hósdagur 27. apríl 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 27. apríl 2006
11
Vit vóru mong, sum hvukku
við í sambandi við orðaskiftið
á Løgtingi mikudagin 26.
apríl um framtíðar flogvall
arviðurskiftini í Føroyum.
Har upplýsti Bjarni Djurholm
nevniliga, at Skorðhæddin
í Neshaga í suðureysturoy
ikki longur verður roknað
sum eitt møguligt stað at
byggja flogvøll á. Nú er
Landsverk farið undir at
kanna viðurskiftini í Søltu
vík á Sandoynni og á Glyv
ursnesi í Suðurstreymi. Men
Skorðhæddin er ikki longur
ein møguleiki.
At landsstýrismaðurin og
Landsverk so einvíst kunnu
skera hendan møguleikan
burtur, fara undirritaði og
mong við mær als ikki at
góðtaka. Sjálvandi eigur
Skorðhæddin framvegis at
roknast sum eitt alternativ
í hesum spurningi, tí um
nøkur fá ár kemur størsti
fólkahópur í Føroyum at
hava stytstu leið til júst
Skorðhæddina. Tá tunnil
millum Skálafjørðin og
Havnina verður veruleiki,
fara havnafólk bert at hava
nakrar fáar minuttir til hend
an møguliga flogvøll – enntá
styttri enn út á Glyvursnes.
Hetta merkir, at umleið
30.000 føroyingar fara at
hava stutta leið til flogvøllin,
og at stórur partur av før
oyskum vinnulívi somu
leiðis fer at hava stutta leið
til hendan flogvøllin. Tá nú
farið verður undir at bora
undirsjóvartunnil millum
Havnina og Skálafjørðin,
er sera nærliggjandi at við
gera møguleikan fyri at nýta
avlopsgrót til gerð av flog
vølli, tí hetta er alt í sama øki.
Skulu vit fyri eina ferð skuld
tosa um at hugsa skilagott
í føroyskum politikki, má
hetta vera gylt høvi.
Tí fari eg staðiliga at
heita á Bjarna Djurholm og
Landsverk um alt fyri eitt
at endurskoða skilaleysu av
gerðina um at útihýsa suður
eysturoy í hesum máli.
Flogvøllur á Skorðhæddini
løgtingsmaður fyri
Miðflokkin
Bill
Justinussen
VIÐMERKINGAR
Kommasetingin í teimum
føroysku bløðunum hevur
verið stak vánalig tey sein
astu árini, hóast nógv av
teimum, sum skriva, eru
sokallaðir akademikarar,
sum skuldi væntað høvdu
skil á kommaseting, men
sjálvan barnalærdókin í
kommaseting duga nógv av
hesum ikki. Tað, sum megin
parturin av einum 7. flokki
fyri 30 árum síðani dugdi,
duga hesi fólkin ikki.
Tað, sum eg ætlaði at koma
við einum hjartasuffi um á
hesum sinni, er kommaseting
í samband við sernøvn.
Nógv, sum skriva, halda,
at koma tey til eitt sernavn,
so skal komma setast, men
so er minni enn so altíð, og
skal eg taka nøkur dømi.
Vaktarskipið Tjaldrið sleip
aði trolaran Steintór inn á
Havnina.
Ofta síggja vit, at komma
verða sett um Tjaldrið og
Steintór, men í hesum før
unum skal einki kommast
setast. Vaktarskipið Tjaldrið
og trolarin Steintór hoyora
tætt saman og skulu tí ikki
skiljast sundur av komma, tí
tað verður lagdur dentur á, at
tað er vaktarskipið Tjaldrið
og trolarin Steintór, talan er
um. Høvdu vit havt skrivað:
Vaktarskipið, Tjaldrið, sleip
aði…, so lá í tí, at tað var
bara eitt vaktarskip, og tað
æt Tjaldrið, men tað var jú
ikki meiningin.
Løgmaður, Jóannes Eides
gaard, er suðuroyingur.
Borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn Jacobsen, gekk
ígjøgnum Norðoyatunnilin
í gjár.
Her skulu vit seta komma
um Jóannes Eidesgaard og
Steinbjørn Jacobsen, tí tað
er bert ein løgmaður og bert
ein borgarstjóri í Klaksvík,
og so fáa vit at vita, sum í
einum innskoti, at annar
er løgmaður, og hin hevur
verrið við til eitt tiltak, og tí
skulu vit hava komma har.
Vónandi fara viðkomandi
persónar at lesa hatta og taka
tað til eftirtektar, tí hetta er
skrivað í góðari meining.
Kommaseting
Fuglafirði
Kristin
Poulsen
Viðmerkingar til grein
við sama navni, sum
Hanus Vang herfyri hevði
í bløðunum.
