hósdagur 27. apríl 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 27. apríl 2006
3
Eftir fyrireikingar í
nøkur ár, varð spak
in til eina badmin
tonhøll í Klaksvík
umsíðir settur í í gjár
KlaKsvíK
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað var ein sera fegin borgar
stjóri, sum í gjár setti spakan í
til Klaksvíkar Badmintonhøll
beint sunnanfyri KÍ høllina.
Í stuttari røðu segði Stein
bjørn Jacobsen millum ann
að um stigtakaran Jákup
Anthoniussen
Jákup man vera ein
tann treiskasti maðurin,
eg kenni – treiskur á ein
óvanliga positivan hátt
við tí ótroyttiliga ágrýtni,
hann hevur lagt í arbeiðið
at fáa klaksvíkingum og
norðoyingum eina badmin
tonhøll.
Íróttarmiðdepil
Nýggja høllin skal byggjast
beint sunnanvert KÍ høllina,
og verður um somu stødd,
sum hendan. Eftir ætlan
skulu hallirnar í avísan
mun byggjast saman við
einum millumbygningi,
sum skal kunna brúkast
sum felags goymsluhøli.
Eisini er ætlanin, at millum
bygningurin skal gera tað
møguligt at taka báðar hall
irnar í nýtslu samstundis til
eitt nú størri sølustevnir og
líknandi.
At høllin kemur at liggja
beint í hjartanum á ítróttar
økinum í Klaksvík, halda
stigtakararnir bara kann
verða ein fyrimunur. Svim
llin liggur beint við og
bert fáir metrar eru til KÍ
høllina. Sostatt verðu mest
sum talan um ein nýggjan
ítróttarmiðdepil í Klaksvík.
Sum skilst, kemur tað eis
ini meir enn so fyri, at
plásstrot er í høllunum á
Kambsdali og á Skála, so
uttan iva fara eysturoyingar
eisini at fáa gleði at víðkaðu
ítróttarmøguleikunum í
Klaksvík – ikki minst nú
ferðasambandið verður so
nógv høgligari.
Góðan stuðul
Tað er Jákup Anthoniussen úr
Klaksvík, sum hesi seinastu
trý árini hevur staðið á odda
fyri arbeiðinum at fyrireika
arbeiðið og útvega fígging
til badmintonhøllina. Jákup
sigur, at hóast tað hevur tik
ið sína tíð, hevur tað sam
anumtikið gingið væl at
skaffa fígging til høllina.
Góður stuður er fingin frá
bæðið landinum og komm
ununi, og eisini hevur
Mærsk McKinney Møller
sýnt høllini vælvild. Út frá
fyriliggjandi fíggjarætlan
kemur høllin at kosta á leið
14 milliónir kr. Nú spakin
er settur í, og arbeiðið kann
byrja, væntar Jákup, at høllin
verður klár at taka í nýtslu í
august mánað næsta ár. Tað
er byggifyriøkan Norðhús
í Klaksvík, sum kemur at
standa fyri arbeiðinum.
Spakin settur í til badmintonhøll
Í gjár varð spakin so settur í, og borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen kundi ynskja stigtakaranum Jákupi Anthoniussen góða eydnu
við nýggju badmintonhøllini
Mynd: Dávur Winther
Í fjør var slíkur gravgangur
eftir tjalding á G!, at tað
var strævið at fylgja við.
Tískil verða atgongumerki
til tjaldingina á G! í
ár, tjaldingarpassini, at
fáa í forsølu, samstund
is sum vanligu festi
valatgongumerkini, festi
valpassini, ið fara til sølu
nú leygardagin.
Tjaldingarøkið á G! er
helst tað størsta í Føroyum
dagarnar festivalurin varar.
Fyri at fáa atgongd til
tjaldingarøkið er neyðugt
við bæði tjaldingarpassi
og festivalpassi. Tjaldin
garpassini, sum eru gald
andi fyri allar dagarnar
festivalurin
varar,
kosta 150, kr stykkið.
Seinasta ár vóru onkrir
trupulleikar at veita ávís
ar tænastur í samband
við tjaldingina, stutt
sagt vegna ovurstóra eft
irspurningin, men hetta
verður strammað munandi
upp í ár til tess at veita best
møguligu tænastuna til
tjaldararnar.
Mynd: Dávur Winther
TjaldinG!arpass í forsølu