Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. apríl 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 - 27. apríl 2006 13 stjóri hvat hann tjenar, hvussu nógv starvsfólk eru, ársins úrslit og eginpeningin hjá fyritøkuni. Fleiri stjórar Í seks av fyritøkunum, ið vit hava kannað, eru tað fleiri enn ein stjóri. ì Balslevs Timburhandli eru tað til dømis tríggir stjórar. ì hesum førum stendur samanlagda lønin hjá øllum stjórunum og hava vit tí deilt tað í trý og lagt tað inn í listan. Tey flestu tølini eru frá 2004 eftirsum rokniskapurin fyri 2005 ikki er komin inn enn. Hægst løntur Bergur Poulsen, ið er stjóri á Havsbrún er hægstur á okkara lista. Hann hevur starvast sum stjóri síðani 1995 og hevur 102 stavsfólk. – Eg eri nøgdur við mína løn. At siga naka annað hevði verið ein provokatión, sigur Bergur Poulsen, tá vit fáa fatur á honom á einum fundi í Norra. – Mín løn avspeglar tað úrslit sum fyritøkan hevur. Um vit hava eitt gott úrslit, metir nevndin, at eg eri verdur hesa lønina. At hann hevur so høga løn, at hann er fremstur á hesum listanum, er ikki nakað, sum hann hevði gjørt sær nakrar tankar um. – Vit royna at geva fólki eina løn, ið ger at tey eru nøgd, og verða verandi í fyritøkuni, sigur hann. Fáar kvinnur Hesin listi avspeglar eisini hvussu tað stendur til við kvinnuumboðan í leiðsluni á fyritøkum. Fyrsta kvinnan á listanum er Laila Hentze, stjóri á Televarpinum, á 28. plássi. Hon forvann í 2004 450.000 krónur. Meir enn eina miljón minni enn hægst lønti maður á listanum. Men allir stjórar tjena ikki nógv. Petur Mohr Reinert á Vikublaðnum hevði onga inntøku 2004 (hann er tó eisini eigari av móðurfelagnum, Petur og Petur), og Òli Svend Nolsøe hevði bara 91.800 krónur. – Eg eri stjóri í einari aðrari fyritøku eisini og har fái eg størsta partin av mínari inntøku, sigur hann um hesi tølini. Notat: Hesin listin vísur bara lønirnar hjá 50 tilvildarliga valdum stjórum. Nógvar fyritøkur liggja ikki inni á Business-line og hava vit tí ikki teirra tøl. Kaupthing banki hevði metstórt úrslit fyrsta ársfjórðing 2006. Vinningurin eftir skatt var 18,8 milliardir íslendskar krónur, ið svarar til 1.634 milliónir danskar krónur; tað er 69,5 prosent meira enn sama tíðarskeið í 2005. BÚSKAPUR Rentingin av egin- kapitalinum var fyri fyrsta ársfjórðing 44,7 prosent p.a. Uttan handilsinntøkur var rentingin av eginkapitalinum áðrenn skatt 19,1 prosent p.a. Roknskapurin javnvigar við 3.071 milliardum íslendskum krónum (267 milliardir danskar krónur), og tað er ein vøkstur á 7 prosent samanborið við árslok 2005. Netto rentuinntøkurnar fevndu um 10,5 milliardir íslendskar krónur (910 milliónir danskar krónur), sum svarar til ein vøkstur á 48,8 prosent í mun til fyrsta árs­fjórðing í 2005. Úrslit av fíggjarpostum var 35,5 milliardir ISK (3.081 milliónir danskar krónur), ið er ein framgongd á 59,5 prosent. Samstundis eru rakstrar­útreiðslurnar vaksnar við 79,3 prosentum í 12,6 milliardir íslendskar krónur (1.089 milliónir danskar krónur). Ætlandi fer Kaupthing banki at gjalda eyka vinningsbýti til partaeigarar sínar í ár í sambandi við at bankin fer at selja lut sín í Exista. Hreidar Már Sigurdsson, forstjóri í Kauphting bank hf., fegnast um góða úrslitið. „Vit eru sera nøgd við at boða frá metinntøku fyri ársfjórðingin. Tølini endur- spegla týðiliga haldgóða inntøku­grund­arlag bankans. Netto rentuinntøkurnar rinda mestsum allar rakstrarútreiðslurnar, og lutfallið millum útreiðslur og inntøkur á 35,4 prosent eru vit ógvuliga væl nøgd við. Fíggjarjavnin vaks við 7 prosentum, tá ið hædd verður tikin fyri niðurskrivingini av íslendsku krónuni. Virksemið uttan fyri Ísland stendur í blóma, og støða okkara