Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 80 - 26. apríl 2006 Føroyar er einasta land í heiminum, har aldargamla kvæðamentanin framvegis er á lívi. Í nýggju bókini Endurreisn kvæðanna varpar søgufrøðingurin Sólfinn Hansen á sannførandi og hugtakandi hátt ljós á, hvussu tað ber til, at føroysku kvæðini støðugt hava noktað at sett seg á aftasta bonk, hóast mótstøðu og ofta ivasama umstøður Føroysk kvæði Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Kvæðarokkur á hittlistunum, føroyingarkvøld við føroyskum dansi, myndevni úr kvæðum á frímerkjum, plakatum og teknirøðum. Hugurin hjá føroyingum at brúka og endurskapa gomlu føroysku kvæðini í nýggjum høpi blómar, samstundis sum meir enn 2000 limir í dansifeløgum kring landið tryggja, at lív verður hildið í gomlu kvæðasiðvenjuni Men onki av hesum er nøkur sjálvfylgja. Í londunum kring okkum eru kvæðini langt síðani horvin sum livandi partur av mentanini, og eru mest at meta sum ein fornleivd, ið verður tikin fram av søguligum áhuga. Í roynd og veru er Føroyar einasta landið í heiminum, har aldargomlu kvæðini og dansurin framvegis liva, og fekk hetta UNESCO í 2003 at meta tey vera av so unikkum slagi, at tey høvdu uppiborið varðveitslu. Tí má tað undra, at størri vilji ikki er at hóma hjá almennu føroysku mynduleikunum at tryggja hesum serstaka parti av okkara mentanarvi tær umstøður, hann hevur uppiborið. Í Mentanarálitinum frá 2002 verður føroyski dansurin bert nevndur við fáum reglum, og í fólkaskúlalógini er tað upp til persónligu sannføringina hjá foreldrunum at gera av, um børn teirra skulu hava frálæru í føroyskum kvæðum. Betri “fyrr í tíðini?” Tá framtíðin hjá føroysku kvæðunum sostatt tykist vera latin til sjálvbodnar kreftir og tilvildina, er freistandi at ivast í, um tey yvirhøvur fara at yvirliva. Men hesum er onki nýtt í. Í nýggju bók síni Endurreisn kvæðanna vísir søgufrøðingurin Sól- finn Hansen á, at sambært gomlum keldum, tykist tað sum at kvæðini altíð hava havt tað betri “fyrr í tíðini”. Líka síðani miðskeiðis í 18. øld hava søgufólk og onnur stúrt fyri framtíðini hjá kvæðunum, og var hetta tí oftast orsøkin til, at farið varð undir at savna tey inn og skriva tey niður – til varðveitslu fyri eftirtíðina, nú kvæðini enn einaferð stóðu og riðaðu á gravarbakkanum. At kvæðini kortini framvegis liva kann sostatt tykjast heldur gátuført. Ikki minst tá vit hugsa um, at kvæðini ofta verða mett at vera einsháttað í bygnaði og sniði, og at skaldskapur av hesum slag ikki er serstakliga opin fyri nýgerðum og broytingum. Í Endurreisn kvæðanna setur høvundurin sær tí, sum eitt tað fyrsta, fyri at kanna, hvørji viðurskifti hava verið orsøk til, at føroysku kvæðini hava hórað undan, hóast stórar mentanarligar og samfelagsligar broytingar og í ávísan mun beinleiðis mótstøðu frá eitt nú vekingarrørslunum. Løtt at minnast Hóast kvæðini kunnu tykjast nakað stirvin, samanborið við modernaðan tónleik/ dans og skaldskap, er nógv sum bendir á, at tað nettup er nakað í teirra náttúru, ið ger, at fólk hava havt lætt við at taka tey til sín. Í bókini greiðir Sólfinn frá, at í høvuðsheitum fylgja føroysku kvæðini sama mynstri. Lurta tú eftir kvæðum ella lesur tey, leggur tú skjótt merki til, at tey eru skipað kring sera nógvar fastar endurtøkur. – Hetta eru sokall- aðir formlar ella minnis- teknikkir, sum kanska eru týdingarmestu byggi- steinarnir í kvæðunum. Eitt sindur einfalt kanst tu siga, at formlarnir eru tað, sum gera kvæði til kvæði, og sum samstundis ger tað lætt at minnast tey, sigur Sólfinn og leggur afturat, at hesir innbygdu minnisteknikkir sjálvandi hava havt alstóran týdning, tá frálæran í kvæðum enn bara var munnlig. Men eisini fyri skiparan hava minnisteknikkirnir verið rættiliga avgerandi fyri, hvussu væl kvæði og dansurin gekk. – Um okkurt ørindi var gloppið skiparanum úr minninum, gjørdu føstu endurtøkurnar tað lutfallsliga lætt at enduryrkja tað, sum manglaði, á ein hátt so tað framvegis fall væl inni í kvæðið og uttan at steðgur kom í. Men tað kann eisini væl hugsast, at skiparin við vilja hevur broytt einstakar fastar vendingar nettupp fyri at fáa variatión í kvøðingina. Slík spontan enduryrking eigur ikki at verða lagdur skiparanum til last, hóast hon kanska hevur avbronglað onkur kvæði smávegis. Hetta er jú ein nátúrligur partur av eini livandi munnligari traditión, sum ikki hevur skrivligt tilfar at styðja seg til, minnir Sólfinn á. Sjálvt orðatilfeingið er eitt annað eyðkenni, sum uttan iva hevur spælt sín leiklut