Fyrst er at siga, at Hanus Vang
nevnir ymisk viðurskifti í
sambandi við varandi orku
keldur og SEV. Men tá onki
nýtt kemur fram, sum ikki
hevur verið viðgjørt fyrr, má
greinin fatast sum ein røð
av atfinningum móti SEV
heldur enn eitt vælmeint
íkast til kjakið um varandi
orku og umhvørvi.
Fyrsti partur av greinini
snýr seg um Eiðisverkið.
Her verður gamla stríðið
frá áttatiárunum um høgt
liggjandi útbygging sum
alternativ til Eiðisverkið
tikið framaftur. Tá var talan
um eitt meira politiskt stríð,
sum vardi í áravís, og sum
fekk nógva almenna umrøðu,
bæði í fjølmiðlunum og á
løgtingi.
Tað skal tí ikki gerast meira
burturúr tí her, annað enn at
staðfesta, at stríðið førdi til
drúgvar og kostnaðarmiklar
kanningar. Niðurstøðan var,
at skilabesta loysnin, bæði
tekniskt og búskaparliga, var
at fremja ætlanina hjá SEV.
Viðvíkjandi spurninginum
um at brúka vetni, framleitt
við vindorku, er at siga, at
gransking og royndir við
vetni fara fram ymsastaðni,
og verður nógvur peningur
brúktur til hetta.
SEV fylgir við hesum
arbeiði, og luttekur SEV í
einum samstarvi við lond í
norðurhøvum í felagsskap
inum “NAHA”, t.v.s. North
Atlantic Hydrogen Asso
ciation.
Streymorka verður eisini
nevnd.
Fyri einum fimtan árum
síðani gjørdi ein arbeiðs
bólkur undir Orkuráðnum, har
SEV eisini luttók, kanningar
av streymorkumøguleikum
í Vestmannasundi. Út frá
táverandi uppskoti til tøkni
var niðurstøðan, at ætlanin
var ikki skilagóð búskapar
liga og tekniskt.
Tøknibúnaðurin á hesum
øki er ein annar í dag, og
hevur tað sjálvsagt áhuga hjá
SEV at fylgja við í tí, sum
hendir á hesum øki.
Viðvíkjandi
bíligari
streymi til hitapumpur er
at siga, at tað eru nógvar
vinnugreinar, ið kundu
hugsað sær lægri elprís. Men
lægri elprísur til onkran,
merkir hægri prís til onkran
annan.
At veita hitapumpum ser
prís má roknast sum óbein
leiðis studningur, goldin av
húsarhaldum og vinnulívi
v.m. umvegis SEV-kassan.
Rættast er helst, at studn
ingur til slík tiltøk heldur
eigur at vera beinleiðis
og gjøgnumskygdur, t.d.
umvegis landskassan.
Orkusparing ger SEV nak
að (umenn kanska ikki nóg
mikið) við.
SEV hevur fólk burturav
til at ráðgeva og undirvísa
í skilagóðari elnýtslu, og
verða umleið ein hálv milli
ón kr. brúktar til hetta um
árið. M.a. hava allir 9. floks
skúlanæmingar í landinum í
fleiri ár verið hjá SEV til ein
“temadag” um orkunýtslu.
Sostatt hava fleiri árgangir
av ungdómum í Føroyum
higartil fingið frálæru um
skilagóða orkunýtslu.
Viðvíkjandi viðmerking
unum til demokratisku skip
anina hjá SEV, kann verða
víst til, at tað eru fólkavaldu
umboðini
fyri
allar
kommunurnar í Føroyum
– og harvið óbeinleiðis alt
Føroya fólk – sum útnevna
umboðsnevndina hjá SEV,
sum síðani velur stýrið.
Stórt meira demokratiskt
kann tað neyvan gerast, og er
henda viðmerking tín sostatt
í andsøgn til hugskot títt um
privatisering.
Í grein tíni nevnir tú tvey
tøl, sum bæði eru skeiv.
Tú sigur, at SEV avskrivar
vatnorkuíløgur yvir 6 ár. Veru
leikin er, at SEV avskrivar
vatnorkuíløgur yvir 20
ár, svarandi nøkulunda til
avdráttartíðina av teimum
lánum, ið hava fíggjað hesar
íløgur.
Tú heldur eisini uppá, at
hæddarmissurin í Eiðisverk
ætlanini er 100 m.
Veruleikin er hesin:
Eystantil er sunnasta áin
Vesturdalsá. Har er tunnilin
í 187 m hædd ella 37,5 m
omanfyri hægstu vatnstøðu í
Eiðisvatni. Áarinntakið ligg
ur 15 m hægri m.a. orsakað
av lendisviðurskiftunum á
staðnum.
