Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 81 - 27. apríl 2006 Sigldi yvir um 4 ferðir um dagin Tórur Lervig býr í Klaksvík og gongur í handilsskúlanum á Kambsdali. Aftaná skúlatíð spælir hann við ÍF. Hann ferðast um fjørðin 4 ferðir um dagin SKÚLALÍV Heini S. Kristiansen Heinik@sosialurin.fo Fer tað at lætta um tín gerandisdag, tá ið undir­ sjóvar­tunnilin opnar? – Ja, tá sleppi eg frá at fara so tíðliga upp í skúla. Eg fái sovið 30-45 minuttir longri. Nú verður tað eis­ ini nógv lættari at fara til okkurt tiltak vestanfyri. Vit verða ikki so avskorin her norðuri longur. Tú spælir við formula­ liðnum hjá ÍF. Fert tú heim millum skúla og venjing? Ja, sum oftast fari eg heim. Eg fái líka tíð til ein bita, og so má eg avstað aftur. Tað verður nógv lættari, tá ið tunnilin opnar. Nú havi eg onga frítíð, tí at eg eri ikki heima fyrr enn kl. 22. Um tunnilin ikki hevði opnað, so hevði eg ikki orka at ferðast ímillum alt árið. Eru tað nakrir vansar við, at tunnilin letur upp? Eg fari at sakna tað sosiala umborð á dúgvuni. Tað var eisini ein góður møguleiki at gera skúlating, meðan eg sat umborð, men sum heild er tað sera gott, at tunnilin er komin. Fer at sakna hugnan umborð Hallgerð Brim Joensen gongur í studentaskúlanum á Kambsdali. Hon hevur ikki ordiliga fata hvussu stóran mun undirsjóvartunnilin veruliga fer at gera SKÚLALÍV Heini S. Kristiansen Heinik@sosialurin.fo Fer tað at lætta um tín gerandisdag, tá ið undir­ sjóvar­tunnilin opnar? Ja, tað er heilt vist. Eg haldi ikki ordiliga, at eg havi skilt, hvussu nógv lættari tað verður. Eg verði meira frí til at ferðast, tá ið eg vil. Mær nýtist ikki longur at leggja mín dag eftir einari ferðaætlan. Eg sleppi at sova longri, tí tað verður einans ein lítil løta at koyra í skúla. Tað verður eisini nógv lættari hjá mær at vitja sjeikin, sum býr á Toftum. Heldur tú, at tað góða sambandið við meginøki fer at menna Klaksvíkina? Tað hendir nógv í Klaks­ vík fyri tíðina, so tað verð­ ur spennandi at vita, um Klaksvíkin fer at vaksa. Tú kanst kanska óttast kapping frá handlum og fyri­tøkum vestanfyri, men eg rokni við, at vit fara at klára okkum fínt. Nú verður tað ikki nakar trupulleiki at búgva í Klaks­ vík og arbeiða onkra aðra­ staðni, so eg vænti at tað verða fleiri, sum vilja flyta norður. Er tað við sorgblídni, at tú sigur farvæl til túrarnar við Dúgvuni? Ja, tað er ikki frítt. Hóast alt verður lættari við undirsjóvartunnilinum, so fari eg at sakna hugnan umborð. Eg og nakrar vin­ konur plaga altíð at keypa kakao umborð fríggja­dag. Tann partin fari eg at sakna. Tá ið studentaskúlin í Gøtu byrjaði, mátti Sámal í Skor­ ini sjálvur skipa fyri ferðing, so at næmingarnir sluppu í skúla og heim­aftur. Nú undir­ sjóvartunnilin letur upp, og bygdaleiðir koyra regluliga, eru korini betra munandi KAMBSDALUR Heini S. Kristiansen Heinik@sosialurin.fo Sámal í Skorini hevur verið rektari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambs­ dali í 25 ár. Hesi árini er nógv hent við infrastrukturinum í landinum. Tá ið studenta­ skúlanin í Gøtugjógv byrj­aði í 1982, var eingin skip­að busskoyring millum