mikudagur 26. apríl 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 26. apríl 2006
21
UTTAN ÚR HEIMI
Í dag eru 20 ár,
síðani tann fjórði
reaktorurin á
kjarnorkuverkinum
í Tsjernobyl
sprongdist.
Sambært stjóranum
á verkinum er
sannleikin um
vanlukkuna ongantíð
komin fram.
Tsjernobyl
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað, sum ikki skuldi henda,
hendi um náttina tann
26. apríl í 1986. Klokkan
01.23 fór ávaringarskipanin
á
kjarnorkuverkinum
Tsjernobyl í Ukraina í gongd.
Ein minutt seinni sprongdist
tann fjórði reaktorurin á
verkinum.
Vanlukkan fekk ómetaliga
stórar aveliðingar, og um
alt Evropa varð stúrt fyri
geiðslavirknari dálking. Enn
tann dag í dag, 20 ár seinni,
veit eingin við vissu, hvørjar
avleiðingarnar veruliga vóru
ella eru, men tey kønu halda,
at vanlukkan hevur kostað
einastaðni ímillum 5.000 og
100.000 mannalív, meðan
túsundtals onnur stríðast
við sjúkur og likamlig lýti,
ið stóðust av vanlukkuni.
Men hví hendi tað?
Ikki allur sannleikin
Tann 26. apríl í 1986 var
tann 37 ára gamli Viktor
Bryukhanov
stjóri
á
verkinum í Tsjernobyl. Í
dag er hann 57 ára gamal,
og í einari samrøðu við
russiska tíðarritið Profil
heldur hann uppá, at
sannleikin um heimsins
ringastu kjarnorkuvanlukku
er ongantíð komin fram.
–Vísindafólkini, verk-
frøðingarnir og ákæruvaldið
vardu áhugamálini hjá
kjarnorkuídnaðinum, og við
lygnum duldu tey ta veruligu
orsøkina til vanlukkuna,
sigur Viktor Bryukhanov,
sum sjálvur fekk tíggju ára
fongsul fyri tað, sum hent
var.
Fleiri serfrøðingar halda,
at tann fjórði reaktorurin
sprongdist,
tí
nakrar
rivur vóru í honum, og
menniskjalig mistøk gjørdu
eisini sítt. Sjálvur vil
táverandi stjórin á verkinum
ikki siga, hví vanlukkan
hendi, men hann viðgongur,
at starvsfólkini gjørdu
nøkur mistøk, beint áðrenn
reaktorurin sprongdist. Men
mistøkini og rivurnar eru
ikki allur sannleikin, sigur
hann.
Kann henda aftur
Viktor Bryukhanov sigur,
at fleiri kjarnorkuverk
í
Eysturevropa
brúka
framvegis reaktorar av
tí slagnum sum tann, ið
sprongdist fyri 20 árum
síðani. Samstundis verða
nýggj kjarnorkuverk bygd í
Evropa, USA og Kina. Hann
hevur fremstafingur á lofti:
– Tað, sum hendi í
Tsjernobyl, kann henda aftur,
og tann næsta vanlukkan
kann gerast uppaftur verri,
og tí hevur heimurin rætt til
at fáa at vita allan sannleikan
um Tsjernobyl-vanlukkuna.
Fyrrverandi stjórin á
Tsjernobyl-verkinum er ikki
í iva um, at tað er ikki bara
Ukraina, sum dylir sann-
leikan. Onnur lond dylja eisini
sannleikan um vanlukkur
á kjarnorkuverkum, sigur
hann við Profil.
Mintust tey deyðu
Stutt fyri klokkan hálvgum
tvey í nátt hoyrdust 20 sløg
frá einari kirkjuklokku í
ukrainska høvuðsstaðnum
Kiev til minnis um, at 20 áru
eru liðin síðani vanlukkuna.
Uttan fyri kirkjuna vóru
fleiri hundrað fólk komin at
leggja blómur og at tendra
ljós til minnis um tey, sum
doyðu av vanlukkuni.
Viktor Jusjtjenko, forseti,
var til minningarhaldið, har
hann legði krans til minnis
um teir, sum lótu lív í
ruddingararbeiðinum aftan á
vanlukkuna. Mánadagin bað
hann altjóða samfelagið um
hjálp. Sambært forsetanum
verður ruddingararbeiðið
ikki liðugt fyrr enn í 2015, og
tá hevur tað kostað Ukraina
170 milliardir dollarar ella
eina billión krónur.
