mikudagur 26. apríl 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 26. apríl 2006
19
ari verður við á hvørjum túri
og leiðbeina fólki.
Og hóast Lítla Dìmum bæði
er minsta og einasta óbygda
oyggin í Føroyum, er hon
søgurík og ferðaleiðararnir
vita nógv at fortelja um
strandaðar skipsmanningar,
um fólk, sum ikki sluppu av
av aftur oynni, um fugl og
seyð og annað mangt.
Gera góðar umstøður
Tað, sum nú er eftir at gera
áðrenn teir bjóða ferðafólki
vælkomnum í Oynna, er
at merkja rásirnar av, sum
gangast kann eftir. Har er
ætlanin at seta prestar upp
við nummari á og so er ætlan
in at útflýggja hvørjum ferða
fólkið eitt kort við prestunum
á, so at tey alla tíðina síggja,
hvar tey eru stødd.
Ætlanin er eisini at fáa
wc viðurskiftini í báðum
húsunum í rættlag, eins og
ætlanin er at klæða og bjálva
húsini. Og sum frálíður er eis
ini ætlanin at gera tyrlupláss
á Hellurókina, beint við renn
ingina niður á bátin fyri at
hava ein møguleika afturat at
koma og fara, tá ið veður og
vindur ikki er til vildar
Sum frálíður er eisini ætl
anin at gera aðrar ábøtur, eitt
nú at sprongja eina rás fyri at
gera uppgongdina í Oynna
rættiliga góða.
Tað verður Kunningar
stovan á Tvøroyri, sum fer
at samskipa ferðirnar.
Sjálvir meta teir, at stórur
áhugi verður fyri at sleppa
út í oynna.
– Tað er eitt heilt serligt
upplivilsi at vera í Lítlu Dím
um. Her er fullkomiligur
friður og náttúran er bæði stór
bær og avbjóðandi. Tey, sum
dámar at ferðast í náttúruni,
fæst ikki betri útferð, siga
teir báðir. Hetta er eisini ein
ferð, har sleppa fólk veruliga
at royna sín egna kropp í eini
stórfingnari náttúru, leggja
teir afturat.
Og tey, sum vilja, kunnu
fáa eisini avtalu um mat og
um at sleppa undir tak í
Roynhúsinum í Hvalba, tá
ið tey koma av aftur Oynni.
Ólógligar ferðir
Samstundis sum teir nú
fara undir hesar ferðirnar,
ætla teir at steðga teimum
óskipaðu ferðunum, sum eru
í oynna av og á.
– Lítlu Dímun er ikki heilt
vandaleys hjá fólki, sum ikki
er staðkent og tí er tað heilt
avgjørt óráð hjá fólki at
fara út hagar av sínum ein
tingum.
– Og so er tað harafturat
ólógligt, tí Oyggin er privat
ogn, so ongin hevur loyvi at
fara út hagar, uttan við loyvi
frá eigarunum.
Teir vita eisini um fólk ið
taka pening frá ferðafólki
fyri at seta tey á land í Lítlu
Dímum og óbodnir gestir
hava enntá verið inni í
húsunum, men tað er altso
beinleiðis ólógligt.
Annars siga Róin Schrøter
og Signar Olsen, at áhugin
fyri Lítlu Dímun er nógv
vaksin aftur eftir at hava ver
ið dalandi í nógv ár.
Serliga fegnast teir um at
nógv ungfólk eru farin at
vísa oynni áhuga aftur, men
tað halda teir kemst av, at
umstøðurnar eru batnaðar
og tað er lættari at sleppa
í Oynna, serliga við stong
ini.
Av toppinum er fantastiskt útsýni. Hersæst inn á Hvalba og Sandvík
Hetta er húsið fyri norðan á Oynni. Her er pláss fyri 25 fólkum
Tey, sum fara í Lítlu
Dìmun við báti, ganga
upp í Oynna hendan
vegin. Tað er ikki so
hættisligt, sum tað sær út
til at vera. Mitt í myndini
síggjast fólk fara upp eftir
og ovast í høgra horni
sæst annað húsið í Lítlu
Dímun