mikudagur 26. apríl 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 80 - 26. apríl 2006
Hvalbingar bjóða nú
Lítla Dímun fram til
ferðafólk, ið vilja hava
eitt upplivilsi fyri
lívið, sum tey neyvan
fáa nakra aðrastaðni í
verðini og har tey fáa
roynt seg
Sermerkt
ferðamál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tey, sum veruliga vilja bjóða
sær sjálvum av og royna síni
mørk, fáa nú ein møguleika,
sum tey ikki fáa oftani í lívin
um.
Og tað eru hvalbingar,
sum nú geva tykkum møgu
leikan.
Lítla Dímum er minsta
oyggj í Føroyum. Hon er
eisini einasta óbygda oyggj
í Føroyum. Men tað er ikki
so løgið, tí hon er eisini tann
minst innbjóðandi og bara at
síggja myndir hagani er nóg
mikið til at fáa tað at øra fyri
eygunum á teimum flestu.
Kortini eru tað mong,
sum hava ein dreym um at
sleppa í Lítlu Dímun. Men
tað er altso ikki bara sum
at siga tað tí tað gerst bara
í allarbesta veðri.
Men nú fara hvalbingar
at bjóða Lítlu Dímum fram
sum ferðamál og sostatt geva
teir ferðafólki ein
einstandandi møguleika at
fáa eitt upplivilsi, sum tey
ikki fáa nakra aðrastaðni í
verðini.
Teir, sum eiga Lítlu Dím
un, hava sett Signar Olsen
og Róin Schrøter at arbeiða
víðari við hesi ætlanini.
Teir báðir siga, at teir hava
merkt ein størri og størri
áhuga fyri at sleppa út í Lítlu
Dímun, men higartil hava
skipaðar útferðir í Oynna
ikki verið gjørdar.
Í hesum døgum verður
arbeitt við at fyrireika tiltakið
og fyribils er ætlanin at gera
tríggjar túrar í summar.
Teir tríggir túrarnir verða
17. juni, umframt 1. og 22.
juli.
Tey, sum vilja sleppa við,
kunnu velja ímillum at fara
í oynna við tyrlu, ella við
báti upp á tann góða gamla
mátan.
Men túrurin 1. juli verður
nakað fyri seg, tí tá kunnu
tey, sum tora, sleppa at síga
niður av renningini niður á
helluna og so í bátin, tá ið
farið verður av aftur oynni.
Hetta er eitt sig uppá einar
50 metrar.
Á teimum túrum, sum
verða gjørdir við báti, er í
mesta lagi pláss fyri 17 fólk
um á hvørjum túri og hesin
túrurin kostar 22.100 krónur
tilsamans.
Við tyrluni er pláss fyri
10 fólkum og tann túrurin
kostar ímillum 33.000 krón
ur og 40.000 krónur, alt eftir
um flogið verður umvegis
Havnina ella umvegis
Hvalba.
Her er talan um túrar, har
farið verður í Oynna tíð
liga á morgi og heimaftur
seinnapartin ella um kvøld
ið.
Fyrireikararnir siga, at
hetta kann tykjast dýrt, men
teir ásanna, at tað kann valla
vera bíligari, tí túrurin er
dýrur at fyriskipa við tað, at
bæði bátur ella tyrla skulu
brúkast, samstundis sum
nógvar fyrireikingar skulu
gerast og ferðaleiðari skal
við.
– Men eru tað bólkar, sum
vilja sleppa í oynna aðrar
tíðir, ella sum vilja gista í
oynna, ella sum yvirhøvur
hava serlig ynski, eru vit
altíð til reiðar at tosa við
um tað, fyri at gera serligar
avtalur um túrar, leggja Róin
Schrøter og Signar Olsen
dent á.
Teir siga, at teir hava longu
fyrispurningar frá bólkum,
sum vilja sleppa at gista í
Lítlu Dìmum og tað eru tað
góðir møguleikar til,t í tað
eru tvey hús harúti.
– Men vit hava eisini fyri
spurning frá einum bólki,
har tey vilja heilt aftur til
tað heilt gamla og har tey tí
vilja sleppa at gista í tí gamla
hellinum, sum vit hava brúkt
í øldir, til vit fingu húsini,
siga teir báðir.
Í øðrum húsinum í oynni
er pláss fyri átta fólkum og
í hinum húsinum er pláss
fyri 25 fólkum. Men luksus
er tað ikki, tí øll mugu hava
soviposa við.
Vatn er ikki í húsunum,
men ein kelda, Sørinarkelda,
er í Lítlu Dímum, so reint
vatn fæst altíð.
Seta ikki lívið í vága
Róin Schrøter og Signar
Olsen siga, at í Oynni eru
fleiri møguleikar.
Hjá teimum, sum fara út
við tyrlu, er talan um ein
róligan túr av toppinum
niður á eina breiða rás sum
gongur runt um alla oynna.
– Her er gott at ganga, men
tað ber eisini til hjá teimum
meiri djørvu at fara aðrar
vegir, har tað ikki er so heilt
gott at ganga, uttan at tað á
nakran hátt er vandamikið.
Túrurin við báti er eitt
sindur meiri krevjandi, tí tá
skal gangast upp á oynna,
men hóast tað er bratt, er
gott at ganga, tí góðir veirar
eru gjørdir at halda sær í
og nýggir stigar at ganga
ígjøgnum.
Teir báðir fyrireikararnir
siga, at staðkendur ferðaleið
Hvalbingar bjóða fólki at
royna sín kropp og sítt dirvi
Hetta er húsið fyri sunnan í Lítlu Dímun. Beint yvirav húsinum sæst tað gamla hellið, sum
hevur verið álitið í langtyvir hundrað ár
Her eru rakstrarmenninir komnir upp á oynna fyri sunnan og nú sita teir og fáa sær ein bita og
njóta tað fantastiska útsýnið, áðrenn teir fara at reka
Inni í sjálvum hellinum, har teir plagdu at búleikast, áðrenn húsini vórðu bygd. Í
hellismunnanum stendur Óli Jensen, formaður í Lítlu Dímun