Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 26. apríl 2006 15 Revsilógin er avgerandi Tað er ikki Films­ eftirlitið – men revsilógin – sum ger av, hvørt tað er loyvt at sýna filmar á føroyskum lørifti ella ikki Filmsbann Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá eigararnir av Havnar Bio vísa á, teir kunnu fáa trupulleikar, um teir vísa filmin, Da Vinci Code, er hetta ein støðutakan, sum byggir á lógartekstin í revsilógini. Tað staðfestir Eyð­un Joensen, fyrrver­andi formaður í Films­eftir­lit­ inum og í dag for­mað­ur í nevndini, sum ar­beiðir við at umskipa films­eftir­ litið. – Tað er ikki Films­eftir­ litið, sum ger av, hvørt tað er loyvt at sýna ein film ella ikki. Uppgávan hjá stovninum er at meta um filmar, sum verða víst­ir – ella sum ætlanin er um at vísa. Og út frá atlitinum til føroyska fólkið skal stovnurin so siga frá, um mett verður, um hesin stríðir ímóti verandi lóggávu. – Tá talan er um guds­ spott­an – blas­femi – ella porno, so er talan um revsi­ mál. Og tá er líkamikið, hvørt filmseftirlitið hevur tikið støðu til filmin ella ikki. Er nakað, sum meldar biografin, so skal fútin taka málið upp, og so verður tað upp til rættin at gera av, hvørt filmurin er lógarbrot ella ikki, staðfestir Eyðun Joen­sen. Hann vísir í hesum sam­bandi á, at uppgávan hjá Filmseftirlitinum í so máta er at gera eina meting av, hvat verður tulkað sum brot og ikki. Og so verða boðini givin biografinum. Í revsilógini verður stað­ fest, at tað er lógarbrot at »bespotte godkendte trossamfund«, og tað er so ein meting av hesum, sum skal gerast í hvørjum einstøkum føri, um mál av hesum slag taka seg upp. Í hesum liggur eis­ ini, at markið fyri, hvat er loyvt og ikki, væl kann førka seg, alt eftir tíðarrákinum, sum er gald­ andi í samfelagnum. Filmurin The Da Vinci Code er gjørdur av tí kenda Ron Howard, ið m.a. gjørdi A Beautiful Mind og Cinderella Man, og manningina aftanfyri hesar goðu filmar. The Da Vinci Code er ein thrillari um størstu lygnina í okkara mentan, ja í okkara søgu. Filmsbann Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Søgan byrjar við at pro­fess­ arin Robert Langdon (Tom Hanks) verður biðin um at koma til Louvre í Paris, har eitt av starvsfólkunum er myrt. Eftir eru nógv ymisk spor og symbol. Langdon, og kotubrótarin Sophie Neveu (Audrey Tautou), finna so við og við, eina røð av ótrúligum loyndarmálum í verkunum hjá multiflogvitinum Leo­ nardo Da Vinci, ið aftur vísa aftur til eitt loyndarmál, ið hevur verið dult í 2000 ár. Ferðin gongur gjøgnum Paris, London og Skotland, har tey finna spor og royna at bróta kotuna, ið skal geva okkum eina vitan um grundarlagið undir okkara mentan, trúgv og søgu. Heimsins mest umtalaða bók Bókin »The Da Vinci Code« eftir Dan Brown er ein bók, ið nógv hevur verið kjakast um. Hetta kjakið hevur ikki snúð seg um bókina sum skaldskap, men um innihaldið, og serliga um samansvørjingarsøguna um Jesus, Mariu Magdalenu og Hin Heilaga Kalikin, ið bókin sigur frá. Tað eru tvey sløg av fólkum í dag. Tey, ið elska at lesa Dan Brown og serliga hava dyrka The Da Vinci Code, og so øll hini, ið nærum nokta at lesa hesa bókina av ymiskum orsøkum. Bókin hevur verið nógv viðgjørd og lisin, og eisini hevur verið skriva nógv um hana í føroyskum bløðum. Serliga Pauli Guðjónsson hev­ur verið frammi við met­ ing­um av kjakinum kring hesa bókina. Hann skriv­aði