Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 26. apríl 2006 17 - Hóast tey hava verið í aldudalum og fyri mótstøðu, beri eg ongan ótta fyri, at føroysku kvæðini fara at gerast fornleivdir eins og í okkara grannalondun, sigur Sólfinn Hansen, sum í løtuni skrivar phd. um føroysk kvæði “mótstandarunum” sum minst. Løgin lóggáva Trýst elvir sum kunngt til móttrýst, minnir Sólfinn á, og heldur lítlan iva vera um, at mótstøðan hjá vekingarrørslunum móti kvøðing og dansi hevur verið viðvirkandi til, at fólk fóru at stovna dansifeløg fyrst í 1950unum. Men vekingarrørslurnar hava sett síni spor. Til dømis hava allar royndir at fáa kvæðaundirvísing inn um skúlagátt verið fyri mótstøðu, kanska mest beinleiðis frá átrúnaðarligum sjónarmiðum, sum hava tikið áskoðanina hjá vekingarrørslunum mótvegis føroyskum dansi til sín. Hóast tað í 1997 umsíðir eydnaðist at samtykkja eina lóg, har kvæðini fáa innivist í fólkaskúlanum, hómast aftur her ein ávís mótstøða. Sambært lógini skulu somu fyrivarni, ið verða tikin viðvíkjandi kristnifrálæruni til tess at vísa fyrilit fyri øðrum átrúnaðum, eisini verða tikin viðvíkjandi kvæðunum. Eins og við kristnifrálæru, kunnu næmingar sostatt verða frítiknir fyri kvæðafrálæru. Men meðan næmingar, sum eru fyltir 15 ár, skulu geva sítt samtykki fyri at verða frítiknir frá kristnifrálæruni, verður eitt tílíkt samtykki ikki kravt, um foreldrini ynskja frítøku frá kvæðafrálæruni. Hetta undrar Sólfinn ikki sørt, serliga um vit hava í huga avgerðina hjá Mentamálaráðnum frá 2001 um at kanna, “hvussu vit skulu gera, so føroyski dansurin verður ein nátúrligur partur av tí at vera føroyingur.” Sólfinn heldur tað vera ilt at siga við vissu, hví løgtingið soleiðis hevur valt at taka somu fyrivarni mótvegis kvæðafrálæru sum kristnifrálæru. Hann heldur tað tó vera rættiliga sannlíkt, at hetta fyrivarni byggir á eina áskoðan, sum er beinleiðis niðurarvað frá vekingarrørslunum. Hugurin er góður ... Hóast daprir spádómar, aldudalar og avmarkandi lógarsmíð siga sína søgu um støðuna hjá kvæðunum, er tað í livandi mentanini millum fólk, vit finna ábendingar um teirra framtíð. Og har, millum fólk, tykist hugurin at varðveita og endurnýggja føroysku kvæðini og dansin at vera av besta slag. Stóra nýbrotið í hesum høpi hava vit sæð, við at kvæðini hava flutt seg frá fólkatónleikaøkinum til popptónleikin og harvið enn einaferð hava brotið seg ígjøgnum gjónna millum ættarliðini. Fyrst at framføra kvæði við rock-akkordum og afturvið rútmiskum tónleiki var bólkurin Harkaliðið, sum við síni serstøku framførslu av Ólavi Riddararós boðaði frá nøkrum heilt nýggjum í føroyskum kvæðahøpi. Síðani hava øðrvísi kvæðaframførslur vundið uppá seg, og seinasta skotið á stammuni er Týr, sum við síni nútímans útgávu av Orminun Langa megnaðu at gerast nr. 2 til Prix Føroyar í 2001 og harfrá fóru upp á ovastu rók á føroysku hittlistunum. Eisini uttanlands er eftirspurningur eftir kvæðarokkinum hjá Týr, og lítil ivi er um, at tað her er nýggi altjóða áhugin fyri tí etniska og sermerkta, sum ger vart við seg. Men hóast gomlu føroyingarnir ivaleyst høvdu hvept seg eitt vet, vekir kvæðarokkurin uttan iva á leið somu kenslur, sum ein kvøldseta við kvæðum fyrr í tíðini, heldur Sólfinn. – Sjálvt um hesar framførslurnar broyta kvæðini í ávísan mun, trúgvi eg ikki, at týdningur, áhoyrarar og luttakarar leggja í tey, er broyttur stórvegis. Tá hundratals ungdómar brádliga fara upp á gólv á eini festival til kvæðarokkin av pallinum, snýr tað seg framvegis um at dyrka eina felags samleikakenslu og felags mentanarliga røtur. Spurningurin er, um spontani dámurin, hesar løtur hava yvir sær, ikki er meir í tráð við upprunaligu livandi kvæðamentanina, tá saman um kemur. Skipaða kvøðingin hevur sjálvandi stóran týdning, men tað er ongin ivi um, at nýskapanin hevur ein avgerandi leiklut í endurreisn kvæðanna, sigur Sólfinn at enda. Nýggja bókin “Endurreisn kvæðanna” má sigast at vera ein fongur fyri føroyska kvæðasøgu – bæði hjá leikum og lærdum