hósdagur 27. apríl 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 81 - 27. apríl 2006
Í gjár vóru liðin tjúgu ár síðan ræðuliga van
lukkan hendi í Tchernobyl. Sum øllum kunnugt
sprongdist eitt kjarnorkuverk í luftina, og nógv
fólk doyði og uppaftur fleiri fingu skaðar fyri
lívið. Henda ræðuliga vanlukka setti gongd
aftur á orðaskiftið um kjarnorku sum orkukelda
til sivil endamál. Í fleiri londum var støðan
tann, at stórur partur av ravmagnsorkuni kom
frá kjarnorkuverkum. Lond sum Bretland,
Frakland, Svøríki, Finland og USA høvdu ein
orkupolitikk, sum í sera stóran mun bygdi á
kjarnorku.
Men sum sagt fekk vanlukkan fyri tjúgu
árum síðan mong at ivast, hvørt tað var
skilagott at seta sítt álit á kjarnorkuna, tá
talan var um at útvega nútímansamfelagnum
nóg mikið av ravmagni. Tað var serstakliga
spurningurin um burturkastið, ið skapti
ivan. Hartil kom so sjálvandi tann beinleiðis
spreingivandin. Myndugleikarnir í táverandi
Sovjetsamveldinum taklaðu vanlukkuna sera
vánaliga. Tey, sum settu lív og heilsu í váða undir
bjargingararbeiðinum, fingu ótøkk sum løn og
offrini sum eftirfylgjandi gerast fleiri og fleiri
fáa lílta og onga hjálp frá samfelagnum. Um
umheimurin ikki hevði komið teium neystøddu
til hjálpar, so hevði støðan verið uppaftur verri.
Lond sum Cuba, USA og Svøríki sendu stór
læknalið til vanlukkustaðin og hetta var alt við
til at bøta nakað um verstu avleiðingarnar. Hvat
verri er, er, at avleiðingarnar enn standa við.
Børn verða fødd við likamligum og sálarligum
brekum, og óttin millum fólk er stórur.
Men tjúgu ár er long tíð í slíkum høpi, og mynd
ugleikar í fleiri av fremstu ídnaðarlondunum
eru aftur farnir undir at útbyggja kjarnorkuna.
Teir siga, at trygdin nú er nógv bøtt. Fleiri
noðrurlond eru millum hesi lond og ikki
minst lond í triðja heiminum fara alt meiria
yvir til kjarnorku. Henda gongd er óheppin,
tí tað land, sum megnar at hava kjarnorku
til sivil endamá, megnar eisini at framleiða
kjarnorkuvápn, og úrslitið verður, at heimurin
gerst uppaftur meira ótryggur. Tað eru sostatt
nógvir álvarsamir spurningar, sum heimurin
setir sær í hesum døgum, har vit minnast verstu
kjarnorkuvanlukku í søguni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt dapurt tjúgu ára minni
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Føroyska málið eigur
ikki at nýtast sum
eitt ekskluderandi
vápn men heldur sum
ein amboðskassi í
konstruktivum kjaki
Petur Pólson hevði undan
páskum eina áhugaverda
grein, sum millum annað
snúði seg um loynimálið, ið
verður nýtt á fartelefonum.
Hann hevði nakrar áhuga
verdar eygleiðingar, ið eg
fari at gera viðmerkingar til.
Hetta er ikki eitt beinleiðis
aftursvar til Petur, men skal
heldur lesast sum nakrir
supplerandi tankar um hetta
evnið.
Petur skrivar, at “vit hava
eisini máldogmur og pole
mikk, sum gera málið til
ein eksklusivan klubba, har
bert tey, sum tosa reint og
estetiskt rætt mál sleppa
við.”
Hetta er eitt sera vælkent og
útbreitt fyribrigdið, at málið
(kanska serliga tað føroyska)
verður mangan nýtt sum eitt
torturinstrument heldur enn
eitt konstruktivt amboð.
Nógv vilja nýta málið sum
ein hamara og smíða sær eini
hús. Onnur taka hamaran í
hond og bróta skallan á teim
um, ið ikki duga at stava ella
at málbera seg. So kunnu
tey vakna hvønn morgun og
takka Gudi fyri, at tey duga
at stava og seta orð saman
í vakrar og meiningarfullar
setningar.
Málið gerst tá eitt endamál
í sær sjálvum heldur enn eitt
amboð, ið skal nýtast at røkka
einum øðrum endamáli.
Samskifti eigur altíð at vera
endamálið, og málið er tað
týdningarmiklasta amboðið,
sum vit nýta í samskifti mill
um menniskju.
Mál er vald
Tað er ein sannroynd, at
tað eru tey, ið fæstu duga
at stava og málbera seg á
góðum, røttum føroyskum.