Fyri vestan er sunnasta áin
í “Eiði 2”-ætlanini Sandá við
Selatrað. Har verður tunnilin
í 205 m hædd ella 55,5 m
yvir hægstu vatnstøðu í Eiðis
vatni. Sjálvt áarinntakið
verður helst einar 10 til 15
m hægri.
Neyðugt er við einum ávís
um halli í samlitunlinum fyri
at vatnið skal renna, men
sum tú sært, er hallið langt
frá tí, ið tú rør framundir.
Meðal hæddarmissurin yvir
allan teinin fyri eystan man
vera einar 20 til 25 m og fyri
vestan einar 30 til 35 m.
Eitt lítið vet um skynsama orku og Eiðisvatn
SEV-stýrisformaður
Leivur
Hansen
Háttvirdi løgtingslimur,
Marjus Dam, nú komm
unulækni upp á hálva tíð,
gremur seg í fjølmiðlunum
um, at hann ongantíð slepp
ur fram at mikrofonini,
tá árliga flaggdagsrøðan
verður hildin, tímur ikki
at “standa modell” og so
framvegis.
Kann ikki halda mær,
men koma við eini lítlari
viðmerking til hansara
dupultmoralska hugburð.
Sigast má, at hatta var
eitt satt egotripp, tí Merkið
grætur als ikki og langt frá
ti. Heldur er tað Marius
sjálvur sum fellir tár – helst
krokudillutár.
Sig mær, er nakar mun
ur á at skræða grundlógar
uppskotið og so at skræða
tjóðareyðkenni okkara?
Ella fyri tann skuld, ikki
at góðtaka tjóðareykenni
okkara? Eftir mínum
tykki er í øllum føri tal
an um persónliga at hava
vannvirðing fyri rættarsam
felag okkara og harvið tjóð
okkara sum so.
Tjóðareyðkenni okkara,
Merkið, fekk sum kunnugt
sín uppruna sum okkara
elskaða og sermerkta
felags stavnhaldsmerki,
bæði mentunarliga og tjóð
skaparliga, og hevur staðið
sum so í mansminnir.
Hetta er so sanniliga
ikki sambandsmonnum
at takka, og slettis ikki
Marjusi. Tá ið á stóð á
sinni, vildu sambandsmenn
als ikki hoyra talan um,
tíans heldur góðtaka, at
Dannebrog var útskift við
Merkið.
Hin afturhaldssinnaði
hexadoktarin lærdi seg at
spinna gull á minst tveimum
rokkum samstundis, úr
politiskum og heilsufrøðis
ligum framleiðslutilfari, so
minst tvær flugur fingust
við eitt smekk.
Alíkavæl vildi hann ikki
akta landsins lógir, fyrr
enn átala var givin honum
í 12. tíma, geva seg og
spæla av við partar av
feitu lønarkekkunumin, tí
fíggjarligi missurin var ov
stórur og neyðin óiva var
vís, so privatkapitalurin
harvið ikki vaks eftir ynski
hansara. Stór skomm!
Men nú styttir hann
sær stundir og dittar sær
allment at koma fram við
sovorðnum møsni. Grundin
er helst tann, at frítíðin
gevur pláss fyri slíkum, at
kommunalu læknareseptir
hansara, nú eru hálveraðar
í tali so skriviarbeiði gerst
lættari. Men hervið er
ein ávísur umbiðin “stikk
pillari” givin.
Jú listinlærdur er hann,
– “Beikermarjus”.
Listinlærdur er hann
Biker-Marjus
Vestmanna hin 26.
apríl 2006
Hjalmar N.
Poulsen
Ættleiðingarfelagið
familjudag
FAMLIJUDAGUR
Aftur í ár fer Ættleiðingarfelagið at halda árliga familiu
dagin. Hesaferð eru tað eysturoyingar, sum fyrireika
dagin, og verður hann hildin 20. mai í Barnagarðinum á
Mýrunum í Rúnavík. Barnagarðurin er í einum deiligum
umhvørvi beint við Toftavatn, og har er nógv at síggja.
Dagurin byrjar kl. 10.00 við morgundrekka og heldur
fram til kl. 17.00.
Ymiskt áhugavert verður. M. a. fer Bessi Bjarnason at
halda fyrilestur um Marte Meo og fyri tey 10 ár og eldri
verður drama. Eisini verður aðalfundur, men fyrst og
fremst skal dagurin vera ein familjudagur, har høvi verður
at síggja kenningar og hava eina góða løtu saman.
– Vit vóna, at dagurin verður eins góður og undanfarnu
árini, sigur Ættleiðingarfelagið í tíðindaskrivi.