Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 81 - 27. apríl 2006 Leiðslan skilir ikki atfinning­ arnar Bergur í Garði, formaður í nevnd­ ini fyri undirsjóvar­ tunlarnar, skilir ikki atfinningarnar, tí uppgávan hjá felagnum er at reka og fremja tunlarnar Ókeypis koyring Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg skilji ikki atfinn­ ingarnar. Bergur í Garði, for­ maður í nevndini fyri undirsjóvartunlarnar, skilir ikki rættiliga, hví politikarar eru so mis­ nøgdir við avgerðina um at lata alla koyring verða ókeypis. Annars hevur hann ikki so nógvar viðmerkingar. – Undirsjóvartunlarnir eru lagdir í eitt partafelag við teimum reglum og skyldum, sum eitt slíkt hevur. Og tað er lógarfest, at felagið skal fremja og reka tunlarnar, sigur hann stutt. Hann sigur, at hetta er ein avgerð, sum er tikin í tí sambandi. – Hevði talan verið um eitt vanligan, almennan stovn, varð støðan kanska ein onnur, leggur hann afturat. Dávur Reinert Hansen, stjóri, hevur ongar við­ merkingar, men vísir til nevndarformannin. Men hann sigur, at av tí, at tað verður ókeypis at koyra í eina heila viku, skuldi tað lætt trýstið munandi, tí so verður ikki øll ferðslan sama dag. Hann vísir eisini á, at tá ið nógv ferðsla er, skuldi hon eisini gingið spakiligari enn vanligt. Landsstýrið tekur undir við, at tað skal vera ókeypis at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni í sjey dagar, samstundis sum tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Ókeypis sigling Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í alla næstu viku verður tað ókeypis at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni. Tað uplýsti Jacob Vester­ gaard, landsstýrismaður í Løgtinginum seinnapartin í gjár. Í sambandi við, at Norð­ oyatunnilin letur upp í morgin, hevur leiðslan fyri undirsjóvartunlarnar gjørt av, at tað næstu vikuna skal tað vera ókeypis at koyra ígjøgnum báðar undir­ sjóvartunlarnar. Tað fekk teir teir tríggjar tingmenninar, Gerhard Lognberg, Hergeir Nielsen og Páll á Reynatúgvu, at spyrja Jacob Vestergaard, landsstýrismann í inn­ lendismálum, um ikki eisini Strandfaraskipini fóru at sigla ókeypis, so at allir føroyingar kundu fáa somu tænastu og so at allir føroyingar kundu vera við at hátíðarhalda undirsjóvartunnilin. Jacob Vestergaard sigur, at landsstýrið hevur tikið undir við, at tað verður ókeypis at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni í sjey dagar, frá sunnumorgunin 30. apríl til sunnukvøldið 7. mai. Hann segði, at nú skuldi landsstýrið so kannað, um tað var neyðugt at leggja málið fyri Løgtingið ella fíggjarnevndina fyri at fáa heimild fyri tiltakinum, tí hetta fer at kosta Strand­ ferðsluni einar 600.000 krónur. Hann upplýsti, at hetta kundi eisini brúkast sum ein kanning at vita, hvussu hetta fór at ávirka ferðafólkatalið og hvørja ávirkan, prísurin hevur á ferðafólkamynstrið. Hetta umfatar bara tey, sum skulu sigla við Strand­ ferðsluni. Tey, sum brúka Bygdaleiðir og tyrluna, skulu framvegis rinda vanligan ferðaseðil. Annars tóku tingfólk úr øllum flokkum undir við ætlanini. Men sum sæst í aðrari grin, fýlast tey hvassliga á, at leiðslan fyri undirsjóvartunlarnar tekur eina slíka avgerð um at tað skal vera ókeypis at koyra í eini so knappari vending, sum avgerðin er tikin hesuferð og uttan at boðað landsstýrinum frá í góðari tíð. Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, og nógv onnur tingfólk eru í øðini um at leiðslan fyri undirsjóvartunlarnar ikki í góðari tíð hevur boðað landsstýrið og Strandferðsluni frá, at tað verður ókeypis ígjøgnum tunlarnar Òkeypis koyring Àki Bertholdsen HYPERLINK ”mailto: aki@sosialurin.fo” aki@ sosialurin.fo – Leiðslan fyri undirsjóvar­ tunnilin skuldi fingið fótin í eitt vist stað. So bersøgin var Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum í gjár. Leiðslan fyri undirsjóvar­ tunlarnar var fyri hvøssum atfinningum í Løgtinginum í gjár. Tað vóru nógv tingfólk, sum átalaðu, at leiðslan ikki í góðari tíð hevði boðað landsstýrinum frá, at hon fór at gera tað ókeypis at koyra ígjøgnum báðar tunlarnar í alla næstu viku. Harðastur í sínum atfinn­ ingum var Hendrik Old, sum eisini er formaður í vinnunevndini hjá Løgting­ inum. – Var nakað skil í leiðsluni fyri tunlarnar, hevði hon tikið fund við landsstýrið fyri at finna útav, hvussu hetta kann gerast skilabest fyri at sleppa undan trupulleikum. Hendrik Old segði, at serliga er Leirvík í trupul­ leikum, tí tað kann lættliga enda við sonnum ruðulleika í teimum smáu tunlunum norðanfyri, tá ið ferðslan verður so stór, sum tað her er lagt upp til. – Suðuroyingar og sand­ oyingar og onnur fáa ikki nógva nyttu burturúr hesum, tí tey flestu eru til arbeiðis Hendrik Old helt, at skuldi hetta eydnast væl, skuldi tað verið lagt til rættis langt áðrenn. Eitt nú kundu suðuroyingar fingið ein serligan familju­ pakka á hvítusunnu, sum eisini umfataði undirsjóvar­ tunlarnar. – At proppa alla ferðsluna ígjøgnum tunlarnar ísenn, er tað mest skilaleysa at gera, tí tað kann enda við, tí tað kann enda við ruðulleika av eini aðrari verð. – Var tað eg, sum ráddi, fekk leiðslan fyri tunlarnar fótin eitt vist stað, morgunin eftir, at hon hevði tikið hesa avgerðina. Eisini Karsten Hansen var ógvuliga bersøgin: – Tað er heilt ótrúliga langt úti, at ein almennur stjóri fyri undursjóvartunlarnar tekur eina avgerð, sum noyð­ ir ein landsstýridsmann at koma krúpandi í Løgtingið at biðja um eina eykajáttan fyri at javntseta seg við ein almennan stjóra, sum fær nógv hægri løn enn løgmaður, tí hann hevur eitt so ómetaliga týdningarmikið starv. ­ Tað vísir seg, at tað skal vera bíligt at koyra, tá ið tað passar leiðsluni fyri undirsjóvartunlunum og tá ið tað er útsøla í Vágum ella í Norðoyggjum, so skal tað vera ókeypis at koyra. – Men tað, vit hava brúk fyri, er at tað er bíligari hvønn dag og ikki bara tá ið útsøla er, segði Karsten Hansen. Eisini John Johannessen helt, at tað var tekin um vánaliga tilrættislegging, at leiðslan fyri tunlarnar kemur sum ketta upp úr høvdatrogi við einum slíkum tiltakið. Heidi Petersen helt, at tað var ábyrgdarloysi at lata allar føroyingar, sum ikki ferðast gjalda fyri, at summir skuldi ferðast fyri onki og at landsstýrið leyp á leistum, bara tí eitt eitt tilvildarligt partafelag gjørdi av, at nú skuldi tað vera ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Johan Dahl helt ikki, at tað var rætt at hava ókeypis koyring hesa vikuna, men tá ið avgerðin varð tikin, helt hann, at tað var rætt, at allir føroyingar vórðu javnt­ stillaðir. Hergeir Nielsen vísti ann­ ars á, at hetta var ikki fyrstu ferð, at tað var ókeypis at koyra ígjøgnum undirs­ jóvartunlarnar, so tað var løgið at krevja høvdið á stjór­ anum á einum fati hesuferð. Eisini onnur tingfólk átalaði leiðsluna fyri undir­ sjóvartunnilin fyri fram­ ferðina í hesum máli. Somuleiðis fýltist Jacob Vestergaard, landsstýris­ maður á, at leiðslan fyri tunlarnar ikki hevði boðað frá í góðari tíð, so at spurningurin um ókeypis sigling kundi verðið viðgjørdur í góðari tíð og so at allir partar kundu havt eitt felags tilboð til føroyingar. Hann vildi havt, at hetta var