bygd­ irnar. Sámal var tí noyddur at fáa eina ferðaætlan upp at koyra. Hann ringdi til Kristian Høgagarð, Jákup Oluf Langaard, Tórbjørn úr Leirvík, Palla Olsen, Jákup Martin Joensen og Henry Jarnskor og spurdi teir, um teir vóru áhugaðir í at koyra. Teir játtaðu, og síðani fór skúlin at selja busskort til næmingarnir. Pengarnir, sum skúlin fekk inn av buss­ kortunum, vórðu nýttir til løn hjá bilførarunum. Tá ið bygdaleiðir tók yvir, nýttu teir sama leist, sum Sámal hevði nýtt við busskortum, og ferðaætlanin var mestsum óbroytt. Trupl­ ast hevur altíð verið, at fáa norðoyingunum fart. Norð­oy­ ingarnir hava verið noyddir at siglt hvønn morgun, og skulu teir tí fyrr upp enn øll hini hvønn morgun. – Ferðaætlanin hjá Dúgv­ uni hevur altíð avgjørt okk­ ara tímatalvu. Vit byrja kl 08.10 í staðin fyri kl 08, so at norðoyingarnir skulu klára at vera til tíðina. For­ eldrafundir, kvøldsetir og onnur tiltøk aftaná skúlatíð verða altíð lagað soleiðis, at norðoyingarnir skulu náa bátin heimaftur. Hetta kann vera strævið, tí at tað gevur ikki rúm fyri seinkingum ella spontanum innsløgum. Eg haldi, at norðoyingar halda seg aftur frá at koma til tiltøk aftaná skúlatíð, tí at tað er so strævið at sigla ímillum, sigur Sámal. Trupulleikar hava eisini verið, tá ið dúgvan hevur avlýst sínar túrar vegna veður ella tekniskt brek. Sámal metir, at norðoyingar hava mist í miðal 3-4 skúladagar um árið orsakað av, at einki ferðasamband hevur verið. Verkføllini órógvaðu eisini skúlagongdina hjá norðoyingunum. – Tað ringasta við verk­ føll­unum er, at tey fella næstan altíð í royndartíð. Sátt­málasamráðingarnar byrja sum oftast 1. mai, og stutt eftir byrja skrivligu roynd­irnar á skúlanum, sigur Sámal. Men norðoyingar eru óførir at finna loysnir, held­ ur Sámal. T.d. koma teir stimandi yvirum fjørð­in við onkrum lítlum skjótt­ gang­andi báti, ella eru allir næm­ingarnir komnir yvirum við einum línubáti, tí at skip­ arin er pápi hjá onkrum næm­ ingi. Norðoyingarnir hava tó ikki hild­ist aftur at fara í student. Øll árini hava uml 20-30% av øllum næmingunum ver­ ið norðoyingar. Av umsøkj­ arunum til næsta ár eru 27 % norðoyingar, so enn er næmingatalið ikki vaksið, hóast tunnilin letur upp. Hvussu sambandið millum Norðoyggjar og Eysturoy fer at vera framyvir, er enn óvist. – Vit hava biðið um, at verða tikin við uppá ráð, tá ið ferðaætlanin verður gjørd. Tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at rigga. Eg havi eina hóming av, at leið 400 fer at enda í Klaksvík, og at knútapunktið í Leirvík fer at verða í Norðra­ gøtu ístaðin, sigur Sámal. Undirsjóvartunnilin fer at hava stóran týdning fyri allan aktivitetin í og rundanum skúlan. – Tað verður nógv lættari hjá okkum at skipa fyri tiltøkum, nú vit ikki noyðast at hugsa um, nær Dúgvan siglir. Tað verður helst eisini lættari hjá næmingunum at skipa fyri skúlaveitslum og øðrum sosialum tiltøkum, sigur Sámal. – Eg rokni við, at tað verða fleiri norðoyingar, sum koma til Kambsdalar at ganga í student, nú tunnilin letur upp. Men tað sæst ikki í tølunum enn. Kanska hava fólk ikki ordiliga fata enn, hvussu skjótt og