í, at kvæðini ikki bara hava yvirlivað, men eisini kunnu tilskrivast ein part av æruni fyri, at føroyskt yvirlivdi og gjørdist skriftmál. Hetta orðatilfeingið var so mikið ríkt og áhugavert fyri málgranskarar, at teir fóru undir at geva kvæðini út á skrift. – Fyri munnligu kvæðatraditiónina vórðu hesar útgávurnar helst mønustingurin, men fyri kvøðingina merkti tað, at kvæðini sluppu út til fólk, sum fyrr ikki høvdu havt eins gott høvi at læra seg tey, sigur Sólfinn. Tjóðarskaldskapur Í bókini vísir Sólfinn eisini á, hvussu samfelagslig rák og broytingar hava havt týdning fyri útbreiðsluna og undirtøkuna av kvæðunum millum fólk. Við spírandi tjóðskapar- rørsluni fyrst í 19. øld gjørdust kvæðini eitt slag av tjóðarskaldskapi føroyinga. Ikki tí, kvæði, kvøðing og føroyskur dansur eru fyrst og fremst fólkalívsfrøðilig føroysk fyribrigdi, og tí er tað heldur kunstigt at tengja politiskar undirtónar at teimum, minnir Sólfinn á. – Men í Føroyum eins og aðrastaðni vóru tað siða- og mentanararvur, ið vóru hornasteinarnir í tjóðskaparligu vekingar- tilgongdini, og her vóru kvæðini sjálvsagt í serstøðu. Tí tóktist tað natúrligt hjá tjóðskaparrørsluni at taka kvæðamentanina til sín, fyri á tann hátt at hevda sín føroyskleika móti tí fremmanda, sigur Sólfinn. Hóast sterkar tjóð- skaparkreftir sotstatt uttan iva vóru sinnaðar at fara langt fyri at verja kvæðini og dansin, gekk ikki long tíð, til røddur aftur hoyrdust spáa um, at kvøðingin stóð fyri hóttafalli. Við samfelagsbroytingunum í kjalarvørrinum á ídnaðar- kollveltingini varð pallurin fyri kvæðini fysiskt fluttur frá heimunum til dansistovur, innrættaðar til endamálið. At síggja til førdi hetta eitt brot við sær millum ættarliðini, ið gjørdi frálæruna innan kvæði ikki sørt truplari. Men heldur enn at gerast eitt afturstig fyri frálæruna hevði hetta við sær, at fólk gjørdust enn meir varug við týdningin av at røkka ungdóminum, um kvæðini skuldu yvirliva. Skjótt fóru áhugafeløg tí at skipa fyri ungdóms- og vaksnamannadansi, og hava tey hildið fast við hetta virksemið líka síðani. Sólfinn nevnir í hesum viðfangi, at tað heldur ikki var heilt rætt, tá onkur vildi vera við, at skilnaður ikki hevði verið millum ættarliðini, áðrenn dansistovurnar tóku seg fram. – Alt bendir á, at tað altíð í onkran mun hevur verið skilt millum ættarliðini, tá dansast skuldi – tá heimini vóru nýtt at dansa í, dansaðu børn fyri seg og vaksin fyri seg, og tá, eins og nú, hava eldri kvøðarar verið til staðar at leggja teimum ungu lag á, sigur Sólfinn. “Fordærvelsen i verden” Hóast dapurskygdu spádómarnir um framtíðina hjá kvæðunum oftast hava víst seg at verið ógrundaðir, er tað ikki frítt, at kvæðini og dansurin hava verið fyri mótstøðu, eisini beinleiðis. Serliga vóru tað vekingarrørslurnar, sum stúrdu fyri avleiðingunum av dansinum, tí hesin sambært teimum hoyrdi til “fordærvelsen i verden”. Ført hevur verið fram, at tað ikki so nógv var dansurin ella kvøðingin í sær sjálvum, sum førdi til mótstøðuna frá vekingarrørslunum, men heldur tann brennivíns- ólevnaður, sum dansurin hevði við sær. Men Sólfinn ivast í, hvussu rætt hetta er. – Keldur frá hesi tíðini nevna nærum onki um, at meir ólevnaður hekk upp í føroyska dansinum enn øðrum frítíðarítrívum, og slett ikki meir enn uppi í enska dansinum. Heldur hevur tað verið ein puritansk mótstøða móti tí verðsliga lívinum sum heild, sum hevur verið orsøk til mótviljan hjá vekingarrørslunum, sigur Sólfinn. Í hesum sambandi er eisini vert at leggja merki til, at politiseringin av bæði tjóðskaparrørsluni og vekingarrørslunum førdi til fleiri samanbrestir millum tátíðarinnar høvuðsrák í føroyskum politikki, har sjálvstýrisrørslan spældi uppá nationalromantisku kenslurnar, meðan vek- ingarrørslan fór í part við sambandsrørsluna og spældi uppá átrúnaðarligu kenslurnar. Hetta hevði við sær, at viðhaldsfólkini hjá hvørjum øðrum fóru at vilja líkjast frá fólkunum í “hinum partinum”. Tí lá tað í luftini, at tjóðskaparfólki tók frástøðu frá átrúnaði sum integreraðum parti av lívnum og missiónsfólki tók frástøðu frá føroyskum máli og siði; helst meir enn tey annars høvdu gjørt, var tað ikki fyri at vilja líkjast Kvæðini stíga inn í framtíðina ” ...millum fólk, tykist hugurin at varðveita og endurnýggja føroysku kvæðini og dansin at vera av besta slag. Stóra nýbrotið í hesum høpi hava vit sæð, við at kvæðini hava flutt seg frá fólkatónleikaøkinum til popptónleikin og harvið enn einaferð hava brotið seg ígjøgnum gjónna millum ættarliðini.