eina greinarøð í Dimma­ lætting um bókina. Í hesi greina­røðini vísir Pauli lesarin­um, hvat er uppá spæl í bókini hjá Dan Brown. At m.a. Bíblian, sum vit kenna hana í dag, varð savnað av rómverska keisaranum, Kon­stan­tini hinum Mikla. Vanliga verður hildið, at Kon­stantin var kristin, men var hetta tó neyvan so, tí á hansara tíð var sóldyrkanin almenna religiónin í Rómara­ ríkinum. Tríggjar øldir eftir Jesu krossfesting var talið av teim, sum trúðu á hann munandi vaksið. Stríðið um hann var vorðið so umfatandi, at tað stóð til at klúgva Róm í tvey. Konstantin gjørdi av í 325 e.Kr. at sameina Róm undir eina og somu religión: Kristindóminum. Gudjónsson vísir á, at har teir sóltilbiðjandi heidningarnir gjørdust kristnir, vóru teirra heidnu súmbol, merkisdagar og ritualir sett saman við vaksandi kristnu trúnna. Soleiðis skapti Konstantin eina samanrenning innan trúnna. Tað er um leivdirnar av hesi hending, ið The Da Vinci Code snýr seg um. Stórt sæð allir liðirnir í katólsku ritualunum vórðu tiknir beinleiðis frá eldru heidnu religiónunum, so sum bispahúgvan, altarið, lovsongurin, altargangurin, sigur Pauli. Víðari sigur Pauli: “Onki í kristindóminum er upprunaligt: Gudurin Mithras, ið er upprunin til mynd­ina av tí kristna gudin­ um, varð róptur Guds Sonur og Ljós Veraldarinnar og varð føddur 25. desember, eins og eitt nú Osiris, Adonis og Dionysos”. Deyðahavsrullurnar og átti Jesus børn? Serliga kent er, at Konstantin skipaði fyri felagskirkjuliga stórmøtinum, Nikæafund­ urin, har hann fyri at um­ skriva søgubøkurnar bí­legði og fíggj­aði eina nýggja Bíbliu. Eina Bíbliu, ið bert tók tey evan­geli­um við, sum pyntaðu uppá mynd­ina av Jesus sum gudalíkan. Hini evangeliini vóru vrakað, bann­að, savnað saman og brend. Tó yvirlivdu nøkur evangelii hesa oyðilegging. Serliga Deyðahavsrullurnar, ið vórðu funnar í 1950, goymdar í einari holu nær við Qumran við Deyðahavið. Eisini koptisku skriftirnar. Hesi siga søguna um Hin Heilaga Kalikin, men eisini um Jesusar lív sum vanligur maður á fold. Hetta eru í The Da Vincy Code loyndarmál, ið Vatikanið royndi at dylja í fjórðu øld. Serliga er Maria Magdalena ein oyðileggjandi mátt innan kirkjuna, tí hon livdi saman við Jesusi og tey áttu børn saman. Fyri at verja seg móti hesum, skapti kirkjan eina ímynd av Mariu Magdalenu sum skøkju og reinsaði á henda hátt øll prógv um hennara hjúna­band við Jesus. Keldur: Nordisk Film. Don Brown: The Da Vinci Code. 2003. Pauli Guðjónsson greinarøð í Dimmu um The Da Vinci Code. 2. januar 2006, 20, 13. desember og 30. november 2005. Maria Forrestal: The da Vinci Code. Fakta ella fiktión? Dimmalætting 3. februar 2006 The Da Vinci Code forboðin í Føroyum: Hvat er so kontroversielt við The Da Vinci Code? – Um filmin og søguna, ið loypir øði í Katólsku Kirkjuna Filmurin snýr seg um morðið á savnsleiðaran á Louvré í París. Og ikki minst um tær slóðir, sum hann letur eftir sær. Slóðir, sum senda Robert Langdon og Sophie Neveu á eina lívshættisliga leitan eftir sannleikanum handan kristindómin The Da Vinci Code verður frumframsýnur kring alt Danmark 19 mai 2006, men er forboðin í Føroyum. Filmurin er leikstjórnaður av kenda Ron Howard, við eru folk sum Tom Hanks, Audrey Tautou, Jean Reno, v.fl. FAKTA Bókin hjá Dan Brown hevur bergtikið allan heimin. Í dag eru helst bara bíblian og metbókin hjá Guinnes, sum kunnu vísa samsvarandi sølutøl