lætt, tað verður at ferðast ímillum, sigur Sámal. Spurningurin er, um tað verður neyðugt at hava eitt HF-skeið bæði í Klaksvík og á Kambsdali. – HF-skeiðini halda áfram eins og fyrr tey fyrstu árini, men tað hevði verið upplagt at lagt tey saman. Tað hevði verið ein fyrimunur, at havt alt á sama stað á Kambsdali, men vit hava plásstrot. Næsta ár verða vit noydd at leggja teldustovuni niður, so ein flokkur kann sleppa inn har. Ein annar flokkur fær onga fasta stovu, men fer at reika runt skúlan, har sum pláss er. Hvørt HF-skeiðið skal leggjast saman, og um tað skal verða á Kambsdali ella í Klaksvík er ein avgerð, sum politikkarnir mugu taka, sigur Sámal í Skorini. Fýra skiftisnæmingar vórú samlaðir til føðingardagin hjá Joanne úr Hong Kong, sum er skiftisnæmingur. -Eg havi ongantíð fyrr havt so stóran føðingardag, sigur Joanne ÚTISETAR Heini S. Kristiansen Týskvøldið var føðingar­ dagur í húsunum hjá Sól­ bjørg og Hans Jákup Johanne­ sen á Skála. Tey hava ein skiftisnæming úr Hong Kong búgvandi hetta árið, sum eitur Joanne. Tá ið eg komi inn um hurðina, fái eg eina hjartaliga móttøku frá Joanne. Hon er væluppløgd og bjóðar mær beinavegin at setast til borðs. Joanne fyllir 18 ár, og tað er nógv gjørt burturúr. Tað eru nógv fólk komin, og tað verður borðreitt við góðum mati. – Eg havi ongantíð havt so stóran føðingardag. Íbúð­ in hjá foreldrunum í Hong Kong er einans uml. 40-50 fermetrar, so har er als ikki rúm fyri slíkum veitslum, sigur hon. Í kamarinum hjá Joanne sita fýra ung fólk. Trý av teimum eru skiftisnæmingar í Føroyum, meðan tann fjórða er og vitjar í eina viku. Tey eru øll komin í føðingardag hjá Joanne. Sophia Hampel og Dominik Emde eru úr Týsklandi og búgva í Havn. Randi Mullis er úr USA og býr eisini í Havn. Soléne Plana er úr Frankaríki og er í føroyum í eina viku. Hon vitjar Randi, sum hon gekk í skúla saman við síðsta ár yviri í USA. Teimum dáma sera væl í Føroyum. – Fólk eru sera fitt og vinalig, siga tey við ein munn. Vit hava nógvar vinir, og sum heild er hetta ein sera góð uppliving. Tey trívast væl í skúlanum, men fakliga støðið er eitt sindur lægri, enn tey eru von við. Serliga tær matematisku lærugreinarnar fella teimum lætt. Eg tosi við tey á enskum, men finni skjótt útav, at tey skilja væl føroyskt. Tey duga eisini at siga nøkur orð á føroyskum. – Tað er lætt at skilja, men ikki lætt at tosa. Serliga er tað torført at benda, sigur Sophia. Í frítíðini eru tey mest saman við vinunum. Onk­ ur spælir drama á Drama­ verkstaðnum. Tey mugu tó halda seg innan fyri reglarnar, sum felagsskapinir seta. – Tey kalla reglarnar fyri tey fýra D´ini, sigur Randi: No drinks, no drive, no date and no drugs! Klokkan er vorðin nógv, og eg sigi farvæl við frynt­ ligu fólkini. Joanne er væl nøgd við føðingardagin. At hon er væl dámd millum bygd­­arfólkið sæst aftur í, at tað møttu nógv fólk til føðingardagin. – Eg trívist sera væl á Skála, sigur Joanne glað. Mátti sjálvur skipa fyri bussum Skiftisnæmingar í føðingardag Sámal í Skorini er rektari á studentaskúlanum og HF- skeiðnum á Kambsdali Frá vinstru: Sophia, Dominik, Joanne, Soléne og Randi