20 ár síðani
Tsjernobylvanlukkuna
Bensin ov dýrt í USA
Panama-veitin ov smøl
Óttast borgarakríggj
Tann høgi oljuprísurin
hevur gjørt tað ov dýrt hjá
amerikonskum bileigarum
at fylla tangan, heldur
George W. Bush, forseti.
Í einari røðu í gjárkvøldið
segði hann, at stjórnin
hevur gjørt av at senda
meiri bensin á marknaðin
fyri at halda príshækkingini
niðri. Vanliga hevur USA
nógv bensin á goymslu,
men forsetin segði, at hann
er til reiðar at avmarka
goymslurnar og at koyra
bensinið á marknaðin
ístaðin fyri. Tað fær kortini
onga ávirkan á amerikanska
bensinprísin í bræði,
tí sambært forsetanum
fáa bileigararnir ikki
ágóðan fyrr enn í heyst.
Politiskir
eygleiðarar
halda, at avgerðin hjá
Bush er ein roynd at bøta
um sítt umdømi ímillum
veljararnar.
Marknaðarserfrøðingar
siga við Reuter, at
avgerðin hjá amerikonsku
stjórnini kemur olju-
vinnuni dátt við, og teir
vænta, at partabrøvini
í oljufeløgunum fara at
fella í virði. Avgerðin fer
væntandi eisini at tálma
oljuprísinum, sum hevur
ligið um 73 dollarar fyri
tunnuna teir seinastu
dagarnar.
Myndugleikarnir
í
Panama hava gjørt av at
nútímansgera Panama-
veitina, so størri skip kunnu
sigla ígjøgnum hana.
Martin Torrijos, forseti,
sigur, at arbeiðið fer at
kosta einar 30 milliardir
krónur, og at tað ætlandi
verður liðugt í 2014, tí
tá eru hundrað ár, síðani
veitin bleiv tikin í nýtslu.
Arbeiðið fer ikki at órógva
ferðsluna ígjøgnum veitina,
tí ætlanin er at gera slúsur
við sínuna av verandi veit,
sigur Martin Torrijos við
AP og leggur afturat, at tá
arbeiðið er liðugt, kunnu
heimsins størstu skip
sigla ígjøgnum Panama-
veitina.
Panama-veitin varð í
sínari tíð roknað sum eitt
satt meistaraverk innan
verkfrøði,
sjálvt
um
byggingin kravdi 23.000
mannalív. Men menn hildu
veitina vera prísin verda,
tí nú sluppu skip frá at
sigla um tað vandamikla
Kap Horn, tá tey skuldu
úr Atlantshavinum
í
Kyrrahavið ella hinvegin.
Vandi
er
fyri,
at
borgarakríggið í Sri Lanka
fer at kykna aftur eftir eina
miseydnaða morðroynd
ímóti landsins herovasta
í gjár. Herovastin, Sarath
Fonseka, varð illa særdur av
einari sjálvmorðsbumbu,
og níggju av lívverjum
hansara doyðu.
Stutt eftir atsóknina
bumbaði stjórnarherurin
mál sunnan fyri býin
Trincomalee. Sviin Ulf
Henricsson, sum er leiðari
hjá teimum norðurlendsku
eygleiðarunum
í
Sri
Lanka, sigur við svensku
tíðindastovuna TT, at
bumbuálopið var ivaleyst
hevnd fyri álopið á
herovastan. Hann sigur seg
stúra fyri, at hetta kann gera
enda á teirri skroypiligu
friðaravtaluni
millum
stjórnina og teir tamilsku
loysingarmenninar har
norðuri í landinum.
Norskir
diplomatar
hava í seinastuni roynt at
fáa partarnar at binda frið,
men Alf Morten Jerve, sum
er serkønur í srilankiskum
viðurskiftum, sigur við
Aftenposten í dag, at
útlitini fyri friði eru vánalig
nú. Tvørturímóti væntar
hann, at borgarakríggið
fer at kykna aftur.
Bensinið er ov dýrt í USA.