Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 80 - 26. apríl 2006 Tað vindur alsamt meira upp á seg at sveisa og seyma hárlokkar upp í veruliga hárið. Til ber at velja millum tvey sløg av hári - fiburhár og veruligt hár - í alskyns litum. Hár Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Til teirra, ið tora at gera eitt sindur meira burturúr áðrenn farið verður í bý­in, veitslu o.s.fr. – ja, so er hár­ fríðkanarkvinnan Mariann K. Ivansdóttir altíð klár við eini hjálpandi hond. Á hárfríðanarstovu síni hevur hon eitt nú hár í alskyns lit­um, ið hon lætt og skjótt sveisar uppí. – Tað er vorðið rættiliga »in« at seta nýtt hár uppí. Tað veruliga hárið, ið seymast uppí, hevur leingi verið væl dámt. Men uttanlands eru alt fleiri og fleiri farin at nýta fibur hár í alskyns litum, og hetta rákið er við at koma til Føroya. Allar stjørnurnar nýta fibur hár, og hvørja viku havi eg viðskiftafólk í øllum aldri á hárfríðkanarstovuni, ið ynskja at seta nýtt hár uppí. – Serliga í sterkum litum, sigur Mariann K. Ivans­dóttir. Mariann stóð sveina­roynd­ ina sum hárfríðkanarkvinna í desembur 2003 eftir at hava verið í læru hjá Sa­long Tótu í 4 ár. Mariann hevur síðan starvast sum hár­ fríðkanarkvinna á síni egnu hárfríðkanarstovu, Royal, sum heldur til í Vest­manna og í Havn. Har­aftur­at hevur Mari­ann javnan verið á skeið­ um hjá eitt nú Wella, Tony & Guy og Vidal Sassoon. Og fyri kortum var hon somu­ leiðis í Hollandi á einum skeiðið, Euro Hair Fashion, har hon fekk prógv sum lær­ ari í at seta hár uppí. – Í Hollandi lærdi eg at arbeiða við eftirgjørdum hár­lokkum – serliga úr fibri. Fríggja­dagin fari eg at undir­ vísa øðrum føroyingum at nýta hetta serliga hárið. Eg eri einasta umboð í Føroyum fyri júst hetta hárið, ið er av merkinum Bolmaine, sum er rætti­liga »in« um allan heim. Í september fer Mariann aftur á skeið hjá Bolmaine, men hesaferð í París. Tá skal hon aftur vera saman við fleiri hárfríðkarum, ið somuleiðis eru lærarar í at seta hárlokkar uppí: – Tað er sera læruríkt at fara út um landoddarnar og fáa nýggjan íblástur við sær heim aftur í skjáttuna. Eg havi so nógv hugskot og haldi tað er frálíkt, at fleiri og fleiri kvinnur tora at flippa eitt sindur út við hárinum. Fyrr vóru eftirgjørdu hárlokk­arnir nógv dýrari, men nú tað er vorðið so »in«, fáast teir til keyps fyri bíligan penga. Tað er kuul og avgjørt komið fyri at verða, sigur Mariann K. Ivansdóttir at enda við ein­ um brosi. Tað er ymiskt, hvussu nógvar hárlokkar kundarnir koyra í - alt frá 4-20 lokkar Hár í alskyns litum ■ Ein lokkur av fiburhári kostar 50 krónur. ■ Lokkarnir kunnu vaskast, greiðast og setast júst sum tað veruliga hárið, men tó ikki slættast, tí hárið smeltar á 140°. ■ Lokkarnir krúllast ikki lættliga ■ Lokkarnir kunnu endurnýtast. ■ Lokkarnir kunnu verða í hárinum upp til 6 mánaðar. ■ Tað tekur um 10 minuttir at koyra 10 lokkar í hárið. ■ Lokkarnir verða festir í hárið við keratin, ið als ikki fer illa við veruliga hárinum. ■ Pistólin, ið festir lokkarnar er 140°, men ikki skaðandi fyri hárið. ■ Hárliturin verður verandi sterkur og avlitast ikki. ■ Somuleiðis ber til at fáa ymiskt hárprýði sveisað upp í hárið. Eitt nú við silvurketu og diamantum. Ein hárlokkur við prýði kostar frá 100-200 krónur. FAKTA – Tað hevur altíð verið mín dreymur at verið hárfríðkanar­ kvinna, og í løtuni nýti eg bara hvørja løtu í mínum lívsstarvi, sigur Mariann K. Ivansdóttir – Eingi mannfólk hava enn sett eftirgjørt hár uppí, men tað ráði eg teimum eisini frá, sigur Mariann flennandi