Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. apríl 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 80 - 26. apríl 2006 ] B36 er stórfavorittur Veddingafyritøkan Nordic Bet ivast ikki í, hvør fer at vinna landskappingardystin ímillum B36 og HB í kvøld. Nordicbet ivast í, um tað verður stórvegis spenningur í stórdystinum milum havnafeløgini, tí fyritøkan gevur pengarnar 3,25 ferðir aftur, um HB vinnur dystin. B36 gevur 1,95, meðan javnleikur Fitt av fólki var og hugdi, tá ið fyrsta B-kappingin í estetiskum fimleiki var í ítróttarhøllini á Kambsdali leygar­ dagin FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Leygardagin skipaði fim­ leikasambandið fyri fyrstu B-kappingini í estetisk­um fimleiki fyri pinkur, smá­ gentur, gentur og kvinnur. Kappingin var hildin í ítróttarhøllini á Kambsdali, har fitt av fólki var komið at hyggja, hóast veðrið ikki var av tí besta. Liðini, ið kappaðust, vóru frá Flog, Støkk, Havnar Fimleikafelag og Ljósinum. Smágenturnar og kvinnurnar gjørdu eisini eina íðkan við amboði; smágenturnar gjørdu við hoppibondum og kvinnurnar við gjarum. Íðkanirnar við amboðum vóru dømdar eftir gomlu stórkappingarreglunum. Fimleikasambandið hevur ikki skipað fyri B-kapping fyrr. Kappingin er mest fyri at fáa fleiri kappingar til fimleikararnar at fara til, umframt at geva øllum møguleika til at kappast við onnur á sama støði. Kappingin eydnaðist sum heild væl. Næsta kappingin í estetiskum fimleiki er A-kappingin fyri pinkur, smágentur og kvinnur, sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Jónas ímóti Skjold Danska 1. deildarfelagið Frem spælir í kvøld útsettan dyst ímóti Skjold. Frem liggur nummar 9 í næstbestu donsku deildini, meðan Skjold er nummar 15 og næstaftast. Tríggir føroyskir spælarar eru við í hópinum hjá Frem, men seinastu dystirnar hevur bert høgri bakkur Jónas Tór Næss verið á vøllinum til dyst. Frem byrjaði seinnu helvt av kappingini við fleiri sigrum, men seinastu umførini hava teir tapt. Umráðandi er, at teir vinna dystin ímóti Skjold, sum verður spældur í kvøld kl. 17.30. Hóskvøldið spælir felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen seinnu hálvfinaluna í steypakappingini, og nú skal kappingarárið bjargast, má liðið vinna fyri fyrstu ferð í ár Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo AaB skal vinna ein dyst fyri fyrstu ferð í ár, um felagið ætlar sær í donsku steypa­ finaluna í fótbólti, sum verður spæld Kristi Himmalferðardag. Hóskvøldið spælir AaB seinnu hálv­ final­una ímóti Randers FC á heimavølli, og eftir 0-0 í fyrra dystinum, skal AaB nú vinna. Randers spælir í næstbestu donsku deildini, og tí er felagi hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen favorittur til dystin hóskvøldið. Málmaðurin og liðformaðurin hjá AaB, Jimmy Nielsen, vónar, at áskoðararnir av álv­ara fara at stuðla liðnum til týdningar­ mikla steypadystin. – Hetta er týdningarmesti dysturin hjá okkum í ár, og bæði vit á vøllinum og øll rundan um vilja so gjarna í steypafinaluna og vinna hana, sigur Jimmy Nielsen við heimasíðuna hjá AaB. – Nú er tað av álvara, at spælarar og áskoðarar skuu vísa, at vit standa saman, tí tað verður brúkt fyri øllum stuðli, sum vit kunnu fáa í hesum dystinum, sigur hann. Skulu upp í ferð AaB hevur ikki megnað at vunnið ein dyst í superliguni, síðani kappingin byrjaði aftur í mars mánaði. Seks javnleikir hevur liðið úr Aalborg megnað at skravað saman, men fyrsti sigurin bíðar framvegis. – Eg rokni við einum sera hørðum dysti ímóti Rand­ers, men vit skulu brúka høga leikferð, sum er størsti munurin ímillum superliguna og 1. deild. Vit skulu seta okk­ um á dystin og spæla skjótt, sigur Jimmy Nielsen. AaB-venjarin Erik Hamrén hevð ikki tikið spælararnar út til dystin, tá ið vit høvdu evstamark á blaðnum fyrr í dag, men roknað verður við, at bæði Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen verða við í hópin­um. B-kapping í estetiskum fimleiki Úrslitini Pinkur: Nr. 1 HF 14,15 stig Nr. 2 Flog 11,29 stig   Smágentur: Nr. 1 HF 15,27 stig Nr. 2 Støkk 15,15 stig Nr. 3 Flog 11,85 stig   Gentur: Nr. 1 HF 15,07 stig   Kvinnur: Nr. 1 Flog 13,07 stig Nú skal bera ella bresta hjá AaB Hóast talan ”bert” var um eina B-kapping, var støðið á fimleikinum sera høgt leygardagin. Her eru smágenturnar hjá Støkk á gólvinum