mikudagur 26. apríl 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 80 - 26. apríl 2006
Eitt yvirlit frá
Matrikulstovuni
vísir, at 60 av
teimum sonevndu
postbygdunum hava
ongar adressur. Men
nógvastaðni verður
arbeitt dúgliga við
at finna eina loysn á
hesum máli.
Kommunur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Gøtunøvn:
“Sambært
adressulógini (§10) skulu
allar kommunur, innan tann
7. mars 2005, geva allar
tillutaðar adressur upp til
góðkenningar og skrásetingar
í landsadressuskránni”.
Hóast lógarteksturin er
greiður, so er veruleikin
tann, at nógvar – bæði stórar
og smærri – kommunur enn
ikki hava fylgt hesi lógini.
Millum hesar kommunur
finna vit kommununa í
Miðvági, Sunda kommunu,
Tvøroyri,
Runavík,
Fuglafjørður og aðrar. Men
sum skilst verður arbeitt við
hesum málinum, og eru hesar
kommunurnar komnar væl á
veg í ásetingini av nøvnum
á gøtum og nummarum á
húsini.
Fleiri av stóru komm-
ununum – sum t.d. Havn og
Klaksvík – hava sjálvandi
gøtunøvn, men her vanta
ávísar rættingar, áðrenn
allar adressurnar kunnu
góðkennast.
Hyggur
ein
eftir
yvirlitinum sæst, at í
Norðoyggjum er tað bert
Klaksvíkar kommuna sum
hevur fingið hesi viðurskifti
í lag, og á Sandoynni er tað
bert Skálavíkar kommuna
sum hevur gjørt tað sama.
Í Suðuroynni hava bert
vágbingar skipað viðurskifti
á hesum øki.
Ein av smærru kommunum
sum heldur ikki hevur fingið
hesi viðurskifti í rættlag er
Kunoyar kommuna, sum
umfatar bygdirnar Kunoy
og Haraldsund.
– Vit eru ikki komnir so
langt enn, men hetta málið
kemur helst fyri á komandi
bygdaráðsfundi, sigur Heini
O. Heinesen, borgarstjóri í
stuttari viðmerking.
Hesin fundur eftir ætlan
seinast í komandi mánaði.
Ì morgin 27. apríl
verður kommunal-
politiskur fundur á
Oyrarbakka
fundur
tíðindaskriv
Fundurin verður fyri
øllum teimum kvinnum,
sum stillaðu upp til
kommunuvalið í 2004. Av
teimum 250 uppstillaðu hetta
árið eru 51 valdar og sita í
dag í bý- og bygdaráðunum
kring landið. Av hesum 51
eru 6 borgarstjórar.
Tað er politiski kvinnu-
bólkurin á tingi, sum
skipar fyri. Í honum sita
tær tríggjar fólkavaldu
tingkvinnurnar umframt
kvinnulig umboð fyri hinar
politisku flokkarnar, sum
ikki hava fólkavalda kvinnu
í tingbólkinum.
Tá ið fundurin er fyri
kvinnum, sum hava víst
kommunalpolitiskan áhuga
til seinasta val, er endamálið
við fundinum, at hesar
kvinnur fáa kunning og kjak
um kommunalpolitiskar
ætlanir
við
denti
á
uppgávubýtið millum land
og kommunur.
Kl. 19.00 byrjar Eyðun
Christiansen frá Føroya
Kommunufelag at røða um
fíggjarpolitiskar fyritreytir
fyri broyttum uppgávu- og
ábyrgdarbýti ímillum land
og kommunur.
Síðandi fer Ingibjørg Berg
frá Kommunusamskipan
Føroya at røða út frá einum
politiologiskum sjónarvinkli
um kommunala sjálvræði
í sambandi við nýggja
kommunuskipan og nýtt
uppgávubýti millum land og
kommunur. Og sum tann triðji
kemur landsstýrismaðurin
Jacob Vestergaard at greiða
frá
kommunalpolitisku
støðuni og ætlanum við
uppgávubýtinum millum
land og kommunur. Eftir
kaffisteðgin verður kjak
sum Marjun Kálvalíð kemur
at stýra.
