hósdagur 27. apríl 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 27. apríl 2006
9
1982, har hann eisini er
uppvaksin.
– Eg havi sum so onki
ímóti at ferðast, men eg
má viðganga, at vit valdu
at búseta okkum í Leirvík
heldur enn í Klaksvík
fyri ikki at kenna okkum
so avbyrgd, sigur Jacob
Meinhard. Hann væntar tó
ikki, at fasta sambandið fær
lokka hann at búseta seg í
Klaksvík nú
– Nei, nei – konan er frá
Lorvík, og vit hava bygt hús
har, so nú verður tað, sum
tað er, sigur hann.
Prátið gongur ...
Nú Dúgvan er á veg aftur til
Klaksvíkar, hevur manningin
tikið sær stundir til ein
stuttan kaffisteðg. Kaffi og
rundstykkir eru á borðinum
inni í manningarrúminum, og
teir eru bæði blíðir og týðir.
Teir flestu vita sær okkurt
annað arbeiðið, nú Dúgvan
gevst, og tann eini, sum ikki
veit nakað við vissu, tykist
ikki at stúra. Teir gleðast
um at hava verið partur av
einum ómetaliga góðum
arbeiðsplássi, og so fær tíðin
at vísa, hvussu tað verður.
Teir eru á einum málið um,
at tað mest serstaka við
einum slíkum arbeiðsplássi
er, at tú hittir so nógv fólk,
tú annars ikki hevði komið
í samband við.
Hvussu nógv, vanlig fólk fara
at ferðast gjøgnum tunnilin,
ivast teir eitt sindur í. Tað
kann skjótt gerast nakað
dýrt, um tú skalt av oynni
at gera ørindir fleiri ferðir
um vikuna heldur onkur. Og
órættvíst fyri klaksvíkingar,
skoytir ein annar uppí. Mest
rímiligt hevði verið, um man
kravdi bummpengar á veg
úr Havnini og um Brúnna,
skjýtur ein triði upp ... og
soleiðis gongur prátið ein
kanska kortini ikki heilt
vanligan kaffisteðg hjá
manningini á Dúgvuni um
Leirvíksfjørð.
Til samans munnu Hanna og Susan hava bundið ikki so fáa troyggjur umborð á Dúgvuni ...
túrinum við Dúgvuni
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Bjørn Kalsø, sum
ferðast við Dúgvuni hvønn dag, viðgongur, at tað verður ein
stórur lætti at sleppa undan siglitúrinum um Leirvíksfjørð
Stýrimaðurin Olgar Hansen nýtist ikki, sum fleiri av manningini,
at leita sær eftir øðrum arbeiði. Hann fer nú frá fyri aldur
Jákup Martin, sum
hevur koyrt postbilin
yvirum fjørðin hvønn
morgun í mong
ár, gleðir seg at fáa
ein meir normalan
arbeiðsdag
Susan hevur fingið
autografin hjá
stýrimanninum
á ferðaseðilin
sum eitt seinasta
minni um mongu
túrarnar, hon
hevur ferðast um
Leirvíksfjørð