mikudagur 26. apríl 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 80 - 26. apríl 2006 ]
VB/S koyrir
litava avstað
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
VB/Sumba ætlar ikki
at lata seg noyða við
vánaligu úrslitini í For
muladeildini higartil í ár.
Felagið úr Suðuroy hevur
tapt allar sínar fimm
dystir, og sunnudagin
er botndystur á skránni
ímóti ÍF, sum heldur
einki stig hevur fingið.
Í gjárkvøldið varð
sáttmálin við litaviska
verjuspælaran Dalius
Staleliunas
sagdur
upp. Heimasíðan hjá
VB/Sumba skrivar, at
talan var um ein roynd
arsáttmála, og VB/
Sumba hevði ikki hug at
leingja hendan sáttmála,
nú royndartíðin er far
in.
Hinvegin
hevur
VB/ Sumba fingið ein
nýggjan spælara úr Dan
mark. Tað er Christian
Soelberg, sum kom til
landið í morgun. Hann
er verjukendur mið
vallarspælari og hevur
leikt á 2. deildarliðnum
hjá Glostrup. Avtalað
er, at fyrsta tíðin er
royndartíð hjá báðum
pørtum. Gongst sum
ætla, kann Sol vera við
á formulaliðnum, sum
sunnudagin skal leika
botndyst í Fuglafirði.
Havnar Róðrarfelag nýggjan formann
Flaggdagin hevði Havnar Róðrarfelag ársaðalfund, og har takkaði Heðin Hansen
fyri seg sum formaður í felagnum. Hann kom upp í nevndina í 1995 og hevur verið
formaður síðani 2000. Nýggjur limur í nevndini er Svein Hansen, og hinir eru Rúni
Persson, Magni Nielsen, Paul Kragesteen og Magni Brøðraberg. Heimasíðan hjá
Havnar Róðrarfelag skrivar, at nevndin fer at skipa seg í næstum.
HB hevur ikki ráð
at tapa lokalbrakið
ímóti B36 í kvøld,
men tað verður eingin
Panic-loysn á liðnum
hjá HB til dystin.
B36 má spæla uttan
leikbannaða motorin
á miðvøllinum
HB-B36
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í kvøld verður fyrsta veru
liga fótbóltsbrakið í høv
uðsstaðnum. Oddaliðið
B36 spælir ímóti HB, sum
liggur mitt á stigatalvuni
eftir fyrstu fimm dystirnar í
Formuladeildini, og vinnur
B36 dystin, kann felagið
leggja sjógv ímillum seg og
HB.
Í løtuni hevur B36 13 stig,
og HB hevur 7, og endar
dysturin í kvøld við sigri til
B36, verða tað 9 stig á muni
millum feløgini.
Hetta kann HB illa tola,
og tí má reyð-svarta havnar
felagið fáa stig burturúr
dystinum.
Eingin Panic
HB hevur alt sítt fólk tøkt til
dystin. Kári Nielsen fór út
við heilaskjálvta í dystinum
sunnudagin, og hann gisti á
sjúkrahúsinum. Hann er tó
klárur til dystin í kvøld.
Tað er nýggi serbiski mið
vallarin hjá HB, Panic, ikki.
Loyvini vóru ikki klár, tá ið
vit tosa við HB-leiðsluna
fyrrapartin í dag, og roknað
var ikki við, at hann kann
spæla í kvøld. Hinvegin
er sannlíkt, at Panic kann
spæla við í næsta dystinum
hjá HB.
B36
manglar
Fróða
Benjaminsen til dystin í
kvøld. Hann var útvístur
ímóti B68 og hevur fingið
leikbann í tveir dystir. Tað
gevur ivaleyst pláss til Inga
Højsted, sum nú spælir aftur
fyri B36. Hann er góður
avloysari á miðvøllinum.
Andrew og teir vilja
longur upp
Fremad Amager spælir í kvøld útsettan dyst ímóti
Ølstykke, og málið hjá teimum í Fremad Amager er
púra greitt. Liðið skal vinna dystin og harvið toga
seg eitt vet longur upp eftir stigatalvuni. Liðið hjá
Andrew av Fløtum er dragnað eitt sindur í stríðnum
um uppflyting til superliguna, men enn ber til at koma
í nánd av uppflytingini. So skulu fleiri sigrar til, og
tann fyrsti má koma í dystinum í kvøld.
HB má hanga í B36
B36 má vera Fróða
Benjaminsen fyri
móti HB og EB/
Streymi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Landsliðsspælarin Fróði
Benjaminsen varð rikin av
vølli, tá B36 leygardagin
spældi móti fyrrverandi
liðfeløgunum hjá Fróða úr
B68.
Eftir ein tilburð, har dóm
ari metti Fróða hava sligið
Ova Magnussen, fekk mið
vallarin reyða kortið. Og
ikki óvæntað hevur Kapp
ingarnevndin sektað hetta
við leikbanni í tveir dagar.
Tað merkir, at B36 má
vera miðvallaran fyri uttan
teir báðar komandi dystirnar,
sum báðir mugu metast
rættiliga týdningarmiklir.
Fyrst
grannauppgerðin
móti HB í kvøld og síðani á
heimavølli móti EB/Streymi,
sum í løtuni er nummar tvey
á stigatalvuni.
Fróði fekk leikbann í tveir dystir
Fróði Benjaminsen má sita uttanfyri í
næstu tveimum dystunum hjá B36