2.400 litrar av
gassolju fóru á sjógv
í Skopunar Havn, tá
ein tangabilur hjá
Shell í gjárkvøldið
læt Teistanum olju.
Farið varð skjótast
gjørligt at taka oljuna
uppaftur
Oljuspill
tíðindaskriv
Bilførarin á bilinum setti
slanguna á inntakið til
smyrjioljutangan í staðin
fyri gassoljutangan, og tískil
var gassolja latin í skeivan
tanga. Smyrjioljutangin
tekur bert 600 litrar,
meðan
gassoljutangin
tekur túsundtals litrar, og
sostatt rann olja á sjógv, tá
smyrjuoljutangin, sum fyltist
skjótt, var fullur.
Bæði
Strandferðslan
og P/F Føroya Shell
boðaðu beinanvegin frá
oljuspillinum, og Sløkkiliðið
í Havn fór til Skopunar at
royna at taka oljuna uppaftur
saman við fólki á staðnum.
P/F Føroya Shell harmast
óhappið og sambært reglum,
sum eru galdandi fyri alt
Shell-samtakið,
verður
sett í verk ein innanhýsis
kanning av óhappinum.
Shell hevur ein strangan
umhvørvispolitikk, og slíkt
verður tikið í sera stórum
álvara.
Fáar kommunur
hava gøtunøvn
Hóast fáar gøtur eru í Kunoy, so ætlar borgarstjórin, Heini O. Heinesen at
áseta bæ›i nøvn og nummur á húsini í kommununi
Týsdagin var flagg-
dagshald við døgurða
í
Føroyahúsinum
á
Vesterbrogade í Keyp-
mannahavn. Stúgvandi
fult var av fólki, sum
vóru
komin
saman
til hugnaløtuna, har
Helga
Hjørvar
helt
flaggdagsrøðuna.
Eisini var felagssangur,
og
kórsangur
á
skránni. Eitt kór frá
Pensionisthøjskolen sang.
Danskir fólkadansarar
dansaðu og at enda var
farið upp á gólv við
nøkrum vísum. Alt í alt
eitt sera væleydna tiltak.
Flaggdagshald í
Føroyahúsinum
Borreitt var við turrum
fiski við eplum, kaffi og
lagkøku.
Helga Hjørvar stjóri á
Bryggjuni helt røðuna.
Í sambandi við fløguna
sum kemur í juni,
fer Brekkubrothers á
konsertferð í Norður
Londum. Konsertferðin
verður
rópt
Nordic
Relation Tour 2006, og nú
eru skráin fyri føroysku
konsertirnar klár.
Í løtuni arbeiðir bólkurin
við at fáa tað seinasta
uppá pláss viðvíkjandi
konsertunum í Danmark,
Norra og Svøríki.
Brekkubrothers eru:
Hans Petur í Brekkunum
(saxofon), Trygvi R í
Brekkunum, (slagverk),
Bjarki Meitil (bass),
Magnus
Johannesen
(rhodes).Aftrat sær hava
teir hesar solistarnar:
Ole Jørn Myklebust,
Norra (trompet), Ólavur
Olsen, Føroyar (trompet),
Peter Asplund, Svøríki
(trompet), Søren Bebe,
Danmark (rhodes),
Vitja Brekkubroters
á www.brekkubrothers.
com
Konsertskrá
Hóskvøldið 13.juli,
Atlantis, Klaksvík
F r í g g j a k v ø l d i ð
14.juli. Havnar Klubbi,
Tórshavn
Leygarkvøldið 15. juli.
Stóra Pakkhús, Vágur
Mikukvøldið 19. juli.
Manhattan, Tórshavn
Hóskvøldið 20. juli.
Manhattan, Tórshavn
Leygarkvøldið 29.juli.
Miðlahúsid, Tórshavn
Oljuspill í Skopunar Havn
Tað var tá Teistin bunkraði,
at oljan fór á sjógv
Kvinnur í kommunalpolitikk
Brekkubrothers nordic
relation tour 2006.