjálvum ger filmin til nakað, ið vit ikki vilja vísa. So tú hevur ikki lisið bók­ ina? – Nei, men tað eg havi fingið fortalt er nóg mikið. Hvat er tað serliga fyri ein moralur, ið tit hava her, tá nú mangt verður víst í havnar Bio, ið er merkt av harð­ skapi og er nærum porno­ grafiskt? – Vit vilja ikki missa bio­ graf­loyvi og vit hava ikki loyvi at vísa henda film eftir lógini. Men hava Filmseftirlitið ella myndugleikar sæð film­in, tí hann verður ikki vístur fyrr enn 19. mai kring heimin? – Nei. Er nakar kjansur fyri, at tit koma at vísa hann, um nú fólk finnast at tykkum og noyða tykkum? – Hann verður ikki tikin upp. Er nakað annað land, ið forbjóðar filminum? – Tað veit eg ikki, ljóðar sein­asta staðfestingin. Life of Brian og Thorsen bannaðir Hóast dømini ikki eru so nógv, so finnast her í Føroyum dømi um filmar, sum vórðu tiknir av hvíta løriftinum, tí hesir vórðu mettir at vera í stríð við sonevndu blasfemi- greinina í revsilógini. Tá Jens Jørgen Thorsen í 60’unum gjørdi sín film um Jesus, skapti hetta mikla øsing kring allan heimin. Eisini her í Føroyum ilskaðust fólk um filmin, men fram á hvíta løriftið her heima kom hann tó ongantíð. Filmseftirlitið hevði filmin til ummælis, og teirra niðurstøða var greitt, at hesin kundi metast at vera í stríð við revsulógina, um hann varð sýndur. Hvørt hann hevði verið vístur undir nøkrum umstøðum, er tó rættiliga ivasamt, skilst. Og tá Terry Jones og hansara Monty Python-harkalið í 1979 framleiddu Life of Brian, kom hesin heldur ikki gjøgnum meskarnar hjá eftirlitinum. Sambært Eyðun Joensen, táverandi formanni, so metti filmseftirlitið, film­ urin fór at særa ein stóran part av kristnu Føroyum, og tí fráráddu teir føroysku biografunum at sýna filmin. At tað so neyvan fær skapt tað heilt stóru øsingina, at sami filmur í dag kann vísast bæði á SvF og nógva aðra staðni við, sýnir helst bara, hvussu áskoðanin á kristindóm, gudsspottan og kanska eisini tolsemi hevur broytt seg hesa seinastu góðu fjórðings-øldina. -mørk – Vit hava ikki for­ bjóðað The Da Vinci Code, sigur Jegvan Bæk sálarfrøðingur og leiðari á Films­ eftirlitinum Filmsbann Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Støðan hjá filmseftirlitinum er hon, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur 9. februar í ár sett arbeiðsbólkin ið skal fyrireika eina umskipan av virk­­seminum hjá Films­eftir­ litinum. Limirnir í bólkinum eru Eyðun Joensen, sálar­ frøð­ingur og formaður fyri bólkin, Jegvan Bæk, sálarfrøðingur og leiðari á Filmseftirlitinum, Hanus á Krákusteini, skriv­stovu­ mað­ur á Filmseftirlitinum, Sigurð Ó. Vang, fulltrúi á Fjar­skiftiseftirlitinum, Krista Hvannastein, námsfrøðingur, og Urd Johannesen, fulltrúi á Mentamálaráðnum og skriv­ ari hjá bólkinum. Hvussu við The Da Vinci Code? Hvussu virkar Filmseftirlitið í hesum døgum, meðan fyri­ reikingararbeiðið at umskipa Filmseftirlitið gongur fyri seg? – Vit arbeiða sum vanligt, við at síggja filmar, ella við at meta um filmar út frá lýsingum av filmum, hetta gera vit allantíðina og gera hetta enn. Hava tit forboði filminum, The Da Vinci Code? – Vit hava ikki forbjóða The Da Vinci Code. Nei, hetta hava Havnar Bio sjálv­ ir gjørt, staðfestir Jegvan Bæk Álitið liðugt í heyst Arbeiðsbólkurin hevði fund við landsstýrismannin tann 3. februar, har málið varð umrøtt og farið var ígjøgnum arbeiðssetningin. Nevndin er nú farin til verka eftir hes­um arbeiðssetningi: 1. Gerast skal ein stutt almen lýsing og útgreining av nú­verandi støðu í Før­ oy­um viðvíkjandi Films­ eftirlitinum. 2. Gerast skal ein útgreining av hvussu virksemið hjá líknandi myndugleikum í grannalondunum er skipað og lagt til rætt­is, og hvørj­ar upp­gáv­ur hesi røkja. 3. Við støði í 1) og 2) at gera ítøkilig uppskot og útgreiningar av virk­ seminum og uppgávunum sum arbeiðsbólkurin metir at Filmseftirlitið í fram­tíðini eigur at leggja seg eftir at røkja. Harumframt, hvat fyri broytingar krevj­ast fyri at røkja eitt um­skip­að virk­semi. 4. Gera eina kostnaðar­met­ ing av lógarbroytingini. Miðað verður ímóti at hava fyrireikingararbeiðið liðugt tíðliga í heyst. Hava ikki sett nakað bann The Da Vinci Code forboðin í Føroyum Ivaleyst hava nógvir føroyingar glett seg til filmin um DaVinci Code. Men tað verður tó av ongum, um ætlanin var at síggja hann á hvíta løriftinum her heima Heldur ikki í Klaksvík Hóast Havnar Bio ikki er einasti biografurin í land­ inum, so skulu føroyingar ikki rokna við, at da Vinci Code verður sýndur aðra staðni í landinum, nú hann ikki verður á hvíta løriftinum í Havn. – Vit hava ongantíð enn tikið filmar heim, uttan at hetta hevur verið í sam­ starvi við Havnar Bio, sigur Høgni Klakstein, sum rekur Atlantis í Klaks­vík. Og hann leggur afturat, at hetta neyvan verður gjørt hesaferð heldur. – Skipanin er so, at films­feløgini í Danmark fáa eitt ávíst tal av film­ um til landið. Teirra inn­tøka verður roknað sum lutfall av seldum atgongumerkjum, og tí eru áhugamálini sjálvsagt, at kopiini verða send til størstu bio-høllirnar. – Havnar Bio hevur tó fingið avtalu um, at tey fáa tær premierur, sum tey ynskja, og tá hava vit so fingið loyvi at sýna filmin, eftir at hesin hevur gingið í Havn. Sjálvandi er møguleiki hjá okkum at fáa filmin heim, eftir at flestu biografar í Danmark hava sýnt hann, men tá er hann helst longu komin út á DVD, og so er ivasamt, hvussu stórur áhugin er fyri sýningum her hjá okk­um, sigur Høgni Klak­ stein. -mørk