betri samskipað, so at allir partar høvdu betri stundir at seta tiltøk í verk, sum var enn betri enn hetta. – Eg haldi, at tað er rætt, at allir føroyingar fáa havnbjóðis møguleikar at ferðast, ikki bara so at æøll kunnu fara til Klaksvíkar, men eisini so, at tey, sum ikki hava roynt nýggja Smyril, kundu komið til Suðuroyar ein túr, ella so at fólk fingu høvi at vitja Sandoy, ella onnur pláss. Summir føroyingar eru meiri javntsillaðir enn aðrir, men formaður í Útoyggjafelagnum heldur, at hetta er tað bera fjas ikki javntstillaðir Áki Bertholdsen Aki@sosialurin.fo – Várharra setti ongan eftir. Men tað ger landsstýrið! Speisku viðmerkingina eigur Bjørn Patursson, bóndi í Koltri. Hann sipar til, at Lands­ stýrið nú hevur gjørt av tað skal verða ókeypis at sigla við skipunum hjá Strand­ ferðsluni í eina heila viku. Tað er ein avgerð, sum landsstýrið hevur tikið í kjalarvørrinum á, at leiðslan fyri undirsjóvartunlarnar hevur gjørt av, at tað skal verða ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar í eina viku fyri at hátíðarhalda Norðoyatunnilin. Í tí sambandi halda flestu politikarar, at allir føroyingar skulu javntstillast og tí skal tað eisini vera ókeypis at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni í alla næstu viku. Men tað er greitt, at tað eru summir føroyingar, sum eru meiri javntstillaðir enn aðrir. Tað vóru nevniliga nøkur tandur, sum politikararnir als ikki tóku upp á tunguna. Og tað vóru tey, sum bara hava tyrluna á at líta. Talan eru tey, sum bú­ leikast í Koltri og tey, sum búleikast í Dìmun og teirra einasta samband við umheimin er tyrlan. Men tey eru als ikki nevnd í hesum sambandi. Bjørn Patursson í Koltri ásannar, at hetta er eitt lítið mál og hann hevur onki ímóti at rinda sín ferðaseðil sjálvur og hann ætlar ikki at gera meiri við málið. Men hann vísir á, at tað var ein ógvuliga prinsipiell avgerð, sum landsstýrið hevur tikið, og tað var at javntstilla allar føroyingar ­ Nú landsstýrið endiliga tekur eina so prinsippiella støðu, haldi eg at tað er skeivt, at lata nøkur fá tandur sita eftir, sigur hann. – Og eg haldi ikki, at tað er rætt at gloyma hesi fólkini í hesum gávupakkanum, leggur hann afturat Bert fjas Eisini Óla Jákup í Dímun, bóndi í Stóru Dìmun og formaður í Útoyggjafelag­ num sigur, at eftirsum talan var um eina prinsippiella avgerð, átti øll at verðið tikin við, eisini tey, sum bara hava tyrluna. Men hann fer ikki at gera meiri burturúr málinum, tí hann heldur, at tað er tað bera fjas, at Løgtingið skal brúka ein stóran part av einum seinnaparti at viðgerða eitt slíkt mál, sum at lata allar føroyingar sigla ókeypis við Strandferðsluni. – Eg kann koma í tankar um 1000 ting, sum løgtingið heldur átti at brúkt tíðina og pengarnar til, heldur enn hetta, leggur hann afturat. ­ Og hóast tað verður ókeypis at sigla í eina viku, er tað ikki meiri ókeypis enn so, enn at tað skal betalast onkusvegna og so verður tað tikið av skattinum staðin fyri, so vanligi borgarin kemur at betala undir øllum umstøðum, antin so ella so. Hann vísir eisini á, at tað er javnan ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunn­ ilin, men at allri føroyingar sleppa ikki at ferðast ókeypis fyri tað. Jacob Vestergaard ásannar, at alt møguligt kundi verðið tikið, men í hesum sambandi hevur landsstýrið hugsað um farleiðina um firðir og sund. Tað merkir eisini, at tað verður heldur ikki ókeypis at brúka Bygdaleiðir. Tað verður ókeypis at sigla við Strandferðsluni í sjey dagar Leiðslan skuldi fingið fótin Várharra setti ongan eftir men tað ger landsstýrið