í Norðurevropa gerst alt meira haldgóð. Okkara setningur fyri í ár er framhaldandi at nýta styrkina hjá samtakinum at menna tilboðini til viðskiftafólk okkara á øllum marknaðum. Samstundis leggja vit størri dent á samskifti við altjóða íløguumhvørvið.” Eivør syngur í kvøld og í annað kvøld við íslendska symfoniorkestrinum, væntandi sleppa umleið 2000 fólk inn á konsertina hesi kvøldini, men hon verður somuleiðis at hoyra í íslendskum útvarpi. Konsert Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í kvøld og í annað kvøld syngja Eivør Pálsdóttir og Ragnheiður Grøndal gomul íslendsk hittløg við íslendska symfoniorkestrinum. Konsertin, ið verður varpað í íslendskum útvarpi í kvøld, hevur fingið heitið “Teir góðu gomlu dagarnir”. Íslendska symfoni– orkestrið verður mett at vera eitt tað besta í norðurlondum, og á konsertini í kvøld vera 75 tónleikarar aftan fyri tær báðar songkvinnurnar. Hetta er ein risastór konsert, ið verður hildin á Háskólabio í Reykjavík, væntandi vera umleið 1000 fólk á hvørjari konsert. Tað er íslendski selloleikarin Hrafnkell Orri Egilsson, ið hevur lagt gomlu íslendsku løgini til rættis. Dirigentur fyri symfoniorkestrið hetta kvøldið verðurBenjamin Pope. Benjamin Pope, ið er ein heiðraður bretskur tónasmiður og dirigentur. Hann er útbúgvin við Oxford University og the Royal College of Music, Sum gesta dirigentur hevur Pope dirigeera the Royal Philharmonic Orchestra, the Royal Philharmonic Concert Orchestra, the BBC Concert Orchestra, the Royal Ballet Sinfonia, London Musici, the Seoul Philharmonic Orchestra, the Tokyo Philharmonic Chamber Orchestra, the Lisbon Metropolitan Orchestra and the Tokyo City Philharmonic Orchestra og nú íslendska symfoniorkestrið við Eivør Pálsdóttir og Ragnheiður Grøndal. Tilber at hoyra konsertina á heimasíðu ríkisútvarpsins www.ruv.is, hon verður send á rás 1. Sjónvarpssendingini Kastljós, ið var send í gjár, vitaðu Eivør og Ragnheiður, tær sungu lagið Gling Gló og prátaðu um konsertina. henda sending liggur á www.ruv.is/kastljos. Kaupthing banki setti aftur met Byggningurin hjá Kaupthing í Tórshavn Stórsligin symfonisk konsert við Eivør Tróndur Bogason í uppskotið til tónlistaheiðursløn Norðurlanda ráðsins, visti Útvarpið at siga á miðdegi í dag. Heiðurslønin verður givin á hvørjum ári til ein tónasmið fyri eitt verk. Tróndur er innstillaður fyri verkið 7 Musicians. 7 Musicians er eitt brot úr stórverkinum The Investigation Of A Dog, ið Tróndur saman við trombonleikaranum Andras Olsen, dansar- innuni og koreografinum Rannvá Káradóttir, filmskaparanum Mariannu Mørkøre og ljósmannium Egili Hansen arbeiðir við. Brotið 7 Musicians er eitt rættiliga sjálvstøðugt stykki, og var framført her fyri, í sambandi við debut konsertina hjá Andrasi Olsen. Stykkið var eitt fantastiskt bland av ymsum listagreinum, ið saman skaptu eina frálíka heild. Hetta var ein smakksroynd, og hon smakkaði so væl, at vit kunnu gleða okkum til alt verkið verður liðugt. The Investigation Of A Dong verður ein dramatisk framførsla, ið verður umleið ein tíma, tá tað er heilt liðugt. verkið er bygt á eina stuttsøgu hjá Kafka um ein hund, ið leitar eftir sannleikanum. Tey innstillaðu eru: Svøríki: Åke Parmerud Klas Torstensson Norra: Natasha Barrett Kim Hiorthøy Ísland: Þuriður Jónsdóttir Hilmar Örn Hilmarsson, Steindór Andersen, Maria Huld Markan Sigfúsdóttir, Jón Þór Birgisson, Georg Hólm, Orri Páll Dýrason og Kjartan Sveinsson Danmark: Ivar Frounberg Kenneth Knudsen Finland: Kimmo Hakola Juhani Nuorvala Føroyar: Tróndur Bogason Grønland: Mads Lumholt Eivør og Ragnheiður Grøndal fara í kvøld at framføra gomul íslendsk hittløg. Tróndur Bogason innstillaður til heiðursløn