Hetta hevur við sær, at fleiri
gløgg høvd eru útihýst úr tí
“eksklusiva klubbanum”,
sum nøkur málkøn hava sett
á stovn. Tað eru so nógv klók
og intelligent fólk, sum ikki
hava eginleikan at stava og
skriva, og tey eru tí útihýst
úr tí føroyska kjakinum.
Málið verður nýtt at lýsa
veruleikan, sum vit uppliva
hann. Trupulleikarnir stand
ast, tá tað góðkenda skrift
málið ikki reflekterar tað
tosaða málið á mannamunni.
Tá fáa vit nevniliga trupult
við at formulera veruleikan,
sum vit uppliva hann. Og so
hava vit í veruleikanum mist
meira, enn vit hava vunnið.
Hetta hevur við sær, at
ein stórur skattur av vitan
og hugmyndum ongantíð
verður varpaður út til tann
breiða skaran av fólki, ið
møguliga kundi havt áhuga
fyri tí. Vit fáa við øðrum
orðum ongantíð gagnnýtt
eitt stórt tilfeingi, sum ein
staklingar liggja inni við.
Vit fara ongantíð at kenna
ágóðan av hesi vitan, av tí
at hon liggur undir lási og
ongantíð sleppur at ríka
gerandisdag okkara. Tað,
at man ikki dugir at stava,
merkir ikki, at man ikki
dugir at hugsa og at man
ikki hevur visiónir eins og
tey “skriftlærdu”.
Vit hava í dag eina elitu,
sum í veruleikanum hevur
patent uppá at definera veru
leikan á skrift. Ein bólkur
av fólki hevur vald til at
definera veruleikan í kraft av
málinum. Um tú dugir málið
til fulnar, hevur tú eisini eina
rættiliga sterka positión í
tí almenna kjakinum, og
hendan valdspositión kann
skeikla valdsjavnvágina í bar
daganum millum meiningar
og hugsanir.
Mastodonturin
Petur Pólson skrivar víðari,
at “onkursvegna finst ein
málslig fundamentalisma,
og tað stuttliga við hesum
er, at við tíðini gerast hesir
persónar dinosaurar og
afturhaldskreftir.”
Her hugsi eg, at tann
toppstýrda menningin og
tann puritanski fornnorrøni
hugburðurin við tíðini er
blivin eitt haft um beinið hjá
tí føroyska málinum, sum
liggur í eini spennitroyggju
á einum sinnissjúkrahúsi.
Tað sleppur bert at virka
innanfyri nakrar ávísar
karmar, ið eru defineraðir
av onkrum, sum hevur eina
hugsjón um eitt “reint”
føroyskt mál.
Fortreytin fyri einum liv
andi og dynamiskum máli
er, at tað allatíðina sleppur at
mennast á einum liberalum
grundarlagi. Tað føroyska
málið er komið fyri at vera,
og tað ikki hvørvur sum døgg
fyri sól orsakað av einum
liberalum málpolitikki, sum
onkur kanska óttast.
Tað er í grundini løgið, at
orð, sum verða nýtt um alt
Norðurevropa, ikki kunnu
skrivast á føroyskum. Tey
eru ikki at finna í nakrari
føroyskari orðabók, men tey
verða nýtt hvønn tann einasta
dag, tá føroyingar samskifta
sínamillum. Avleiðingin
er, at tað føroyska málið
verður fátækari og at enda
turrgelt. Vit hava fingið ein
mastodont, ið ikki er til at
vika.
Eg havi stóra virðing
fyri okkara málkønu, sum
royna at menna og hjúkla
um tað føroyska málið. Tað
er nøkrum eldsálum fyri at
takka, at tað føroyska málið
yvirhøvur er á lívi, og at
vit í dag kunnu samskifta á
okkara egna máli.
Tó eiga vit ikki í dag at
fella í hina grøvina, har tað
bert ræður um at tosa málið
rætt, men har vit gloyma
innihaldið, ið altíð eigur at
koma í fremstu røð. Eg haldi
ikki, at málið missir nakað,
um vit loyva fleiri at fáa lut
í okkara vælsignilsi.
Eg fari ikki at proklamera
meg sum militantan mál
relativist, men eg haldi, at
tað er syrgiligt, at fólk uttan
bókligar førleikar hart og
brutalt verða útihýst úr tí
almenna kjakinum orsakað
av einum hugburði, ið sig
ur, at dugir tú ikki at stava
ella at formulera teg nóg
væl, skalt tú ikki deila tínar
hugsanir við onnur menn
iskju gjøgnum tann skrivaða
miðilin.
Málslig intoleransa skeiklar almenna kjakið
Stefan
í Skorini