Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 • mikudagur • 26. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Tomislav Sivic, sum hevur vant VB, B36 og KÍ, varð í gjár avdúkaður sum nýggjur lands­ liðsvenjari í Uganda. Málið hjá Sivic verð­ ur at fáa Uganda við til endaspælið um afrikanska meist­ara­ heitið í 2008 Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tomislav Sivic var í fleiri ár ein profilur í føroyskum fótbólti. Hann kom mið­ skeiðis í 90’unum til Føroya at venja VB, og seinni vandi hann eisini B36 og KÍ. Eftir at hann gavst sum venjari í KÍ í 2002, fór hann av landinum og hevur síðani virkað sum venjari í heimlandinum. Nú hevur Sivic fingið eina heilt aðra og øðrvísi uppgávu, tí í gjár varð hann avdúkaður sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Uganda. Sivic, sum nú er 39 ára gamal, hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við fótbólts­sam­ bandið í Uganda, og sam­ bært BBC verður árslønin hjá honum umleið 400.000 krónur. Sáttmálin er gjørdur soleiðis, at hann kann leingj­ ast við tveimum árum, um partarnir ynskja tað. Hava álit á Sivic Formaðurin fyri fótbólts­sam­ bandið í Uganda roknar við, at Sivic kann leiða landið til endaspælið um afrikanska meistaraheitið í 2008. – Vit hava álit á Sivic, og tí valdu vit hann fram um 20 aðrar umsøkjarar. Vit rokna við, at Sivic fer at arbeiða miðvíst á øllum økjum, so vit kunnu náa okkara máli, sigur Lawrence Mulindwa við BBC Sport. Tomislav Sivic avloysir Mohammed Abbas úr Egypta­land, sum fekk sekkin herfyri, og Sivic byrjar í nýggja starvinum í næsta mánaði. – Eg eri sera fegin um at koma til Uganda, og eg ælti mær at føra landið til African Nations Cup fyri fyrstu ferð í 30 ár, sigur Tomislav Sivic sambært BBC. Venjari í Serbia Tomislav Sivic hevur seinnu árini virkað sum venjari í Serbia, hann hevur vant eitt av ungdómslandsliðunum hjá landinum, og hann hevur eisini staðið á odda fyri felagið Smedorovo, ið hevur spælt í bestu deildini. Men hetta samstarvið endaði fyri einari tíð síðani. Nú Sivic fer til Uganda at starvast, er hann tann triði serbiski venjari, sum roynir seg í landinum. Undan­kapp­ ingin til afrikanska meist­ araskapin byrjar í september, og Uganda er komið í bólk saman við Lesotho, Niger og Nigeria. Uganda hevur ikki verið við í endaspælinum síðani 1978, tá ið teir taptu finaluna 2-0 ímóti vertstjóðini Ghana. Leirvík fingið nýggjan vøll Leygardagin fingið leir­ víkingar ein nýggjan fót­ bóltsvøll. Hetta er ein av sparkivøllunum, sum eru ella verða gjørdir kring landið. Tað er Fót­ bóltssamband Føroya, sum vegna UEFA hevur tikið stig til at gera smáu fótbóltsvøllirnar kring landið. Niklas á Líðarenda, sum er limur í starvsnevndini hjá FSF, handaði Leir­ víkar kommunu vøllin leyg­ardagin. Lítið hátíð­ arhald var í illsliga veðr­ inum leygardagin, og so løgdu børnini til brots at spæla beinanvegin. Hetta er tann triði sparki­ vøllurin, sum higartil er alment tikin í nýtslu, og ætlanin er, at FSF í samstarvi við kommunur, landsmyndugleikar og vinnilívið skal byggja tilsamans 40 sparkivallir tey næstu tvey árini. KR tapti aftur Rógvi Jacobsen og lið­fe­lag­arnir spældu mána­kvøldið dyst ímóti Fjølni, og aftur hesaferð mátti KR lúta. Dysturin endaði við 1-0 til Fjølni. Dysturin var spældur innandura í Egilshøllini. Rógvi Jacobsen spældi í álop­inum hjá KR í ein tíma, áðrenn hann varð skiftur út. KR spæl­ir næsta dystin um viku­ skift­ið, hann verður ímóti Grinda­vík. Start fær ikki mál Trupulleikarnir hjá norska felagnum Start eru nú eyðsýndir. Eftir tríggjar dystir í norsku tippuliguni hevur felagið framvegis ikki skorað eitt mál. Tveir av dystunum eru endaðir við tapi, meðan tann triði endaði sum málleysur javnleikur. Ítróttarredaktørurin á Fedrelandsvennen skrivar í einari viðmerking, at um Start ikki fær hol á mál­ skjótingina bein­an­­vegin, verður kapp­ingarárið sera trupult. Mánakvøldið tapti Start uttan Toda Jónsson á liðnum 1-0 ímóti Brann. - Mánadagin skuldi Todi steðga málturkinum á liðnum, men hann gjørd­ ist sjúkur. Faktum er nú, at Start hevur einki mál gjørt í ár, og tað er álvarsamt, skrivar Svein Enersen í sínari grein. Næsti dysturin hjá Start verður ímóti Viking leygardagin. Sivic nýggjur venjari hjá Uganda – Eg eri sera fegin um at koma til Uganda, og eg ælti mær at føra landið til African Nations Cup fyri fyrstu ferð í 30 ár, sigur Tomislav Sivic. Mynd: Alexander Djorovic