hósdagur 27. apríl 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 27. apríl 2006
5
Nú kann økið til
grundøkini keypast
Norðskáli: Sum væntað
samtykti bygdaráðið í
Sunda kommunu einmælt
eitt uppskot um játtan at
keypa eitt øki í kommun
uni.
Á bygdaráðsfundi mána
kvøldið varð nevniliga
samtykt, at keypa eitt øki
til hetta endamálið fyri 4
mió kr.
Tekniska nevnd hevði
annars mælt til, at so skjótt
sum kommunan hevði
ognað sær hetta økið frá
Búnaðarstovuni, at fara
víðari í prosjekteringini og
við at bjóða arbeiðið út.
Sum skilst er stórur
byggiáhugi í kommununi.
Og hjá kommununi liggja
í dag fleiri umsóknir um
byggiloyvi.
sb.
Ungdómsstevnan
longu fullteknað
Giljanes: Hóast langt er
til freistin at tekna seg til
Landsungdómsstevnuna
hjá Heimamissiónini er úti,
er longu greitt, at stevnan
verður fullteknað.
Fyrireikararnir boða frá,
at higartil hava 350 ungfólk
úr øllum landinum boðað
frá luttøku, og hetta er sam
stundis ovasta mark fyri
talinum av luttakarum.
– Men møguleiki er kort
ini at seta seg á bíðilista,
sigur ungdómsráðgevin
hjá Heimamissiónini, Hans
Kristian Justesen.
Landsungdómsstevnan
verður í døgunum 11. til
14. mai, og plagar altíð at
savna hundraðtals ungfólk
úr øllum landinum. Og
soleiðis verður eisini í ár.
sb.
Rætting:
Ikki 60 – men 60 %!
Gøtunøvn: Tað ljóðaði
helst ógvusligt í eygunum
á mongum lesara í gjár, tá
vit bóru tíðindi um at 60 av
postbygdunum í Føroyum
ikki høvdu gøtunøvn.
Tíverri var eitt týdning
armikið tekin dottið úr
greinini - %: Talan var ikki
um 60 postbygdir, men um
60 % av postbygdunum í
Føroyum.
Hetta kastar uttan iva
rætt ljós yvir henda veru
leikan!
sb.
Tíðindafundur var kl.
10 í morgun í Gøtu
skúla í samband
við, at broytilig
elektronisk skelti
vóru tendrað í Gøtu.
Oyvindur Brimnes,
stjóri í Landsverki
byrjaði við at bjóða
vælkomin og segði
nøkur orð, meðan
fundarluttakarnir
fingu sær morgunmat
Ferðsla
Heini S. Kristiansen
Myndir: Jens Kr. Vang
Eftir morgunmatin, kom
umboð fyri Landsverk upp
og greiddi frá verkætlanini
“ferðtálmandi tiltøk”.
Gunn H. Møller, prosjekt
leiðari byrjaði við, at greiða
frá, hvussu ein trupulleiki
verður staðfestur.
Landsverk ger kanningar
ymsastaðni kring landið,
og tað er eisini møguleiki
at siga frá, um tú metir at
eitt vegastrekkið er serliga
vandamikið. Ofta eru tað
skúlarnir, sum boðað frá,
at tað ikki er nøktandi við
ferðslutrygdina á einum ávís
um øki.
Tá ið trupulleikin verður
staðfestur, verður greinað,
hvørji tiltøk kunnu setast í
verk, fyri at gera ferðsluna
tryggari.
Ferðin minkar
Tað er staðfest, at ferðin
er ov høg í ávísum økjum.
Landsverk ætlar at seta
upp ferðgáar (skelti, sum
vísa bilføraranum, hvussu
skjótt hann koyrir) og broyti
lig skelti, sum hava eina
fleksibla hágmarksferð.
Hetta skal ætlandi minka
um miðalferðina, har ið tey
verða sett upp. Ferðgáar eru
settir upp í Skipanesi og í
Sandavági.
Kanningar úr Danmark
vísa, at miðalferðin minkar
5-8 km/t tað fyrsta árið,
eftir at ferðgáar eru settir
upp. Landsverk hevur
gjørt kanningar av ferðini í
Sandavági áðrenn og aftaná,
at ferðgáin varð settur upp.
Áðrenn ferðgáin varð settur
upp, koyrdu einans 21%
undir loyvdu hámarksferðini.
Tá ið ferðgáin var settur upp,
koyrdu 34% undir mark
inum.
Broytilig skelti er eitt
elektroniskt skelti, sum
kann tendrast og sløkkjast.
Tað er møguleiki fyri at
broyta hágmarksferðina, og
ætlanin er, einans at hava
tað tendrað, tá ið børn eru á
vegnum. Hugskotið er, at tey
einans skulu lýsa, ta ið tað er
neyðugt, fyri at tey skulu fáa
ynskta úrslitið.
Tendrað ávís
tíðarskeið
Ætlanin er eisini at innføra
stigvísa ferðminking áðrenn
bygt øki. Frá at koyra 80
km/t verður ferðin fyrst sett
niður til 60 km/t og síðani til
50 km/t. Skeltini skulu setast
upp báðumegin vegin, so at
skeltið sæst betri.
Mastrarnar, sum skeltini
standa á, eru eisini tryggari,
tí at tær geva seg, um ein
bilførari rennur á skeltið.
Skeltið fer afturav og koppar
ikki omanyvir bilin.
Skeltið í Gøtu verður
tendrað ávís tíðarskeið mill
um kl 7.50 til 14.30 hvønn
gerandisdag. Skeltini verða
passað eftir tímatalvuni hjá
skúlanum.
Hetta er ein nógv bíligari
loysn enn forðingar, sum
t.d. vegbungur og oyggjar.
Ferðgáarnir kosta 70.000 kr.
stk. Tey broytiligu skeltini
kosta 150.000 kr. stk.
Skeltini vóru tikin í nýtslu
í dag. Kanningar verða
gjørdar ½ ár og 1½ ár eftir,
um skeltini gera nakran mun.
Eisini verða spurnarbløð
givin út til foreldur og børn
um 1½ ár.
Vit vóna, at hesi skeltini
fara at gera tað tryggari hjá
børnunum at koma í skúla,
sigur Gunn H. Møller.
Nýggj skelti skulu
avmarka ferðina
Skúlabørn í 5. flokki í Gøtu skúla fegnast um tann trygga skúalvegin
Gunn H. Møller,
prosjektleiðari