Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 81 - 27. apríl 2006 Tað verður ein saknur men eisini ein stórur lætti at sleppa undan siglitúrinum um fjørðin eru pendlarnir við Dúgvuni á einum máli um. Vit vóru við á einum av seinastu túrunum hjá Dúgvuni um Leirvíksfjørð Dúgvan Anna V. EllingsgaarD anna@sosialurin.fo Stemmningurin umborð er eitt sindur blandaður hesar dagarnar, nú Dúgvan siglir sínar seinastu túrar um Leirvíksfjørð. Bert tveir dagar eru eftir, so er hendan farleiðin farin í søguna, og ferðafólkin hava sett seg í bilar og bussar í staðin. Spenningurin eftir at Norðoyatunnilin letur upp er í hæddini, men tað er ikki sørt, at tað hvílur eitt heldur sorgblítt huglag yvir bæði manning og ferðafólki hendan morgunin, vit eru farin við fyrsta túr kl 05.45 um Leirvíksfjørð. Í bilakøini á ferjuleguni stendur blái bilurin hjá postverkinum í Klaksvík. Eins og hvønn morgun hendan túrin, skal Jákup Martin Gullaksen tryggja, at posturin úr Klaksvík kemur yvirum í øllum góðum. Í Leirvík hittir hann so postsjafførin, sum er komin úr Havn. Síðani býta teir um bil, og Jákup Martin fer aftur til Klaksvíkar við posti. Tað hevur hann gjørt síðani 1991, men frá mánadegnum verður hesin túrurin eisini søga. Tá ferð postbilurin at koma beinleiðis úr Havn til Klaksvíkar, og Jákup Martin fær heilt øðrvísi arbeiðstíðir. – Jú, tað verður løgi, men tað verður nú ikki so galið at royna ein meir normalan arbeiðsdag, heldur hann. Autograf frá Olgar Inni í billettrúminum umborð ger stýrimaðurin Olgar Hansen klárt at selja fyrstu ferðfólkunum hendan morgunin ein ferðaseðil. Hýrurin á Olgari er sum altíð góður, sjálvt um hann heldur tað kennast løgi, at túrarnir um Leirvíksfjørð nú av álvara eru við at fækkast. Hann skal kortini ikki, sum so nógv onnur av manningini, út at leita sær eftir øðrum arbeiði, tí hann fer nú frá fyri aldur. – Ja, Dúgvan gevst at sigla, tá eg gevist, flennir Olgar, og heilsar uppá eitt av ferðafólkunum, meðan hann prátar víðari. – Jú, hetta er løgi, bæði at Dúgvan gevst at sigla, men ikki minst, at vit nú fáa ein tunnil gjøgnum sjógvin til Klaksvíkar. Tað høvdu míni foreldur aldrin dugað at ímynda sær, og eg fái meg næstan ikki at trúgva tí sjálvur. Men, hvat? – alt broytist, og vit verða noydd at fylgja við, sigur Olgar, sum illa dugir at meta um, hvør størsta broytingin verður fyri Klaksvíkina. – Í fyrsta umfari koma vit nokk at merkja tað mest við at býurin sleppur undan øllum ferðslu-ruðuleikanum, sum ofta er, tá eini 30 bilar skulu í land av Dúgvuni í senn. Tað mynstrið fer í øllum førum at broytast nógv, heldur hann. Sum vanligt sleppur Olgar ikki at sita longi einsamallur hendan morgunin í billettrúminum. Fyrrverandi landsstýrismaðurin, Eyðun Elttør, og ein arbeiðsmaður hava leitað sær innar at fáa eitt prát um leyst og fast. Í so máta er alt sum tað plagar, hendan túrin. Og tó, okkurt er, sum er øðrvísi, tí nú hoyrist ein dáma við billettlúkuna biða Olgar skriva sín autograf á ferðaseðilin, sum eitt seinasta minni um mongu túrarnar, hon hevur ferðast um Leirvíksfjørð. Stokkar, sudoku og rekordir Dáman við autografinum er Susan Jacobsen. Við borið, har hon situr, hitta vit eisini nakrar av mest garvaðu pendlararnum við Dúgvuni seinastu mongu árini. Umframt Susan eru Mads, Hanna og Kaj á veg til Havnar til arbeiðis. Fyri tey øll verður broytingin við ferðingini stór, men kanska verður hon størst fyri Aðalstein, sum eisini situr við borðið og er á veg út á Skála, har hann hevur sítt egna seglvirki. Tá tunnilin letur upp fer Aðalstein at koyra við bussi. Men um nýggja bussambandið skal passa saman, verður hann ikki á Skála fyrr enn kl. 8. Tað er ikki frítt, at honum hevði dámt betur, sum tað er, tí honum dámar stak væl at fara tíðliga upp. Hini við borðið eru tó samd um, at tað verður ein stórur lætti at sleppa frá at sigla og harvið spara fleiri tímar um dagin. Men tað verður stórur saknur í hesum løtunum, siga tey. Tey sita altíð við sama borð og eru komin at kennast heilt væl eftirhondini. At fáa tíðina at ganga er ongin trupulleiki. Sum oftast taka Hanna og Susan stokkarnar fram, Aðalstein setur seg við síni sudoku og Kaj fær sær ein lúr. Prátið gongur sum vanligt, og beint nú kjakast tey um, hvør man eiga rekordina í túrum um fjørðin. Onkur skjýtur upp, at tað man vera Kaj, sum uttan iva hevur silgt nógv oftari enn tann elsti av manningini. Í næstan 20 ár hevur Kaj silgt aftur og fram, so tað man líða væl móti rekordini. Men ikki heilt. Tí á veg yvir um aftur til Klaksvíkar hitta vit Jacob Meinhard Sólbjørg, sum við sínum 25 árum aftur og fram um Leirvíksfjørð man vera methavarin yvir teimum øllum. Jacob Meinhard býr í Leirvík og hevur starvast sum lærari í Klaksvík síðani Kioskdáman, Durita Joensen, er mest sum uppvaksin í kioskini umborð á Dúgvuni, sum pápi hennara rak í nógv ár Skiparin Pauli, maskinsjefurin John og stýrimenninir Olgar og Jógvan geva sær stundir til ein stuttan kaffisteðg Olgar sleppur sjáldan at sita einsamallur serliga longi í billettrúminum. Hendan túrin hevur hann fingið selskap av fyrrverandi oljumálaráharranum Aðalstein og Kaj hava fingið loyst nógvar av verðinstrupulleikunum á veg um Leirvíksfjørð ... Saknur og lætti at sleppa frá